hósdagur 24. oktober 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jóanes N. Dalsgaard skrivar:
Nr. 197 — 24. oktober 1991
Hugleiðingar um
føroyska samfelagið 0
í sínum fjølbrovtni
So leingi sum politikarin - fólksins umboð - hugsar meira um at
sæta sær í flógvum sessi, heldur enn at skapa pr teimum
hann umboðar, livikor ájavnt við hansara egnu, tå er hann ikki
annað enn úlvur í seyðaskinni skrivar Jóanes N. Dalsgaard,
m.a. í hesum hugleiðingum um føroyska samfelagið i dag.
Í hesum degum verður
nógv tosað um ymiskar
broytingar, sum mugu
gerast í samfelagnum til
tess, at hetta kann lúka
tær treytir, nútíðin setir
einum slíkum. Mál av sera
stórum týdningi hava
verið frammi, so sum rús-
drekkalógin og afturlat-
ingarlógin, og sannast má,
at okkara politikarar reiði-
liga hava spílað seg út fyri
at fáa loyst hesi mál.
Tosað verður um at libe-
ralisera lógir frá hond, og
hetta má merkja, at lógar-
verk okkara sum er, er
nakað stirvið og kanska í
so víttfevnandi. Jú, víst
hava okkara politikarar
fullar hendur, ikki minst tí
at eingin teirra tykist at
vilja líta nøkrum av teim-
um mongu embætismonn-
unum í Tinganesi tey reint
umsitingarligu málini upp
í hendur. Nei, alt verður
gjørt til politiskar av-
gerðir: Ferðaætlan
Strandfaraskip Landsins,
raðfesting av vegagerðum
hjá Landsverkfreðingin-
um, uppheggingarstuðul
til skip, fiskiloyvi, ali-
loyvi, kvotabyti o.m.m.a.
Tå so er, kann ein freist-
ast at spyrja, hvussu
nogva orku politikararnir
leggja i at føra politikk i
týdninginum samfelags-
mennandi og menningar-
stýrandi virksemi.
Hvussu við framtíðar
samfelagnum? Hvussu
við bygnaðinum í landsins
stýri? Hvussu við fram-
tíðar Feroyum? Og
hvussu við fortreytunum
hjá fólki at virka undir,
sum so nógv varð tosað
um frá politiskari síðu
beint eftir seinasta val?
Hesum spurningum tyk-
ist eingin við politiskari
ávirkan at hava hug ella
stundir til at hugsa um
nú. Men hví skulu teir eis-
ini tað? Týdningarmeira
er at bjarga nekrum at-
kveðum her og har, við
onkrum aliloyvi, stuðuli
til fiskivinnuna, ella við
landskassaveðhaldi at
bjarga einum hverjum ó-
hepnum reiðara frá húsa-
gangi, ella at bjarga polit-
iskum samstarvi við at
lata eyguni aftur fyri at
einhver forroknaður
grannskoðari við inhabili-
tetinum í lagi, heldur út-
selu fyri skattaborgarans
pening. Men hvar fór um-
sorganin fyri vanliga fer-
oyinginum, honum sum
ikki eigur nakrar pengar
at spekulera við? Jú, sært
tú, við honum er ikki so
vágið. Hann velur tey
bestu lyftini, hóast hann
veit, at tey verða brotin.
Hann hevur einki annað
val!
Hvat fáa tey
løn fyri?
Tann politikk vit síggja
førdan í dag, og sum vit
hava sæð í nú skjótt nógv
ár er ein stuttskygdur,
nalvaskoðandi sjálvsekn-
ispolitikkur, uttan ans
fyri samfelagnum í sínum
fjølbroytni. Fyri at nevna
nekur av teimum, sum
verða fjónaði, kunnu vit
nevna tey láglentu, ar-
beiðsmenn og -kvinnur,
arbeiðsleys og lesandi.
Onkur stúrsar kanska við
tá eg taki tey lesandi við,
Lien ein sannroynd er tað,
at stuðulin hesi fáa frá tí
almenna, er hverki til at
liva ella doyggja av.
Men tað eru tey, sum
ikki hava tílíkar trupul-
leikar at dragast við. Og
ímillum teirra eru júst
okkara fólkavaldu politik-
arar. Við eini len uppá ein-
ar 17.500,- kr. um mánað-
in líða hesi onga neyð.
Hetta skal ikki skiljast
sum eg eri argur um at tey
ikki líða neyð. Nei, soleiðis
er ikki, men vanliga verð-
ur kravt av einum, sum
fær løn, at hann ger eitt
arbeiði afturfyri. Tað er jú
arbeiði, sum gevur peng-
unum virðið. Men júst her
er tað at eg fari at seta eitt
stórt spurnartekin við løn-
ina, sum legtingsmann-
ingin fær, tilsamans einar
6,7 mió. kr. um árið. Fáa
vit veljarar valuta fyri
hesar pengarnar, tí vit eru
tað sum gjalda. Eg haldi
at svarið má verða nei.
* Fremsta uppgáva po-
litikarans (í einum toluliga
humanum demokratii) má
vera, at skipa samfelagið
soeliðis at allir borgarar
tess trívast. Og so kann
spyrjast: Hava landsins
ráðandi myndugleikar ekt
um trivnaðin hjá feroying-
inum seinastu árini? Aft-
ur má svarið verða nei.
Hver er tað, sum hevur á-
byrgdina av at samfelagið
er koyrt fast ídag? Politik-
arin! Men hver skúmar
framvegis róman oman av
samfelagsdylluni? Politik-
arin! Tá eg her sigi
»politikarin« meini eg ikki
við einstakar løgtings- og
landsstýrismenn, men
heldur við andan, ella
moralin/manglandi moral-
in, sum hongur yvir polit-
iskum arbeiði í Føroyum.
Gongd á aftur,
men hvussu?
Fyri kneppum ári síðani
fingu vit nýtt legting. Úr-
slitið av valinum var ikki
eitt óbroytt legting, sum
vit so smátt hava vant
okkum við, men haraftur-
ímóti eitt reiðiliga nógv
umskipað legting. Hetta
vísir okkum, at veljarin
hóast alt ikki setir krossin
bara av gomlum vana,
men at hann hevur eyguni
við hvat hansara politisku
umboð havast at. Tískil
skuldu verið flokkar, sum
kundu tikið valið sum eina
álitisváttan, meðan aðrir
skuldu havt allar grundir
til at tikið úrslitið sum ein
dóm fyri »skeivan« poli-
tikk. Um rætt er dømt
skal tíðin vísa.
Tíðliga í '91 fingu vit
nýtt landsstýri, mannað
við báðum vinnarunum av
valinum. Nú vóru nógv, ið
væntaðu at vend fór at
koma í í samfelagnum.
Allir flokkar hevdu jú í
valstríðnum tosað um at
fingið >gongd á aftur sam-
felagið“, og fleiri veljarar
trúðu ivaleyst, at so fór at
verða. Men nú stingur seg
upp spurningurin um,
hvat fólk meina við „at fáa
gongd á aftur«. Og sum
onkur hevði ræðst fyri,
vísti tað seg, at meint var
við at lappa dekkini á
samfelagsbilinum, at
stappa kloddar í holini á
samfelagsskútuni, og at
sankað saman aftur tann
sindraða førningin av veg-
num, og síðani halda leið-
ina fram við trimum
cylindarum, skreddum
stóregli, og illa dálkaðum
viðferi.
Tá hetta er sagt, kann
sanniliga verða spurt,
hvat tað er undirritaði vil.
Er tað ikki rætt at fáa
hjólini aftur at mala? Jú,
víst er tað rætt, men tað
valdast hvussu hetta
verður gjert. Tað finnast
nevniliga fleiri hættir, og
eg loyvi mær at halda, at
tann loysnin, sum okkara
politikarar hava valt til at
loysa trupulleikarnar, er
ikki tann frægasta.
Fyri tað fyrsta er tað
fiskivinnan, sum er í
kreppu, og nú skal bjargst
burtur úr hasara við al-
mennum pengum. Alt
gott um tað, hevði verið
farið fram á skilagóðan
hátt. Men tað kann illa
sigast, tí hóast tað hevur
verið tosað um ein yvir-
kapasitet í veiðiorku uppá
heili 40%, so hava okkara
politikarar sett sær sum
mál einans at minka um
veiðiorkuna við 10%. Og
hóast tað hevur víst eg at
trolaraflotin er stersta
hóttanin ímóti grunnum
okkara, so verða nýmót-
ans, enn effektivari trolar-
ar framvegis fluttir inn til
landið við landsstýrisins
loyvi.
Eitt annað sum er at
undrast á, er tann so-
nevndi upphøggingar-
studulin til fiskivinnuna.
Tad skal eitast at lands-
stýrið keypir fiskiloyvið
frá skipunum fyri at fáa
hesi burtur av Feroya-
grunnunum, men í veru-
leikanum er talan um
fiskiloyvi, sum skipini i
síni tíð hava fingið ókeyp-
is frá landsstýrinum, sum
landsstýrið nú keypir aft-
ur fyri dýrar pengar. Ein
og hver kann av hesum
síggja, at onkur má gerast
ríkur av hesum »handlin-
um«, men tað er so sanni-
liga ikki miðalborgarin í
okkara samfelag. Nei, har-
afturímóti eru tað reiðar-
arnir — sum av berari pen-
ingagreði og ódugnaskapi
hava skyldina av at
grunnarnir eru oyddir —
sum sita og pumpa sein-
astu oyruni úr landskass-
anum, og súgva seg feitar
av seinasta blóðsdropan-
um úr meinigmanninum.
Palliba, sum hesir høgu
menn hava valt at kalla
medalføroyingin, umboðar
75% av føroyska fólkin-
um. Vit kunnu spyrja:
»Er fiskimaðurin vorðin
ríkur av uppheggingar-
studli?« ella: >Er fiski-
maðurin vorðin ríkur av
útgoldnum landskassa-
veðhaldum?< Nei, ikki
fiskimaðurin, men haraft-
urímóti eru tað reiðarar —
og her hugsi eg serliga um
teir, ið eisini hava eina tá
innan legtings- og/ella
landsstyrisgått — sum
hava dugað útrúliga væl
at vent tí, sum eftir rett-
um skuldi verið fíggjarlig-
ur missur, til stóran fíggj-
arligan vinning.
Hver tosar
um ábyrgd?
Nakað síðani fóru ávísir
føroyskir politikarar at
tosa um eitt — í polit-
iskum hepi — higartil
ÍA
rættiliga ókent fyribrigdi,
nevniliga ábyrgd. Minnist
meg rætt var tað háttvirdi
landsstyrismadur Svend
Åge Ellefsen, sum i sam-
bandi vid eitt leigumål hjå
Strandfaraskipum Land-
sins, gav ilt av sær og
kravdi at åbyrgdin i mål-
inum bleiv plaserað.
Hvussu umsteðurnar ann-
ars vóru í hesum máli,
skal eg ikki greiða her,
men vist er, at vánaliga
fíggjarsteðan í landinum
man gera sítt til, at lands-
stýrið nú letst vera vandn-
ari í umsiting síni av
peningi skattaborgarans,
nú so lítið er til av honum.
Men tað, sum mær kortini
tykist rættiliga marghátt-
ligt er, at politikarar nú-
stani fara at rópa um á-
byrgd, og tað í sambandi
við mál, sum einans eru
eitt produkt av vána stýr-
ing. Eitt danskt orðatak
sigur at »man skal gribe
om ondets rod«, og skal
nakað høpi vera í at pla-
sera åbyrgd, so kann ikki
vera rætt einans at fara
eftir teimum, sum hava
torført við at halda seg
innan trongar karmar,
sum eru skaptir og trýstir
niður yvir tey av eðrum.
Upprunin til alla armóð-
ina er jú fíggjarkreppan,
og tí haldi eg hevði verið
rættast fyrst at fingið
greiðu á hver hevur á-
byrgdina av henni.
Hvor fekk
rokningina?
80'ini royndust uppgangs-
ár i Føroyum. Peningi var
nógmikið av antin hann
var ogn ella lán, og fer-
oyska vinnulívið blómaði.
Skip í hópatali vórðu
bygd uttanlands og skrá-
sett undir feroyskum
flaggi. Landið veðhelt fyri
hundraðtals milliónum í
ud