fríggjadagur 25. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 198 — 25. oktober 1991
Síða 3
Skattaprosentið á Tvøroyri hitt sama, men
trupult verður at fáa endarnar at rókka saman
Kommunan selur
og leigar Ut
-fyri at minka um kostnadin
av at reka kommununa
Flestu av føroysku komm-
ununum er illa fyri penin-
galiga, og betri verdur ikki
næsta år.
Tvøroyrar Kommuna er
einki undantak. Seinasta
månadag samtykti býráðið
å Tvøroyri at hava sama
skattaprosent næsta år sum
í år - 17,5%. Býráðið sam-
tykti eisini, at sami barna-
frádráttur, 2000 krónur,
skal vera galdandi.
Men Dánjal av Rana,
býráðsformaður óttast fyri,
at torført verður at fáa
endarnar at røkka saman.
Kommunan hevur fingið
eina ábending frá Líkning-
arráðnum um ikki at rokna
við ov stórari skattainn-
tóku, og út frá hesum
ráðum og teimum inn-
tøkutølum, sum í løtuni
eru at byggja á heldur
Tvøroyrar Kommuna, at
skattainntókan minkar úr
umleið 34 milliónum og
niður í 30 milliónir næsta
ár.
Ongar iløgur
Dånjal av Rana sigur, at
Tvøroyrar Kommuna er
væl utbygd vid øllum
fortreytum til idnad og
arbeidsskapandi virksemi
bådu megin fjørdin. Har er
båtahylur og fiskivinnu-
havn, ellis- og røktarheim
og barnagarður, og skúla-
verkið er á hædd við tey
bestu. Trivnaðarliga er
kommunan eisini væl fyri
bæði við vølli og høll og
ødrum møguleikum, sum
kommunan hevur verid vid
til at fingið til vega.
Men alt hetta kostar í
umsiting og rakstri. Bý-
ráðsformaðurin ivast í, um
tær 30 milliónirnar í
skattainntøku fara at røkka
at halda kommunalu tæn-
asturnar gangandi, eins og
at halda tær lógarbundnu
skyldurnar, kommunan
hevur, sjálvt um als ongar
iløgur verða gjørdar.
Leiga og selja
-Vit hava ti ikki annan
møguleika enn at royna at
fåa kommununi nakrar
inntøkur aftrat, eins og at
lætta um onkrar rakstrar-
útreiðslur, sigur Dánjal av
Rana. Býráðið samtykti tí
herfyri at leiga nakað av
kommunala virkseminum
út. Millum annað matstov-
una í ítróttarhgllini og
kropsvenjingarstødina.
Eisini hevur byrådid
samtykt at leiga grótbrotið
út við teimum maskinum,
sum har eru, til eitt byggi-
felag í býnum.
Gamla skúlan í Froðba
og Trongisvági roynir
Tvøroyri fær sama
skattaprosent næsta ár
sum galdandi hevur verið í
ár - 17,5%
kommunan at selja, og
somuleiðis stendur skipa-
smiðjan á sølulistanum hjá
kommununi. Ahugin fyri
at keypa skipasmiðjuni
hevur tó enn ikki víst seg
at vera serliga stórur.
tór.-
Heldur rakstrarlán
enn morarentu
Vegna landsstýrið hevur Svend Aage Ellefsen,
landsstýrismaður í samferðslumálum, lagt uppskot á
ting um at loyva Strandferdsluni at læna upp í tíggju
milliónir til fígging av rakstrinum.
Eina tílíka heimild hevur Strandferðslan ikki í dag,
og tað heldur stovnurin vera óheppi, ti mangan er
neyðugt at yvirtrekkja kontoina í bankanum. Og
hetta kostar dýrt í morarentu.
Orsøkin til, at Strandferðslan av og á er noydd at
yvirtrekkja er, at útreiðslurnar eru ógvuliga Ójavnar
tær ymsu árstíðirnar, men tað eru inntøkurnar ikki.
Tær eru stórt sæð tær somu fyri hvgnn mánað.
Haraftrat hevur Strandferðslan altíð nakað av
skuldarum.
Í roknskapinum fyri Strandferðsluna í fjør sæst, at
stovnurin hevur brúkt 2,6 milliónir í rentu til
peningastovnarnar. Fær Strandferðslan játtan um eitt
rakstrarlán verður hildið, at rentuútreiðslurnar verða
væl minni.
tór.-
Slepst neyvan
undan at siga
fólki upp
Eisini Vágs Kommuna
skal spara. Mannbjørn
Tausen, býráðsformaður
sigur, at kommunan hevur
í løtuni eitt av hægstu
skattaprosentum- 17% - og
talan verður møguliga at
seta tað enn hægri. Men
endalig stóðu er ikki tikin
enn.
Skattainntøkan fall mun-
andi í ár í mun til í fjør, og
ti roknar hann ikki við, at
hon fer at fella enn meira,
men hetta merkir ikki, at.
kommunan ikki skal spara
har hon á nakran hátt kann.
Skal tað bera til at fáa
endarnar at røkka saman
skulu munandi skerjingar
til, sigur býráðsformaður-
in, sum ikki roknar við at
sleppast kann undan at
siga nøkur av teimum 30
kommunalu starvsfólknum
í býnum upp.
Mannbjørn Tausen sigur,
at Vágs Býráð fer á fundi
mikukvøldid at hava fyrstu
viðgerð av fíggjarætlanini
tór.-