Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 197 — 24. oktober 1991 Tryggleikin er størstur við pikadekkum Tryggleikin eigur at telja meira enn nekur tons av asfalti -Sum leiðari av vegaumsitingini heyði eingin verið fegnari enn eg, um vit við góðari samvitsku kundu bannað píkunum, men so einfalt er tað kortini ikki. Hvat nyttar tað at banna píkadekkum og samstundis ókja um ferðsluóhappini, spyr Finnleif Durhuus. Hann heldur tað ikki vera beint at seta nøkur tons av asfalti upp móti tryggleikanum í ferðsluni Tosið um at bannað nýtsluni av píkadekkum er nú aftur vorðið aktuelt. Jógvan Sundstein, fíggjar- málaráðharri hevur heitt á starvsfelagar sínar í Tinga- nesi, sum hava ábyrgdina av vegunum og ferðslu- lógini um at gera eitt upp- skot um at banna nýtsluna av píkum. Orsøkin til, at figgjarmålarådharrin hevur ukid hetta stig er sambært Dagblaðið, at Jógvan Sundstein heldur píkarnar Píkadekkið - enn tryggast í hálku. Ikki minst tá talan er um svartakálk sum vit hava alt meira av. Mynd: Kalmar hava skaðiliga ávirkan á fólkaheilsuna og umhvørvid sum heild. Aður hevur eisini bý- ráðsformaðurin í Havn, Poul Michelsen róð upp- undir, at best hevði verið at banna píkunum, og hver minnist ikki royndirnar hjá Dánjal P. Danielsen, tá hann, seinast í sjeytiárun- um, sum landsstýrismaður, vildi hava fullkomið bann sett móti nýtslu av píka- dekkum. Hesar ætlanir hansara endaðu við, at álagt var øllum, sum vildu nýta píkar, at nýta teir á øllum fýra hjólunum, ístaðin fyri bert á tveimum, sum loyvt var framman- undan. Ikki so einfalt Píkaspurningurin er ikki so einfaldur sum onkur vil gera hann ul. Finnleif Durhuus, leiðari av vegaumsitingini hjá Landsverkfrødinginum er avgjørdur í sínari hugsan um píkadekkini. Hann man vera millum teir føroying- ar, sum hevur fingist eina mest við hendan spurning. Millum annað í ti starvi hann situr í, eins og sum partur av einum norður- lendskum samstarvi á hes- um øki. Finnleif situr júst í hes- um døgum og leggur seinastu hond á eina sera umfatandi kanning av øllum vidurskiftum, sum á ein ella annan hátt hava við vetrarkoyring at gera. Hendan frágreiðing skal vera ein partur av einum felags norðurlendskum kanningararbeiði um ferð- slutrygd í samband við bann av píkum. Hóast hann ikki er liðugur við at viðgera øll úrslitini av kanningini, er hann sannførdur um, at alt tos um at banna píkunum her og nú er heilt burtur- við. -Sum leiðari av vegaum- sitingini kundi eg sjálvandi verið sera fegin, um gll nýtslu av píkadekkum varð bannað. Men so einfalt er tað kortini ikki. Vansar eru við nýtslu av píkum, men tað eru so sanniliga eisini fyrimunir. Hvat nyttar at spara nøkur tons av asfalti, um vit samstundis økja um ferðsluóhappini, spyr hann. Finnleif Durhuus heldur ikki, at vit kunnu seta nøkur tons av asfalti upp móti ferðslutryggleik- anum. Skulu vit bannað píkum, mugu vit eisini tryggja okkum, at vegirnir ongantíð eru hálir, sigur hann og leggur aftrat, at sjálvandi fer bergholssam- bandið í Kaldbaksbotni at vera avgjørdur bati, men vit hava so mangar aðrir fjallavegir umframt Oyggj- arvegin. -Tá skulu vit eisini hava heilt onnur kavaruddingar- amboð fyri sera nógvar milliónir, sigur Funnleif Durhuus. Annað slag av níkum Leiðarin av vegaum sitingini heldur, at vit eiga heldur at fylgja væl við ti sum hendir uttan um okkum, og vísir her å I nýggju sløgini millum aðrir norðn hava stóran áhuga fyri. Teir vilja stytta um tíðina, tá loyvt er at Kóyra við píkum, nýta lættari píkar og færri. Nýggir píkar eru komnir fram, sum bert slíta vegimar 25% av ti, vanligu píkarnir gera. Svartakálk vandamiklast Landsverkfrødingurin gjørdi seinasta vetur eina kanning av øllum ferðslu- óhappum á landsvegunum, sum hendu orsaka av hálku. Kanningin fevnir um 44 bilar og vísir, at 52% av óhappunum hendi orsaka av svartakálki, 32% á vanligum ísi, og bert 16% í vanligum kavaveðri. Av hesum 44 bilunum høvdu bert 14% pikadekk. Finnleif Durhuus sigur, at hendan, eins og aðrar kanningar vísa heilt greitt, at kemur tú í svartakálk, og fyri ein stóran part vanligan ís, hevur tú ongan møguleika um tú ikki er skøddur við pikum. Just hetta er eisini tað norsku vegamyndugleikarnir eru komnir til, og sum teir På eisint hava kunngjørt í einum faldara um ferðslu, sum kom út herfyri. Finnleif Durhuus vísir eisini á, at dagatalið við svartakålki gkjast i hvørj- um. Veturin 1986/87 høvdu vit 16 dagar vid svartakålki, áðrið eftir 18 dagar, sidani upp i 33 dagar, sama árið eftir, og seinasta vetur høvdu vit ikki færri enn 44 dagar við svartakálki. Eitt yvirlit vísir eisini, at seinastu fimm árini høvdu vit í meðal 108 hálkudagar í Føroyum. Minni slit Seta vit slitið á vegun- um, orsaka av píkunum, upp í krónur og oyru koma vit til, at trupulleikin verð- ur alt minni. Í eini kanning, Lands- verkfrødingurin hevur gjørt seinastu árini sæst, at slitið á vegunum minkar nógv. Veturin 1989/90 var miðalslitið 0,76 mm. Summarið 90 vórðu veg- irnir í miðal slitnir 0,37 mm, veturin eftir 0,54 mm og í summar slitu vit 0,16 mm í miðal av lands- vegunum. Hetta hevur sínar or- søkir. Millum aðrar, at ferðslan er minni, serliga tunga lastbilaferðslan, slit- lagið á vegunum er úr betri tilfari og ti sterkari, og ————————WÆ—weoe—rprrl