Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 198 — 25. oktober 1991 Avtalan millum EFTA Si0a5 og EF kann gerast fyri- munur fyri Føroyar! -Fyrimunurin hjá okkum føroyingum er, at okkara avtala kem- ur í gildi 1. januar 1992, so vit hava eitt heilt ár at virka í fyri at fylla kvoturnar og røkka loftunum fyri ávís fiskasløg og fiskaúrdráttir. So samanælagt meti eg okkara avtalu hava stórri fyrimunir fyri okkum enn EES-avtalan hevur fyri teir sigur Atli Dam, lýgmaður í samrødu við Sosialin. Sosialurin hevur biðið Atla P. Dam, løgmann — ið hevur marknaðarmál um hendi í landsstýrinum, um eina viðmerking í sam- bandi við EES-avtaluna í- millum EFTA-londini og EEC-felagsskapin. Hann sigur, at ein fyrst og fremst eigur at gleðast um, at avtalan loksins fekst í lag, hetta er til fyri- muns fyri Norðurlond, Europa og heimshandilin sum heild. Summi av okkara grannalondum — eitt nú Noreg — hevdu verið komin í svárar handils- ligar og politiskar trupul- leikar, fekst henda avtala ikki í lag; men nú fáa tey høvi og tíð at umhugsa steðu sína og annaðhvert í felag sekja sær endaligan limaskap í EEC, ella tey fara hvert sína leið. Feroyingar hevdu ong- an fyrimun havt av, at henda avtala ikki fekst í lag, tverturímóti. Eg haldi, at nú er betri kjansur fyri at fáa tær av- talur við EFTA-londini, sum vit hava roynt eftir so leingi. Talan er um eina víðkan uppá 15% av tí stóra Europeiska handilsum- setninginum til einar 7000 billiardir dollarar. Rokni við, at henda frígeving av handlinum verður eisini føroyingum til góða. Á svenska marknaðinum t.d. eru sera stórir megu- leikar fyri feroyskum fiskavørum. Har eru nú stórar tollforðingar. Fin- land hava vit fríhandilsav- talu við. Noreg og Ísland fara helst ikki at keypa stórvegis av feroyskum Sum nevnt, so haldi eg alt í alt, at henda avtala kann gerast ein fyrimunur fyri føroyingar eisini. Kanst tú sammeta teir fyrimunir EFTA-londini hava fingid i hesi EES-av- talu við teir, vit hava í handilsavtaluni við EEC? — Tað er eitt sindur tor- ført, tí fyri tað fyrsta so er handil við fiski og fiskaúr- drátti so sera lítil partur av tí, sum gongur inn í samlaðu EES-avtaluna og harnæst eru EFTA-lond- ini framvegis ymiskt fyri — eitt nú má metast, at Ísland hevur fingið munin meira burturúr enn Noreg. Vit hava ikki fingið gjøgnumgingid avtaluna í øllum smålutum enn; men min kensla er, at vit við okkara avtalu samanlagt eru eitt lítið sindur betur fyri enn bæði Noreg og Ís- land; men hetta er ikki á øllum økjum. Onkunstaðni hevði Ís- land aðrar og betri semdir enn vit, og hetta stendur við. Men hugsa vit um, at vit fingu semdir á ellum ekjum — um enn innan kvotur og undir tollloftum fyri summar verur — og Ísland og Noreg á hesum økjum als ongar semdir fáa, so haldi eg, vit eru betur fyri. Endaliga metingin hongur kortini í úrslitin- um av teim samráðingum verða skulu, tá ov trongt gerst innan kvoturnar og undir tollloftum, hvat virði er tá í teim lyftum — hin sokallaði menningar- klausulurin og EFTA- klausulurin — sum EEC hevur givið okkum. Kanst tú lýsa nakrar av pertunum í avtaluni nærri? — Fyrst er at siga, at tað, sum nú er avtalað, kemur afturat tí, londini hava frammanundan. Tí eru tey framvegis ymiskt fyri. Men annars er avtal- an, hvat fiskaverum við- víkur, tríbýtt. I Verur, sum fáa óav- markað tollfrælsi 01.01.1993. II Verur, har tollurin stigvíst lækkar 70% níður í 30% frá 01.01.1993-97. Verur, ið eru viðbrek- nar á marknaðinum — sokallað sensitivar III — og sum ti als ongar sømdir fåa. Her hevur Ísland tó undir III sersømdir frammanundan — eitt nú fyri rækjur — so her verð- ur bert Noreg rakt. Bólkur I fevnir um: tosk, hýsu, upsa, > kalva/svartkalva heilan, feskan ella frystan og flak av hesum fiska- sløgum íroknað fløk. Harafturat saltfiskur (toskur) íroknað saltflak og harafturat eisini salt- flak av upsa, longu og brosmu. Bólkur ll (tollurin lækkar 70% í fýra ár): Livandi fiskur og heilur, frystur ella flakaður og fiskafars av fiski, ið ikki er nevndur í bólki I. Saltaður ella turkaður fiskur, ið ikki er undir bólki I og skeljadjór og lindjór. Bólkur Ill: Viðbreknar verur. Her verður fyri skelja- og lindjór tikið aftur nakað av tí, ið givið er undir II. Hesar verur eru annars: Laksur, sild, makrelur, rækjur, jákupsskel og hummari. Sammeta vit so, eru EFTA-londini betri fyri, tí einki loft er fyri frystu paneraðu flekini og einki loft á feskum flekum, og hjá Íslandi einki loft á rækjum, kókaðum ella pilkaðum. Norðmenn megu so framvegis rinda toll fyri allar rækjur, 12% fyri kók- aðar rækjur og 20% fyri pilkaðar, meðan norð menn og íslendingar rinda 2% fyri laks, 15% fyri sild, 20% fyri makrel og 8% fyri onnur skeljadjør. Her sæst, at tað hevur eydnast bretum og írum — eins og teir royndu við okkum — at bremsa inn- flutningi av laksi, sild, makreli og eðrum, tí teir gera hesar verur viðbrekn- ar. Vit fáa so kortini selt okkara sild og okkara makrel eins væl og okkara laks. Fyrimunurin hjá okkum føroyingum er, at okkara avtala kemur í gildi 1. jan- uar 1992, so vit hava eitt heilt ár at virka í fyri at fylla kvoturnar og rekka loftunum fyri pilkaðar rækjur, fesk fløk, panerað fløk og ymsar laksaúr- dráttir. So samanlagt meti eg okkara avtalu hava sterri fyrimunir fyri okkum enn EES-avtalan hevur fyri teir. Íslendski uttanríkis- málaráðharrin metir fer- oysku avtaluna betri enn teirra, men við hesum kann liggja eitt ynski um at rógva upp undir broyt- ing í fiskivinnuavtaluni Feroyar og Íslands ímill- um, og hetta dámar mær lítið. Vit skulu eisini minnast til, at tað eru fleiri mátar at rekka hægri prísi og úr- drátti úr einari veru, taka vit t.d. laks, har vit toll- frítt kunnu útflyta 4.900 tons. Har kunnu vit lætt- liga útflyta fleiri túsund tons eyka, um vit skera hann til flak, ið sukursalt- að kann fara tollfrítt bein- leiðis til roykivirki í EEC. Harafturat fer nakað av laksi royktur ella lagdur í blikk, so hesi loftini og hesar kvoturar verða ikki darvandi. Kortini mugu vit skjótt prógva, at vit kunnu fylla karmarnar, so vit longu í 1992 fáa framt tær broyt- ingar í handilssáttmálan- um, sum greitt kann seta okkum best fyri av fiska- útflytandi londum. Í sjálvum sær hevði EES-avtalan ikki verið nóg góð hjá feroyingum. Tí var rætt at skunda sær, og gera eina avtalu, sum longu fær gildi 1. januar 1992, men eg kann endur- taka, at fyri frihandil sum so eru hend veldug fram- Atli Dam, lógmaður: -Havi hug at senda eina heilsan til onkrar av teimum ídnaðarmonnum, sum nú vilja seta seta hendur í fang inntil politikararnir siga, hvat føroyingar skulu gera ár 2000. Farið til verka og útfyllið hesar karmar, so vilja ti eisini år 2000 við tykkara vitan vita, hvussu vit fáa enn meira burtur úr. stig, og eg meti hetta vera hitt besta, ið henda kundi fyri feroyskan ídnað. Tí honum verður ikki lív lag- að, skal hann framvegis durva á studningskodda ella virka aftan fyri toll- verju. Havi tí hug at senda eina heilsan til onkrar av hesum ídnaðarmonnum, sum nú vilja seta seg hendur í fang inntil politikararnir siga, hvat føroyingar skulu gera ár 2000. Farið til verka og útfyll- ið hesar karmar, so vilja tit eisini ár 2000 við tykk- ara vitan vita, hvussu vit fáa enn meira burturúr. Tað er hetta, vit hava út- búgvið tykkum til, og land tykkara eigur hetta á hjá tykkum. Íslendingar meta virðið av avtaluni til 200 millión- ir í okkara peningi. Vit fáa í fyrstu atlegu einar 60 milliónir í tolllætta sum er, men fylla vit karmar- nar við háverdugum ver- um, liggja aðrar 500-1000 milliónir fyri gáttini. Bukkið tykkum eftir hes- um, og berið okkum tær heim. Vikarstarv Lýst verður eftir avloysara í 17 tímar um vikuna frá 12. november 1991 til 1. mai 1992 fyri serlærara í barnsburðarfar- loyvi. Arbeiðið fevnir um ráðgeving av peda- gogum og foreldrum í sambandi við, at sernåmsfrødiligur stuðul verður veittur børnum undir undirvisingarskyldugum aldri. Starvsøkid er Tórshavnar Kommuna. Tann, id settur verdur, skal umframt vanliga læraraútbúgving/pedagogút- búgving vera útbúgvin at stuða tali-/ hoyribrekaðum børnum. Løn og starvstreytir v.m. eru åsettar sambært avtalu millum viðkomandi fak- felag og Føroya Landsstýri. Umsóknir skulu sendast Landsskúlafyri- sitingini í seinasta lagi 1. 1991. november Landsskúlafyrisitingin