Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Niels Pauli Danielsen ger bart: Privatiserid straks allar utbugvingar Niels Pauli Danielsen, framsøgumadur fyri KFFF, gjørdi bart, tå ordaskiftid um miðnámsútbúgving- arnar var í unginum. - Latið tey, sum skulu brúka útbúgvið fólk, sjålvi gjalda fyri at útbúgva tey, segði Niels Pauli Danielsen. KFFF-maðurin vísti á, at sum er rekur lands- skulafyrisingin allar útbúgvingastovnar og lands- kassin rindar. - Tad rætta er, at allar útbúgvingar verða riknar av sjålvsognarstovnum, meðan landsskúlafyri- sitingin so hevur eftirlitið vid, um útbúgvinganar standa mát, segði Niels Pauli Danielsen. Hann vísti á, at teknisku skúlarnir eru sjálvsogn- arstovnar. Teir eru kortini vorðnir alt meira undir- gravaðir sum slíkir og vinnan, sum rindaði megin- partin aður, rindar nú einki. - Vinnulívið veit best, hvussu nógvum útbúnum fólki, tað hevur tørv á og hvat tey skulu duga. Tí er upplagt, at vinnulívið sjálvt stendur fyri skúiunum og rindar fyri teir eisini, segði KFFF- ungmadurin, ið skoytti uppí, at harvið var ikki sagt, at skúlarnir ikki kundu fáa alment tilskot til raksturin. Harumframt vildi hann hava, at møguleiki varð fyri at gera almennandi skúlar - HF- og studenta- Skúlar t.d. - ið vóru grundaðir á hugsjónir. - Hevur td. ein túarbólkur hug at gera ein skúla, so ger hann ein sjálvsognarstovn, ið verður ríkin við almennum stuðli og næmingagjaldi, og sum landsskúlafyrisitingin hevur eftirlit við, segði Niels Pauli Danielsen, ið sjálvur er studentur frá sjálvsognarstovninum Rønde Kursus. Ein avgerandi grund fyri hesum uppskoti hjå KFFF-manninum var stóða fólkaskúlans. Við teirri skipan, sum nú er galdandi, er fólkaskúlin í vanda: - Tá tað wreingist saman um figgjarliga, so rakar tað alt skúlaverkið, eisini fólkaskúlan, segði Niels Pauli Danielsen, ið segði, at tað var alt umráðandi, at týdningur fólkaskúlans var ikki undirmettur. Harumframt helt hann, at landskassin orkar ikki at bera útreiðslurnar, tá hann skal fíggja eitt skúla- verk, sum gll skulu hava fría atgongd til. ówh A— A AD” OD”. Signar Hansen um uppleggið frá Maritu Margháttligt útspæl Signar Hansen úr Tjóð- veldisflokkinum helt, at ein meginorsøkin til, at landsstýrið hevði biðið um eitt aðalorðaskifti um mið- námsútbúgvingarnar var taktiskt. Samgonguflokkarnir kunnu ikki semjast um ein poliukk á hesum øki, og tí verður málið lagt fyri løgtingid, so landsstýrið kann miða av, hvat semja kann fáast um í tinginum, segði Signar Hansen. Hvat meinar landsstýrið? - Vit fáa at kalla einki at vita um, hvat landsstýrið meinar um hesi viðurskifti, segði Signar Hansen Hann helt eisini, at út- spælið var margháttligt í aðrar mátar. Í sambandi við fíggjarlógina varð gjørt púra greitt, at upphædd- irnar har skuldu ikki vaksa, heldur ikki til út- búgvingarverkið. - Samstundis verða nevnd alternativ á útbúgv- ingarøkinum, sum givið fara at kosta pening, segði Signar Hansen. Loft ella ikki? - Tá vit ikki vita, um eitt fíggjarligt loft er fyri teim- um broytingum, sum kunnu setast í verk, so er tað rættiliga trupult at seta síni sjónarmið fram á hesum gki, segði tjóðveld- Forst US ismaðurin. Hann helt, at rætt var at arbeiða við tankanum um miðnámsdeplar, tí vit eiga ikki at spjaða orkuna meira enn undirvísingarliga og fíggjarliga forsvarligt. Fyrireikast væl - Men teir miðnámsdeplar, ið verða settir á stovn, eiga at vera ómetaliga væl fyrireikaðir, segði Signar Hansen, ið helt tað vera burturvið, at landsstýrið hevði hastað málið um handils- og fiskivinnuút- búgving í Suðuroy í- gjøgnum. - Í fyrsta lagið er ikki talan um nakran depil, tí kreftirnar eru spjaddar, ikki bara millum Suðuroy og Havn og Suðuroy og Vestmanna, men eisini í Suðuroy, og í ødrum lagi er talan um eina manna- gongd, ið er als ikki er góðtakilig, segði Signar Hansen. ówh Nr. 197 — 24. oktober 1991 Framhald av síðu 11 er tí fyrst og fremst eitt úrslit av arbeiðinum hjá einum virknum felag við einari dugnaligari leiðslu, heldur enn almennari ol- mussu. Her å Toftum høvdu vit vónað, at EM-kvalifika- tiónsdystir fóru at verða leiktir á Svangaskarði í ár, men so kom ikki at verða. Vónandi verður hesin prýðiligi vøllur karmur um heimadystirnar hjá føroyska landsliðnum, tå HM-kvalifikationskapp- ingin byrjar um eitt år, og um KÍ, B36 ella aðrir i framtíðini koma at lut- taka i Europa Cup fyri meistarar og steypavinn- arar, so vóna vit, at teir koma at kenna seg heima her á Toftum. At enda nøkur orð til Tofta Ítróttarfelag. Sam- arbeiðið millum kommun- una og tykkum hevur al- tíð verið framúr gott. Sum lokalmyndugleikar eru vit stoltir av tykkum. Vit kunnu kanska um- skriva orðini hjá Chur- chill: >Ongantíð áður hava so fá avrikað so nógv uppá so stutta tíða. Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við avrikinum. Takk fyri. HÓVLIGA Helena D. á Neystabø:Tad avgerandi í einum skúlapolitiskum orðaskifti Ikki bygningar, men innihald Undirvísingarmálið eigur at vera fóroyskt í fóroyskum skúlum, segði framsøgu- kvinnan fyri Sjálvstýrisflokkin Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum legði dent á, at skúlapolitikkur ikki átti at vera ein spurn- ingur um, hvørjir bygning- ar vórðu bygdir hvar. Tað avgerandi átti at vera, hvat var lært í skúlunum. Ruddið upp I tráð við hetta snúði framsøga hennara seg um spurningin: hvat er ein føroysk útbúgving í Før- oyum? Hon helt, at fyrst og fremst átti at verða 'rudda upp', so samsvar fekst millum lógir, kunn- gerðir og lesiætlanir; tað var tað ikki altíð, tí skúla- verkið hevur danskar fyri- myndir og so lærugreinina føroyskt og nakað av fiskivinnu aftrat, og tað var ikki altíð, at tað var eydnast at geva skúlanum í heild eitt føroyskt innihald. Føroyskar uppgávur Helena Dam á Neystabø var ikki ósamd í, at bæði innihald og bygnaður átti at endurskoðast, men hon helt, at fekst eitt slíkt sam- svar í lag, so kundi núver- andi Lygnadur roynst væl betri enn at hann i rbynd og veru ger. I hesum við- fangi nevndi hon, at t.d. tað kundi verið ein setan- artreyt hjá lærarum, at teir gjørdu royndaruppgávur, sum ein uppgåvunevnd valdi imillum, so vit ikki vóru heft av donskum upp- gávum til royndir í før- oyskum skúlum. Onnur setanartreyt helt hon skuldi vera grundað á eina prinsipp-avgerð, sum segði, at undirvísingar- málið í føroyska undirvís- ingarverkinum skuldi vera føroyskt. Helena Dam á Neystabø minti á, at talan var um eina 100 ára gamla stevnu, sum ikki var rokk- in enn, og tað var skomm. Tey, sum ikki kundu lúka hesa treyt, eiga at fáa til- boð, sum loysir trupulleik- an. Ikki bæði blása og... Helena Dam á Neystabø kom ikki við greiniligum stødutakanum um, hvussu miðnáms-útbúgvingarnar skulu skipast framyvir; til tess saknaði hon fleiri tøl um kostnaðin av teimum møguleikim, sum hugsast kundu. Hon helt tað vera umráðandi at skifta orð um, hvørt miðnámsútbúgv- ingarnar skuldu vera fyri øll, hvørjar útbúgvingar, fólk skuldu kunna taka i sínum nærumhvørvi og hvussu gomul, fólk skulu vera, tá tey flyta heiman. - Men vit kunnu íkki bera fram okkara ynski og politisku sjónarmið, uttan samstundis at gera okkum púra greitt, hvat hver loysnin kostar, segði Hel- ena Dam á Neystabø, ið segði so mikið, at tær kostnadarkrevjandi tekn- isku útbúgvingarnar eiga at verða midsavnadar. ówh