leygardagur 26. oktober 1991síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 199 — 26. oktober 1991
Í hernað móti píkum
Petur Hermansen úr Havn
hevur latið gjórt skelti at seta á
bilar sum skulu eggja fólki til
ikki at koyra við píkum
Ein hin heitasti píkaand-
stødingurin um okkara
leiðir eitur Petur Herman-
sen og er úr Havn.
Hann hevur av egnum
royndum gjørt seg til tals-
mann móti píkunum, og
fyri at undirstrika álvaran,
og fyri at fáa enn fleiri í
sín part, hevur hann latið
gera skelti at seta á bilar.
Á hesum skeltum, sum
fáast ókeypis á eittnú
bensinsglunum, verður
mint á umhvørvisdålking-
ina av píkunum.
Petur Hermansen sigur,
at hann man neyvan vera
einsamallur um at bera ótta
fyri, at fara undir ein
nýggjan vetur og síggja
Havnini grivna upp av pík-
unum.
-Landsstýrið brúkar
milliónir at ferðast niður til
Dounreay fyri at mótmæla
dálking, men ger einki við
dálkingina um okkara
egnu leiðir. Haraftrat kost-
ar píkanýtslan samfelag-
num nógvar milliónir.
-Tað verður tosað um at
píkarnir eru so tryggir at
koyra við. Á berum ísi eru
teir best. Men tilik
viðurskifti hava við bert
nakrar heilt fáa dagar av
teirri tíð loyvt er at koyra
við píkum. Hvat so við
hinum mongu døgunum, tá
tátt er? Tá eru píkarnir
Shell einki merkt til, at fólk ikki lan ur Le; a óblý
beinleiðis vandamiklir. Tú
bremsar ikki so gott á
berum asfalti tá tú nýtir
píkar. Bilurin missir mill-
um 30 og 40% av takinum
hann hevur á vegnum, um
koyrt verður við píkum,
sigur Petur Hermanssen.
Petur Hermansen sigur,
at hann hevur áralangar
royndir í at koyra í gllum
líkindum - uttan píkar.
Bæði við last-, vøru- og
við persónbilum, og tað
hevur ongantíð verið nakar
trupulleiki. Hann vísir á
eitt skriv, Statens Vegves-
en í Noregi hevur sent út.
Hetta er ein áheitan á fólk
um ikki at nýta píkar. Í
hesum skrivi verður
serligur dentur lagdur á
umhvørvisdålkingina. Í
Noregi slíta píkarnir
300.000 tons av asfalti um
árið av vegnum, verður
sagt.
tór.-
Síða 3
Um sjálvtókurnar koma:
Bensinið
i »Degi og viku« hós-
kvøldid kom stjórin í
Statoil fram vid tank-
anum um, at tað kanska
framyvir fer at verda
so, at bensinsølurnar
ikki hava fólk at fylla
bensin á hjá kundun-
um, men at kundarnir
sjálvir skulu fara úr bil-
inum at fylla sær ben-
sin á.
>Bensin dampar alla
tíðina, so tað má í ein
nógv stórri mun ávirka
tey, ið dag og dagliga
fylla bensin á bilar,<
sigur Sørin Christian-
sen. »Ti kann tad vera,
at vit fyrr ella seinni
fara at gevast við at
hava fólk at fylla á,
men lata kundarnar
gera hetta sjålvir.«
Sum skilst er hetta
bert ein tanki, uttan at
nøkur miðvís ætlan er
um at fáa hetta gjørt
nú
Ikki hugsað um tað
Heldur ikki hjá Shell
er ætlanin at gevast við
at hava fólk at fylla
bensin á: >Vit hava
ikki hugsað so nógv
um at gevast við
tænastuni at lata fólk
fylla bensin á hjá
kundunum,< sigur ein
av Shell-stjórunum,
Andrew Godtfred.
híligari
Sum er, hava ikki all-
ar bensinstødir fólk at
gera nevnda arbeiði, so
í veruleikan eru sjálv-
tøkur fleiristaðni.
Men kemur uppá tal
at gera eisini tær størru
bensinstødirnar um tl
sjålvtøkur, stingur ein
nyggjur spurningur seg
upp: Skal bensinid so
vera biligari á teimum
bensinstødunum, sum
hava sjålvtøku?
Hetta er í hvussu er
nakað, vit kenna frá
grannalondum okkara,
at sjålvtøkubensinid er
biligari enn hitt.
>Ljóðar logiskt«
»Hatta ljóðar
rættiliga logiskt, og eg
rokni eisini við, at hatta
er nakað, vit skulu taka
stóðu til, um sjålvtøku-
spurningurin kemur
fram,< sigur Andrew
Godtfred á Shell.
Og rættiliga samdur
við honum er eisini
Sørin Christiansen: »At
vit fåa sjålvtøkur, hava
vit sjålvandi ikki av-
gjørt enn, men um tad
verdur tann vegin vit
fara, verður hasin
spurningurin um prísin
eisini tikin vid i vid-
gerdini, eins og alt
annað.<
hj.
að bensin:
Sølan komin í fasta legu
Fyri umleið hálvumgðrum ári síðani
gjørdist møguligt at keypa óblýggjað ben-
sin í Havn, og síðani er tað vorðið alt
meira vanligt, at hetta bensinið eisini er at
fáa aðrastaðni kring landið.
Sum er, er tað bert í Suðuroy og Sandoy
at tað ikki er møguligt at fáa fatur á
óblýggjaðum bensini, men um ársskiftið
er møguleikin eisini har.
Um 45 prosent av óblýggjaðum
»Sidani vit fóru undir at selja óblýggjað
bensin, hevur sølan funnið sær eitt stødi,
ið liggur um 45 prosent,< sigur Andrew
Godtfred, stjóri á Shell. >Og vit hava
heldur ikki havt kundar, sum ikki eru
nøgdir við tað, tí at bilurin brennir ov
nógv og kraftar ov lítið.<
Hetta vóru annars grundsjónarmiðini í
tí, sum varð ført fram í »Degi og viku«
hóskvgldið um óblýggjaða bensinið, at so
fá brúktu tað, tí bilurin orkaði ov lítið og
brendi meira enn frammanundan.
>Summir bilar mugu koyra við óblýggj-
aðum bensini, meðan aðrir kunnu koyra
við tí,< sigur Sørin Christansen, stjóri hjá
Statoil. >Tey, sum kunnu brúka tað, mugu
fáa motorin justeraðan eftir tí, annars
kann henda, at hann ikki gongur so væl,
sum hann skal. Um tað so eru hesar just-
eringarnar, sum ikki eru nóg góðar og eru
orsøkin til, at summi eru øonøgd, veit eg
ikki. Hinvegin eru 40 prosent av samlaðu
søluni minni, enn vit roknaðu við, tá vit
byrjaðu at selja óblýggjaða bensinið. Tá
roknaðu vit við einum prosentsatsi, ið lá
einastaðni millum 60 og 70.<
Færri bilar hava katalysator
Í mun til Statoil tykjast tey á Shell at
vera nøgd við eina sølu av óblýggjaðum
bensini, ið svarar til 45 prosent.
ferðir um v
>Óivað spæla fleiri ting inn, sum gera,
at sølan liggur harum, men eitt, ið helst
hevur sína stóru ávirkan, er at færri nýggir
bilar verða seldir, og tískil eisini færri bil-
ar við katalysatori, ið mugu brúka ó-
blýggjaða bensinið,< sigur Andrew Godt-
fred. >Tá tað óblýggjaða kom hendanveg-
in, varð sjálvsagt hugsað um søluna av
bilum, sum í fleiri ár var nógv stórri, enn
hon er í dag.«
hj.
una!.