leygardagur 26. oktober 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt fjøl-
broyttari blað
TAÐ er nú meira enn eitt ár síðani,
at Tíðindablaðið Sosialurin fór undir
fasta 5 daga útgávu. Tað var annars
ein royndarútgáva á våri í fjør, sum
gav grønt ljós fyri festu útgávuni.
HÓAST hetta er drúgv tíð, so meta
vit framvegis, at vit eru á royndar-
stigi soleiðis at skilja, at tað tekur
tíð at byggja upp útgávu av blað
heilar fimm ferðir um vikuna, har
tað er avmarkad, hvussu nógv fólk
tú kanst hava í arbeiði. Vit meta nú,
at útgávan hevur gingist so mikið
væl, at tað nú næstan kann sigast
við vissu, at vit fara at halda fram at
koma út fimm ferðir um vikuna.
Eingin vegur er aftur til gomlu
skipanina við ávikavist tveimum
blødum fyrst í 80-unum og trimum
flestu árini í 80-unum.
TAÐ er eingin loyna, at tað er tungt
at reka forrætning i Føroyum í dag.
So er eisini vid blødunum. Tær
vánaligu tíðirnar fingu bilbukt við
fleiri av blødunum, og tað er greitt,
at tær hava eisini sett síni merki á
fíggjarliga úrslitið hjá Sosialinum.
Spurningurin var tí um vit skuldu
Ábyrgdarbiaðstjóri. Jan Møller
Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
seta ferðina niður, møguliga minka
um útgávuna og starvsfólkið, ella
vit skuldu leita heilt nýggjar leiðir
og gkja um bæði útgávu og starvs-
fólkatal. Vit valdu hetta seinna. Eis-
ini tí at hetta var ein natúrlig upp-
fylging av gongdini á blaðnum sein-
astu 10—15 árini, har Sosialurin hev-
ur ment seg frá at koma út eina ferð
um vikuna, kom út 2 ferðir, síðani 3
ferðir og nú 5 ferðir. Tað var og er
okkara áskoðan, at føroyskir lesar-
ar eisini skulu kunna keypa eitt før-
oyskt blad nærum hvønn dag.
HETTA var sjålvandi ein kjansur at
taka. Eitt sindur av einum våga-
verki! Vit vistu ikki frammanundan,
um fólk fóru at taka undir vid hes-
um tilboði. Tað hevur nú víst seg, at
fólk eru fegin um at fáa eitt tíðinda-
blað nærum hvønn dag og merkja
vit hetta á søluni, sum gerst betri
fyri hvønn dag. Tað vísir seg. at før-
oysku lesararnir eru sera fegnir um
at fáa tíðindi inn um dyrnar fimm
ferðir um vikuna. Tískil hava vit av-
gjørt at halda fram við hesum til-
boði.
MEN hetta krevur so sanniliga eis-
ini nakað av fólkinum á blaðnum.
Ikki eru ráðini til at seta øll tey fólk,
ein kundi ynskt sær og hevur brúk
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen
Utgevari: P/f Sosialurin
Uppsetiny: P/f Sosialurin
PH Pressan 1981 Telefon
Prent
fyri, sammeta vit vid blød í gðrum
londum, sum koma út nærum
hvønn dag. Fyri at gera blaðið meira
áhugavert og fjølbroytt, royna vit
so hvørt at taka upp nýggjar tættir
og hetta fara vit at halda fram við.
Umframt vanligu tíðindini er áhugin
fyri ítrótti stórur og vit hava tí eisini
fólk til at dekka vetrarítróttin. Síð-
ani royna vit at birta upp undir al-
menna orðaskiftið og vóna eisini, at
lesararnir fara at senda okkum
greinar, sum kunnu vera gott íkast
til hetta orðaskifti. Vit fara so eisini
at leggja størri herðslu á mentanar-
liga- og sidsøguliga tilfarið, sum í
ávísan mun hevur ligið á láni.
SUM lesarin hevur lagt til merkis,
so hava vit fingið læknateig í blað-
num, og hist verður hesin lesara-
teigurin víðkaður til at fevna um
onnur gki eisini. Vit fara í november
at leggja fyri aftur við tí sera væl-
umtókta málteiginum við Svenning
Tausen.
TAÐ verður ofta funnist at blødun-
um, at tey í ov stóran mun eru
Havnarblød, og at tey gloyma bygd-
irnar. Her vilja vit fegnir taka í egn-
an barm. Sosialurin fer tí nú miðvíst
at vísa øllum landinum størri ans og
fara vit javnan at senda bæði foto-
Bústaður: Argjavegur 26
Postadressa: Postsmoge 76
110 Tørshavn
14720
Argir
11820 Telefax:
graf og blaðfólk út á bygd. Í vikuni
vóru vit úti í Hesti og í komandi
viku gongur leiðin til annað pláss í
landinum. Vónandi kann hetta
verða við til at gera blaðið meira á-
hugavert og fjølbroytt. Okkara
endamál er at gerast eitt landsblað,
umframt at vit eisini vilja bera tíð-
indi til føroyingar í útlandinum.
UM fimmdaga-útgávan fer at eydn-
ast, veldst um, hvussu lesarin tekur
ímóti blaðnum. Fer verandi fram-
gongd í bladsøluni at halda fram, so
sær tað rættiliga bjart út. Vóru vit
eitt sindur í iva um fimmdaga-út-
gávuna fyri góðum ári síðani, so eru
vit tað ikki í dag. Føroyingar vilja
hava eitt tíðindablað, sum kemur út
allar gerandisdagar. Tað er henda
tørv, vit hava sett okkum fyri at
nøkta. Nú jólini eru í nánd, kunnu
vit siga lesarunum frá, at vit eisini
fara undir fleiri spennandi tiltøk,
sum meira eru til undirhalds. Hetta
venda vit aftur til. Góðan lesihug.
Friu Føroyar -
ST-dagur og
sjålvbjargni
Litid hevur verid gjørt
burtur år ST-degnum 24.
oktober i føroysku fjøl-
midlunum. Men eitt av
blødunum hevur so tíkið
henda merkisdag upp í
oddagrein síni. Tað eru
Fríu Føroyar. Blaðið
skrivar, at hóast veruligur
friður hevur valdað í
heiminum einans heilt
stutt millumbil, so mugu
vit tó ásanna, at heims-
bardagi hevur ikki verið.
"Hóast tíðarskeiðið
1945-1991 hevur verið
merkt av kreppum, oyð-
andi stríðsatgerðum og
ræðuligum pínslum hjá
miljónum av fólkum í
ávísum pørtum av heim-
inum, so hevur eydnast
at "varðveita heims-
friðin“. ST eigur sin av-
gjørda lut í hesum"
skrivar blaðið.
Blaðið vísir so á, at
endamál ST fevnir víðari,
nevniliga at fridurin skal
varðveitast grundað á
rættvísi og samstarv í
øllum málum. Tað fevnir
so eisini um at fremja
mannarættindi og frælsi.
Hetta seinasta hava før-
oyingar ikki skoytt um
skriva Friu Føroyar.
"Hóast vit lika allar
treytir og allar allýsing-
ar eini "tjóð" viðvíkj-
andi, so vilja vit heldur
sleppa undan teimum á-
byrgdum og skyldum, ið
stødan sum fræls tjóð
millum aðrar frælsar
tjóðir bera í sær. Tað er
líkasum ómakasleysari
at sleppa undan" skrivar
blaðið.
Tað er eingin ivi um, at
ST hevur havt stóran
tydning - ikki minst nú
tað råddi um at basa bøl-
menninum Saddam Huss-
ein og royndum hansara
at birta uppundir
ragnarrok. Men ST hevur
eisini nógvar skavankir
og so vil vera, tå øll
heimsins åhugamål skulu
sjóvast saman undir
hesum eina karminum.
Tað vilja altíð verða ávís
lond, sum standa seg
sterkari, men endamálið
må vera, at øll eru líka.
Vit eiga undir gllum
umstødum at stuðla
arbeiðinum hjá ST.
Hin spurningurin um
frælsar tjóðir er eins
åhugaverdur. Føroyar eru
so mikið frælsar sum vit
sjálvi ynskja tað. Nakað
er hent á sjálvbjargnisleið
hesi seinastu árini men
langt frá nóg mikið. Upp-
gávan má vera miðvíst at
arbeiða fram móti stórri
sjálvbjargni, soleiðis at vit
átaka okkum ábyrgd og
skyldur sum hoyra eini
tjóð til. Hetta má vera
setningur og mál okkara,
nú vit stevna fram móti
eini nýggjari øld. Sam-
bandið er passé.
Undirsjóvar-
tunnilin
Í komandi viku fáa vit at
vita, hvat tað fer at kosta
at gera undirsjóvartunnil
undir Vestmannasund.
Hetta hevur landsstýris-
maðurin í samferðslu-
málum boðað frá. Enn
vita vit ikki, hvørjar
upphæddir talan er um,
men áhugavert verður at
frætta meira um hetta
málið, sum er vorðið
ikki sért klandursmål í
samgonguni.
Spurningurin er um tað í
heila tikid kann gjøgn-
umførarast av hesi sam-
gonguni, ti hon tykist
standa so ósamd. Ein av
tingmonnum fólkafloks-
ins hevur jú bart út sagt,
at hann fer at fella sam-
gonguna, um undirsjóv-
artunnilin verður veru-
leiki. Tað er annars
hansara floksfelagi í
Vágum, sum hevur sett
seg sum primus motor
fyri at fáa handa
tunnilin, kosta hvat tað
kosta vil. Tað er tí á-
hugavert at vita, um tað
verður fólkaflokkurin,
sum fer í tvíningar og
ella bara samgongan.
Ein skuldi trúð at tað var
nátúrligt, at fólkaflokk-
urin eisini sprongdist,
um samgongan ger tað
uppá tunnilsmálið.
Neyvan fer vágating-
maður fólkafloksins og
nú landsstýrismaður at
sleppa sínum hjartamáli
so uttan víðari. Men
álvaratos, tað verður
spennandi at fylgja við,
hvussu leikur fer millum
hesar báðar. Setir Birgir
fót fyri tunlinum, so
setir hann eisini fót fyri
Svend Ága. Hvat enn
kann sigast um tunnilin,
so eiga vit at nú at bíða
eftir kostnaðarmetingini
og út frá henni umrøda
hetta stórmál.
— TT”