Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 — 24. oktober 1991 Síða 11 Niðanfyri prenta vit nakrar av teimum róðunum, ið vórðu hildnar á Svangaskarði sunnu- ET nyggi grasvøllurin varð tikin i nýtslu vid dysti millum EM-landslidid og eitt urvalsli — Góðan dagin, øll somul! Kæra Tofta Ítróttarfe- lag, toftafólk og nesbúgv- ar, umboð fyri Fótbólts- samband Feroya (FSF), spælarar og tit áskoðarar. — Í dag er stórur dagur á Toftum. Grasvellurin á Svangaskarði verður al- ment tikin í nýtslu. — Í nógv ár hevur ítrótturin ligið frammar- laga her í økinum. Leingi hava verid tankar um at byggja ítróttarháskúla her. — Tað varð av ongum tá, men arbeitt hevur alla tíðina verið við at geva ítróttinum góðar umsteð- ur. Til Oyggjaleikirnar, sum vóru hildnir í Feroy- um í 1989, stóð ítróttar- ekið til frælsan ítrótt lið- ugt — og er hetta einasta av sínum slagi í landinum. Við at skapa fyritreytir fyri frælsum ítrótti vístu tit tykkum sum undan- gongufólk. — Hesin pioner-andi kemur eisini til sjóndar í arbeiðinum hjá Tofta Ítróttarfelag at geva fer- Marita Petersen, Føroya Landsstyri: Tu kanst avrika tað ótrúliga, tå tu ikki kennir tinar avmarkingar oyska fótbóltslandslið- num meguleika at spæla heimadystirnar í Feroy- um. Tað var sigurin hjá fer- oyingum yvir eysturríkar- um í Landskrona í sep- tember í fjør, sum setti ferð á at gera dreymin um grasvøll til veruleika. Tofta Ítróttafelag fór und- ir hetta arbeiði við at um- byggja kastigarðin til grasvøll, tó so at hesin eisini skuldi gerast betur egnaður til sitt uppruna- liga endamål. Tá farið varð undir at gera grasvellin, var málið, at hann skuldi vera lið- ugur til heimadystirnar hjá landsliðnum í sep- tember 1991. Og tað ótrúliga hendi, vellurin varð liðugur. Men tíverri, avgerðin ella kanska rættari tervandi avgerðin hjá UEFA gjørdi, at tað ikki bar til at nýta vellin til feroysku heimadystirnar í septemb- er og oktober í ár, men noyddist landsliðið at spæla teir í Landskrona. Um gingist hevði eðrvísi, um spælt hevði verðið í Føroyum, vita vit ikki, men allar royndir á hesum eki vísa, at tað at spæla heima er til fyrimuns fyri heimaliðið. Eitt vita vit tó við vissu, og tað er at tað hevði verið fíggjarligan fyrimun: fyri landsliðið og FSF, fyri landið og ikki minst fyri Tofta Ítróttar- felag. Hetta varð so av ongum á hesum sinni. Men so verður tað næsta ár!! nú FSF hevur meldað Feroyar til Heimsmeist- arakappingina í 1994. Sum eg havi skilt koma einir 8 dystir at verða spældir i Føroyum frá mai 1992 til heystið 1993. Og eisini hava føroysk lid nå betri møguleikar at luttaka i uttanlandskapp- ingum av ymsum slagi. Men allir trupulleikar eru ikki av enn. Ti hetta er eitt stórt tak — eisini fíggjarliga. Tofta Ítróttar- felag hevur gjert eitt ótrú- ligt arbeiði, men teir/tey hava ikki staðið einsa- mallir. Øl í kommununi hava hjálpt til, bæði sjálv kommunan og einstak- lingar. Eg veit, at Tofta Ítrótt- arfelag hevur stórar ætl- anir um nýtslu av teimum umsteðum, sum her eru skaptar, til annað enn bert landsdystir, og tað vóni eg fer at eydnast tykkum, føroyskum ítrótti til frama. Dagurin í dag er dagur- in hjá Tofta Ítróttarfelag. Men eg haldi vit megu å- sanna, at seinasta árið hevur verið árið hjá fer- oyska landsliðnum, bæði her heima og úti í Europa. Eg vil her nýta hevið at ynskja tykkum tillukku við avrikunum hesar 13 mánaðirnar. Hjartaliga tillukku allir spælarar, ið hava luttikið, venjari og FSF. — Vit vóru helst nógv, ið vóru ógvuliga ivasom, tá gjørt varð av at luttaka í Europameistarakapping- ini. Men tað tit hava av- rikað er ófert. Eg komi í hesum sambandi at hugsa um nakað ein kendur fressur, sum eitur Gar- field einaferð segði: >Tú kanst avrika tað ótrúliga, tá tú ikki viðurkennir tín- ar avmarkingar< — ásett- ar av eðrum. Einaferð enn: Hjarta- liga tillukku. Vit eru spent at síggja dystin í dag mill- um okkara bestu spælar- ar, bæði tykkum, ið hava spælt móti teimum „stóru stjørnunum« og tykkum, ið fara at spæla komandi At enda fari eg vegna Feroya Landsstýri at ynskja Tofta Ítróttarfelag hjartaliga tillukku við tí nýggja grasvellinum og ynskja tykkum eydnu í virksemi tykkara framyv- W. Niclas Davidsen, Tofta Ítróttafelag: Bara UEFA hevði skikkad sær væl Háttvirda samkoma! Góðu gestir og ítróttar- fólk! Vegna Tofta Ítróttarfe- lag skal eg eina ferð enn bjóða tykkum at vera hjartaliga væl komin til hesa letu. Vit hava sæð fram móti hesum hátíðarhaldi, síðani hugsanin fyri einum ári síðani kom fram at fáa til vega meguleikar at leika altjóða fótbóltsdystir á grasvelli á Svangaskarði. Tankin spíraði fram, tí tað var mett vera burtur úr vón og viti, at lands- liðið skuldi stríðast fyri æruni hjá feðilandinum á heimavelli á so fjarskotn- um staði sum í Lands- krona. Ikki minst frálíka úrslitið móti Eysturríki í fyrsta EM dystinum setti ferð á. Hesi kveldini, landsliðið hevur verið í dysti í Landskrona nú í heyst hava vit á Toftum sitið og hugsað um, hvussu hevði verið, um UEFA hevði skikkað sær væl, og dyst- irnir hevdu verið á Svangaskarði. Veðrinum eru vit ikki harrar yvir, men tey bæði kveldini, dum dystirnir móti Norðurírlandi og Danmark vórðu leiktir, var veðrið her av tí fagr- asta, og tað hevði verið eitt spæl at flutt allar teir fótbóltshugaðu feroying- arnar á sjógvi og landi til og frá dystunum. Nú dysturin móti Jugo- slavia bleiv spældur, var eitt sindur meira sjaskut dagarnar undan og dagin eftir dystin, men ta let- una, sum dysturin hevði verið leiktur, var veðrið gott. Eg skilji á lagnum, at regn er ikki nakað ókent fyribrigdi í Landskrona. At tað er eitt sindur kald- ari her í Feroyum ger einki, tí tað átti bara at gjert heimavellin til sterri fyrimun hjá okkara monn- um móti liðum sunnari úr Europa. Síðani minniliga sigurin á Eysturríki hevur lands- liðið bæði verið á aldu- rygginum og onkuntíð eitt sindur niðri í dalinum. Mikukveldið vóru vit í sjónvarpinum vitni til, at stríðsviljanum er einki í vegin við. Bert at tapa 2—0 móti fótbóltsstór- veldi sum Jugoslavia er frálíkt, og vit, sum sótu í stovuni og hugdu at, kendu ikki sert av snópni yvir, at áskoðararnir, sum tóku á við Jugoslavia, vóru fleiri enn teir, sum tóku á við okkara monn- um á heimavelli. Eg siggi í blødunum, at fótbóltsserkenir meta, at um dysturin móti Jugo- slavia vid 10.000 føroysk- um åskodarum at taka á við okkara monnum, so hevði úrslitið verið upp- aftur betri. Nú er bert at fegnast um, at tá týdn- ingarmiklir dystir í HM kappingini fara at verða spældir komandi ár, so hava vit á áskoðarapláss- unum møguleika at vera tann tólvti maðurin, sum teir siga er so neyðugur í slíkum dystum. Grasvellurin ber eisini meguleikar í sær hjá fer- oyskum feløgum at taka lut í europa cup kapping- unum. Tað liggur á ljóði, at hugsað verður um lut- teku í onkrum felagi kom- andi ár. Tit skulu vita, at vit á Toftum altíð eru klárir at hýsa heimadyst- unum her á Svangaskarði. Nú verkið er lokið vilja vit nýta hevið til at takka øllum teimum, sum á ein og annan hátt hava verið við til at gera tað megu- ligt at fáa grasvell á Svangaskarð. Vit takka myndugleik- unum fyri vælvild, bæði teimum her á staðnum og landsmyndugleikunum. Eisini FSF skal hava tekk fyri sín stuðul og áhuga fyri grasvellinum. Fjølmidlunum kunnu vit við hvert vera eitt sindur troytt av, so sum teir ganga og sneyta í øll- um, men teir skulu hava tekk fyri åhugan, teir hava víst ætlanini frá fyrsta degi. Fíggingarstovnarnir hava verið stak lagaligir móti okkum, og tað takka vit fyri. Somuleiðis tit, sum hava stuðlað fíggjarliga í sambandi við henda dyst- in. Leveranderarnir hava víst áhuga fyri arbeið- num, og teir hava víst okkum stóra vælvild. Hjartans tekk skulu tit eiga fyri tað. Ikki minst hevuðsstuðulin hjá Tofta Ítróttarfelag, = Timbur- handilin Runavík, veita vit hjartans tekk. Landsliðsleiðslu og leik- arum saman við úrvalslið- num takka vit fyri, at teir vildu koma higar í dag at seta punktum fyri eitt drúgt kappingarár. Vón- andi trívast tit væl á nýggja vellinu, sum kom- andi árini verður karmur um tydningarmiklu al- tjóða dystirnar, tit skulu spæla á heimavelli. Eg rokni ikki við, at nakar tekur mær tað illa upp, at seinasta tekkin verður veitt fólkinu, sum búleikast her í kommun- uni. Jens Christian hevur verið ein úrmælingur sum arbeiðsformaður, og tað ídni, sum fólkið hevur víst í sambandi við arbeiðini, í- tróttarfelagið hevur stað- ið fyri, er fyrimyndarligt. Vit sóu tað, tá graslíkis- vellurin og ekið til frælsan ítrótt varð gjert fyri nekr- um árum síðani, og vit hava aftur nú fingið hetta staðfest. Ítróttarfelagið hevur í sínum ætlanum roknað við stuðli frá bygdarfólkinum, og hann hava vit fingið í ríkt mál. Takk fyri, ell somul. Haldor Wang, Nes Kommuna: Vellurin er eingin figgjarligur kleppur Góðu leikarar og áskoðar- ar. Vegna Nes kommunu fari eg at bjóða ellum væl- komnum á Svangaskarð henda merkisdag, nú fyrsti fótbóltsvellur í Fer- oyum, ið lýkur altjóða krev, verður tikin í nýtslu. Tá farið varð undir hetta arbeiði fyri sløkum ári síðani, vóru tað mong, ið hildu hetta vera ein ov stóran gloypibita uppá so stutta tíð. Men í dag síggja vit hvat vilji og á- grýtni kunnu avrika, tá ið á stendur. Mangur hevur hinvegin hildið, at ítróttarekið á Svangaskarði er óða- mannaverk og ein fíggjar- ligur kleppur fyri Nes kommunu. Til hetta kann eg bert siga, at í mun til hvat aðrar kommunur í landin- um veita í studningi til í- tróttin, so er Tofta Ítrótt- arfelag ikki nakað forkel- að felag. Her í kommun- uni er ítrótturin stuðlaður í mun til tað, ið mett hev- ur verið rímuligt og for- svarligt. Avrikið á Svangaskarði Framhald á síðu 10 = mm