Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. oktober 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Hon osar Í byrjanini av november fer enska Paula Randell at fóra seg fram við sangi og um- klæðing í TB-húsinum, Club 20, Samljóð og Wild West Hetta er onnur ferðin, at sangkvinnan Paula Randell vitjar í Føroy- um, nú hon kemur hendanvegin á konsert- vitjan frá 1. til 10. no- vember. Fyri tveimum árum síðani var hon eisini í Føroyum, og sambært fyrireikarunum í F.C.- Production var hon tá ógvuliga vælumtókt. Framførslurnar eru rættiliga serstakar, og tá Paula Randell er á pallinum hendir alla tíðina okkurt, meðan fyrverkari og roykur fylla luftina. Hon ger nógv burturúr at skifta ímillum ymsar búnar, og so sigst eisini, at røddin er væl frægari, enn slikar ofta kunnu bjóða. Fleiri blød i teimum londum, hon hevur vitjad, hava borið henni rósandi orð fyri sangin. Ur skránni hjá henni kunnu nevnast fram- førslur, har hon eftirger enn meira gitnu starvsfelagar sínar Tinu Turner og Cher. Yvir- hevur førir hon seg rættiliga avbj6dandi fram, tå hon hevur pallin fyri seg sjålva. Paula Randell hevur konsertir friggjakvøld- ið 1. og leygarkvøldid 2. november í TB-hús- inum á Tvøroyri, hós- kvøldid 7. november í Club 20 í Havn, friggjakvøldid 8. no- vember í Samljóð í Skopun og leygar- kveldið 9. november í Wild West i Sørvågi. Sunnudagin 10. no- vember fer Paula Rzn- dell av aftur landinum. hj. Nr. 198 — 25. oktober 1991 Ringur deymur av Havsbrún kemur væl við í slaktinum: Hvi Á Er maðkur ein hóttan móti góðum kjøti, er laksalúsin tað so sanniliga eisini mót góðum laksi. Hetta er ein felagsnevn- ari fyri hesi bædi, men kortini ikki tann einasti. Á Havsbrún í Fuglafirði eru teir herfyri farnir undir at brúka eitt gott slag av hvítleyks-ekstrakti, sum ger enda á laksalúsini, sum árliga kann eta upp hópin av laksi, ið annars átti at verið munagott íkast til ein illa gongdan føroyskan búskap. Tá framleiðslan fer fram, og hvítleyks-ekstraktið, ið kemur úr USA, verður blandað uppí fóðrið, hevur tað ein rættiliga sterkan lukt við sær. Deymurin leggur seg yvir Fuglafjørd Vil samstundis so illa til, at ættin liggur inn yvir bygdina, hvílir ein rættur tleykur hvítleyksdeymur Fuglafirði. Fuglfirðingar hava ong- antíð borið orð fyri at hava so fína ngs, og sum oftast hevur tað verið avbygda- fólk, ið hevur merkt og gjørt vart vid hin gamla sildaluktin, Fuglafjørdur er kendur fyri eftirhondini. Ødrvisi er vorðið við hesum nýggja luktinum, tí hann merkist veruliga, og til fyri kortum vóru fleiri fuglfirðingar rættiliga argir inná hann. »Men sum tikið verður til, er einki so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, og so hevur eisini verið við hesum luktinúm,< sigur ein fulgfirðingur við Sosi- alin. >Síðani lukturin av hvítleykinum byrjaði at merkjast í bygdini av og á, hevur púrt einki verið at sæð til flugu, ið annars plagar at vera trúgvur gest- ur í slaktinum.< yvir Landsstýrið sett yvirlæknarnar Landsstýrið hevur nú sett teir átta yvirlæknarnar við landssjúkrahúsið. Hetta hendi á landsstýrisfundinum i gjåramorgunin, men hvøjir, ið settir eru, vil landsstýrið enn ikki siga. Sakna ikki flugurnar Sosialurin hevur eisini prátað við onnur, ið hava kjøt í hjallinum í Fugla- firði, og er svarið tað sama, at lukturin av hvítleykinum eftir øllum at dóma hevur gjørt enda á fluguni. >Onkuntíð plagi eg at leggja vanligan leyk utt- anum, har kjøtið verður hongt upp, og tá verður al- tíð minni til av flugu,< sigur ein kona við Sosialin. »So at hvítleykurin skal haav somu ávirkan á fluguna, so hon heldur seg burturi, er trúligt. Og forrestin er eisini nógv minni fluga til nú, enn ofta hevur verið onnur ár.< Veðrið hevur higartil ikki verið nakað serligt flugu- og maðkaveður, men eisini hóast tað, tykist sum um Fuglafjørdur hig- In Jer Tá Havsbrún blandar tað amerikanska hvít- leyksekstraktið uppí alifóðrið og ættin er til tað, liggur hvítleyks- deymur yvir bygdini, men tað leggja fugl- firðingar einki í, bara flugan heldur seg burt- uri. Mynd: Kalmar artil hevur verið at kalla fluguleysur. Munnu tola luktin »So um flugurnar fram- vegis halda seg burturi, munnu vit fara at tola handan hvítleyksluktin, eins væl og vit hava tolt hin luktin í nógv ár,< sigur ein fuglfirðingur. Og nakað man eisini vera um tað, tí fara bæði laksalýs og flugur sín veg av honum, tí tær kunnu helst øll vera fyriuttan, tá samanum kemur. hj. Hetta kemur av, at nå skal danska heilsustyrid góðkenna setanina. Heilsustýrið hevur tíggju dagar at umráða seg í, og hoyrir landssstýrið einki frá danska heilsustýrinum áðrenn hesir tíggju dagarnir eru farnir, eru teir, sum landsstýrið nú vil seta, endaliga settir sum yvirlæknar við landssjúkrahúsið. tór.-