fríggjadagur 25. oktober 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 198 — 25. oktober 1991
Havnin í Hesti
Vit eru eitt sindur aftanfyri
tíðarætlanina, men arbeiði
verður liðugt komandi
summar. Alt talar fyri, at
hestmenn fáa eina góða og
trygga havn
tíðindablaðið
Stórsta arbeiðið, sum
nakrantíð hevur verið
gjørt í Hesti, havnagerðin,
gongur skjótt framá.
Longu í dag fær ein eina
hóming av hvussu havnin
fer at síggja út, tá hon er
liðug og tað er ein
risabroyting hon kemur at
gera fyri bygdina.
Fjøran er ikki at kenna
aftur, har fyrr var bakki er
longu nú ein kyrr havn.
Men tað er langt á mál
fyri at fáa havnina heilt
lidna. Tað sum verður
eftir, aftaná at brim-
garðarnir eru lidnir og
ferjulegan er gjørd, tað
verður gjørt í bitum, so-
leiðis sum fíggjarvánirnar
loyva tað.
Nátt og dag
--Vit arbeiða nátt og
dag. Grótbáturin, Siri,
siglir alt samdøguri og
Evald Haldansen syrgir
fyri, at grótið verður
lagt har tað skal liggja
á brimgørdunum.
Teir drekka kaffi. Uttast
frá høgru Henning
Moudte, Edvin Joensen,
Eiði, Torkil Holm úr
Íslandi, Evald Haldan-
sen, Vestmanna og
Hans Kolbjórnsen úr
Hesti
arbeiðið gongur hamp-
uliga væl. Vit eru júst
lidnir við sunnara molan
undir sjóvarmálanum. Nú
er eftir at leggja tað ovasta
lagið, sigur Henning
Moudte, verkfrødingur hjá
Højgård & Shultz
—Vit eru eitt sindur
seinkadir, men vit rokna
vid at verda lidnir vid
brimgardarnar i juni/juli
komandi år. Arbeiðið í
Hesti krevur ikki nógv
arbeiðsfólk, tað eru mest
stórar maskinur sum ar-
beiða, sigur Henning
Moudte, verkfrødingur.
Nógv grót
--Síðan arbeiði byrjaði
á várið 1989 eru 190.000
rúmmeuar av gróti flutt
av Gomlu Rætt og út í
Hest, sigur hann.
--Sunnari molin er 206
metur langur og norðari
verður 215 metur langur.
Vit skulu gera eina kistu á
endanum á norðara mol-
anum. Utsidan verður
klødd vid umbri, so at eitt
skip kann koma móti
henni, tá tað siglir inn,
sigur Henning Moudte.
--Hendan kistan ger, at
vit kunnu gera innsigl-
ingina smalri og harvið
Síða 7
Orð:
Jústinus
Myndir:
Kalmar
Nýggja havnalagið í
Hesti broytir full-
komiliga bygdamynd-
ina. Fyrsti bátahylurin
kom undir krignum og
hesin varð síðani vid-
kaður í sekstiárunum
Men gamli hylurin
kann ikki nýtast um
veturin og hann er alt
ov trongur. Hé
eru ke ndir fyri at verða
raskir útróðramenn og
ti kemur nýggja havnin
x
væl við. Hestmenn
hava keypt ein deksbál,
Nevið Reyða úr
Klakksvík. Hann eitur
nú Dúgvustakkur. Ut-
an nýggju havnina
heyði tað verið
óhugsandi at havt skip
í Hesti.
Arheiða nátt og dag
skuldi havnin verið kyrr-
ari. Við endarnar á brim-
gørdunum er gott 10
metra dýpið. Men vit ætla
at fylla innsiglingina upp
ul átta metra dýpið og
hetta skuldi eisini gjørt
havnina kyrrari, sigur
Henning Moudte.
Vestmenningur
sigur til
Tad er ikki bara at
siga tað at laga útsíðurnar
á einum brimgardi. Og ti
er Henning Moudte fegin
um, al vestmenningurin
Framhald á síðu 14