Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 197 — 24. oktober 1991 láni til hesi somu skip, og hildið varð, at nú var al- ternativið til fiskivinnuna at finna í farmasigling utt- anlands. Hetta gekst frá fyrstan tíð illa. Skipini vóru ov dýr, og eingin meguleiki var hjá teimum at klára seg í kapping við onnur reiðarí, eitt nú olju- feløg 0.0. Úrslitið var at skipini fóru á húsagang og landskassin stóð eftir við eini rokning, sum tottaði í eina milliard krónur. Hver hevði so ábyrgdina? Vóru tað ikki teir politikararnir, sum við síni undirskrift góvu loyvi til hesar er- vitisílegur? Eisini fiskiflotin varð endurnýggjaður í hesum gylta 10-ára skeiði, og eins og við farmaskipunum var tað landskassin, ið veðhelt fyri lánunum. Eisini her fór meginparturin so við og við á húsagang. Rokn- ingina fekk landsstýrið, men sjálvan vóru tað inn- skjótararnir, sum mistu eitt einasta oyra. Teir vóru hvaðna skjótari út aftur at keypa skip, í flestu forum teirra egnu trotabúgv, og soleiðis var talan um eina beinleiðis sanering av skuld fyri landskassans (les: skatta- borgarans) rokning. Men í seinnu helvt av 80'unum hendir nakað: Fiskurin fer at ganga undan. Og hóast fiskifreðingar í fleiri ár hava rópt varskó um látast = landsins kosnu menn (einasti sum royndi at tala at var ein kvinna!) púrasta at verða tiknir á bóli av hesi sannroynd, sum nú meira merkist sum alsmant minkandi avreiðingar. Og enn eina- ferð melur myllan: Skip og flakavirkir á húsagang, men hesaferð meira av veruligari armóð enn sum liður í einum marghátt- ligum fløgupolitikki. Vit kunnu so spyrja: Hví varð ikki lurtað eftir fiskifrød- ingunum? Hví skulu vit hava eina fiskirannsókn- arstovu á legtingsfíggjar- lógini, tá allar forsegnir hennara av legtingi og landsstýri einans verða skírdar hysteriskar dóma- dagsprofetiir? Tá fiskurin fór at ganga undan — ella nakað áðr- enn tað — fór laksa- og sílaaling so smátt at taka seg upp. Nú tá minni fisk- ur var, vórðu stórar vónir settar til alingina — nú skuldi hon verða alterna- tivið. Og kanska kundi hon verið blivin tað, um ikki bráræsnir vinnulívs- menn og inkompetentir politikarar | beinanvegin legdu fót fyri eini skila- góðari vinnu. Tey fyrstu árini hendi ein ógvislig ekspantión innan vinn- una, og brátt var fjør fjørdåur avtakin av ali- brúkum. Men nakra stýr- ing ella samskipan av alingini sást einki til. Landsstýri og legting sótu hendur í favn og lótu eina nýggja útflutnings- vinnu vaksa fram eftir fummum. Nú hevnir hetta seg! Alivinnan hevur í dag stórar fíggjartrupulleikar, hon er orsek til umfatandi dálkingartrupulleikar um- framt at hon hevur eitt 6- tal av fiskasjúkum at dragast við, hetta hóast alment útnevnda aliráðið í einum tilmæli til Feroya Landsstýri í 1988 ger vart við megulig tiltøk til tess at fyribyrgja tí steðu ali- vinnan í dag er komin í, við kanska sterri útreiðsl- um til medisin enn til fóð- ur! »Vertin á hvat annar fær, eg skal nøra mæra Ein kann so freistast at spyrja um Feroyar kanska eru ov lítið land til at ábyrgdarpolitikkur kann ferast. Nógv bendir á at so er. Nú verður talað um sjálvstýrislóg, men hóast eg ikki haldi at ríkisrættarliga støda Før- oya er nakað virðilig sum er, so vænti eg, at polit- iska ábyrgdarloysið og strembanin eftir persón- ligum letuvinningi, sum vit kenna hesi fyribrigdi her á landi, eftir stuttari tíð fara at sorla meguleik- arnar fyri eini skilagóðari samfelagsskipan. So leingi sum politikarin — fólksins umboð — hugsar meira um at sæta sær í flógvum sessi, heldur enn at skapa øllum teimum hann umboðar, livikor á- javnt við hansara egnu, tá er hann ikki annað enn úlvur í seyðaskinni. Úlvur er eitt skaðadýr tá hann er svangur, og okkara úlvar tykjast ómettandi. Fagur- lætnir eru teir upp undir val, men hver er tann, sum røkir ikki seyðin væl áðrenn flettast skal? Tó, tann dagur man fara at koma, tá skurðurin fer í rangastrúpan. Gævi tað verður ikki so leingi. 17.10.89] Joanes N. Dalsgaard Kvinnuhúsið Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvønn håsdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM, undir Pisuvarða 2, ella á tif. 17200. Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl. | 15.30—17.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn | dag frá kl. 15.30—7.00 á morgni. Síða 13 Gerist Fremstur Bíligast Bestur og klárt á odda við 5 bløðum haldarar... av Føroya mest endurgivna | og best lisna blad og fåi fjøl- broyttastu føroysku tidindini 5 ferdir um vikuna tysdag, mikudag, hésdag, friggjadag og leygardag fyri / leysasølupris um vikuna. - Sosialurin - sosialurin - sosialurin - sosiahæin Eg gerist haldari av Tidinda rJa / bladnum Sosialinum og fåi # blaðið 5 ferðir um vikuna. Haldaragjaldið er kr. 200,- fyri ársf = fáið henda Haldarar uttanlands gjalda kr. 235.- /ársf trúgva vinin við a Goldið verður ongantíð fyri fleiri blød enr postinum allar DN tey. ið eru eftir at kom: gerandisdagar a uttan månadag í Navn og verið við í og fáið lut í øllum tí nógva, Tíðinda- blaðið Sosialurin tekur til viðgerðar. Fáið tað í lag NÚ 1 | einum ársfiórðir BERT 235,-/årsfj.