hósdagur 24. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 197 — 24. oktober 1991
talið á teimum, sum nýta
píkar er fallandi. Í dag
verður roknað við, at 36%
av gllum persónbilum nýta
píkar.
Seinastu árini hevur
Landsverkfrødingurin ár-
Ý f 5 ur
Y Fig /
ÍNN - ]
“Á NN Í FØL
Nýggjasta slagið av
píkum virka sum,
kettukløur. Hesir pikar
koma bert undan tå
veruliga er brúk fyri
teimum
tíðindablaðið
liga nýtt millum 17 og 18
milliónir til asfaltumvæl-
ingar á landsvegnum, og
nú fara teir at rokna seg
fram til, hvussu nógvar
milliónir kunnu skuld-
skrivast píkunum.
Kann vera dýrt at
banna píkum
I Svøriki hava teir júst
almannakunngjørt úrslitið
av eini stórari kanning sum
vísir í krónum og oyrum
hvat tað kann kosta al
banna nýtsluni av píka-
dekkum.
Allir hugsandi vansar og
fyrimunir eru tiknir við.
Ferðsluvanlukkur, kost-
naður av dekkum, bilum-
vælingum og viðlíkahaldi
av bilum og vegum o.s.fr.
Kanningin vísir, at fara
sviar at nýta vetrardekk
ístaðin fyri píkadekk,
hevur hetta ein samlaðan
meirkostnað við sær upp á
millum 250 og 400 milli-
ónir sv. krónur.
Verða summardekk nýtt,
verður samlaði kostnað-
urin millum 1380 og 1480
milliónir sv. krónur.
Neyvan serliga
vandamikið
Tað verður mangan ført
fram, at tað asfaltdust, pík-
arnir grópa av vegunum, er
heilsuskaðiligt. Hesum
ivast Finnleif Durhuus
stórliga í, og vísir á kann-
ingar úr hinum norðan-
londunum.
Fyrr varð tjøra nýtt í
asfaltinum, men síðani
miðskeiðis í sjeytiárunum
fóru teir í Føroyum at nýta
tað teir kalla bitumen
ístaðin. Kanningarnar vilja
vera við, at asfaltdustið er
neyvan meira vandamikið
enn vanligt dust ein andar í
seg.
Hinvegin er lítið at ivast
i, at ein åvisur heilsuvandi
er tå asfaltið verður lagt á.
Finnleif Durhuus heldur,
at vit eiga at vera sera
Tórshavnar Kommuna
nýtir umleið tríggjar
milliónir til at halda sitt
asfalt viðlíka.
Mynd: Kalmar
varin at koma við uppskoti
um at banna píkakoyring
so leingi vit ikki hava
nakað, sum í minsta lagi,
er eins gott at seta ístaðin.
Og tað heldur hann íkki at
vit hava í dag.
tór.-
Landsverkfrødingurin
nytir millum 17 og 18
milliónir árliga til
asfaltumvælingar á
landsvegunum.
Mynd: Kalmar
Síða 5
Tryggast
við níkum
-Eg skal ikki siga, at píkar ikki dálka, men so leing
vit ikki hava nakað eins gott at brúka ístaðin, kunnu
1 H … I r
vit ikki bannað píkunum. Hetta sigur Róku
Dalsgaard á Bilefurlitinum
|! r
me alt a sær inn, at tu KOYTI u
. 1 . 1
JK ni il SKA K i pe
vedurlag. Glerstoytt á morgni, tátt um dagin, og tå
> nn aft vera
tíð er at fara heim frá arbeiði, kann aftur vera
glerstoytt, sigur Rókur Dalsgaard
-Tað verður so ofta
sagt hvussu væl ein
kemur fram við
hesum dekkum, men
lítið verður tosað um
hvussu ein fær
bremsa. Og hugsa so
um hvussu byurin
sær ut. Tær beru
brøttu brekkur, og ti
kunnu vit íkki
sammeta okkum við
onnur lond hesum 4
vidvikjandi. — ;
-So leingi vit hava byarplanleggjarar, sum gera
brekkur sum eru nærum eins vandamiklar tå tått er
og tað er glerstoytt, so leingi vit ikki kunnu upplæra
fólk i hålkukoyring, og so leingi vit ikki hava eina
hampuliga kavarudding, kunnu vit ikki tosa um at
banna píkunum, heldur Rókur Dalsgaard. Hann
minnir á spæliplássið hjá børnunum - millum
bilarnar, og heldur tað vera ógvuliga ómoralskt at
samanbera mannalív við tons av asfalti.
tór.-
Sum
storroykjari
Sagt verður, at asfaltdustið, sum píkarnir eru við til
at grava upp av vegunum er vandamikið. Hendan
spurning hava vit sett Jógvani Róin, yvirlækna.
Jógvan Róin
heldur ikki, at tað er
at gera ov nógv av at
siga, at asfaltdustid
er vandamikið fyri
fólkaheilsuna. Hann
vísir millum annað á
kanningar úr ðrum
londum har tað er
prógvað, at fólk,
sum búgva framvið
asfalteraðum vegum,
har nóg ferðsla er,
hava meira av lunga-
sjúkum enn onnur.
Hesi fólk fáa
nógva tjóru í seg,
sigur Jógvan Róin
og sammetir tey við
stórroykjarar.
-Vit hava so læu við at seta alt upp í krónur og
oyru, men tað letur seg ikki gera í øllum fórum. Men
fyri tann skuld er spurningurin ikki minni
tydningarmikil. Eg haldi, at vit avgjørt eiga at
bannað píkunum í hvussu er í býnum. Sjálvur havi
eg nýtt píkar, men tað geri eg ikki longur, sigur
Jógvan Róin.
tór.-