Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Leggur nú frá sær eftir at hava verið í sama starvi í 52 ár Olli keyp og allar selur um hansara hendur Eftir at hava tikid real- prógv, kom Absalon Jacobsen á sumri í 1939 at arbeiða á Dómaraskrivs- tovuni, og hetta bleiv hansara lívsstarv. Hann er nú farin um almenna aldursmarkið, og leggur frá sær hósdagin, eftir at hava verið í sama starvi í samfull 52 ár. Absalon greiðir frá, at teir vóru bert triggir á dómaraskrivstovuni tá hann kom. Sigurð Simon- sen úr Hoyvík og Samson Højgaard úr Vestmanna. Nú eru tey 20. Bert á tinglysingini, har Absalon sum arbeitt vid burturav seinastu 40 årini, eru tey i dag fimm fólk og hava úr at gera. Tað verður ikki jarðar- teigur seldur uttan at hann skal skrásetast á tinglýs- ingini, og sama er vid aðrari fastari ogn, eins og allir lánsveðrættir verða skrásettir. Nøgdin av skjølunum fór álvarsliga at vaksa tá fólk veruliga fingu pening um hendi, og alt virksemi øktist. Tey skrásettu tá eini 30.000 skjól um árið, men sum tíðirnar fóru at versna, fækkaðust eisini skjølini. Nú skráseta tey eini 24.000 skel um árið. Tað eru ikki so mong ár síðani kopimaskinan kom á skrivstovuna. Hetta var ein sera stór hjálp. Áður skuldi hvørt skjal skrivast av tá fólk bóðu avskrifit av skjølum. Tá ein í so mong ár hevur havt við hverja sølu og hvørt keyp at gera, fekk ein sjálvandi eitt stórt innlit í hver átu hvat og hvør skyldaði hvar. Absa- lon sigur seg ikki hava havt stórvegis trupulleikar av teimum, hann á ein og annan hátt, hevur havt við at gera, men treydugt so, onkuntíð hava fólk verið ørg um, at teirra perónligu ognarvidurskifti eru komin út ul almenningin. -Men tað kundu vit ikki gera við. Tinglýsingin er so almenn so nakað, sigur Absalon. Men tað er ikki alt í dómhúsinum, sum er eins alment sum tinglýsingin. Tað sum fer fram i rætt- inum er ikki altid fyri opnum durum, og fólk eru jú forvitin. -Tað legði eg skjótt til merkis. Tað kom fyri, at fólk spurðu um ikki okkurt spennandi var at frætta úr dómhúsinum, men tað skuldi einki koma frá mær. Eg havi ongantíð havt trupulleikar at halda tagn- arskylduna, heldur Absa- lon fyri. Nr. 199 — 26. oktober 1991 Skrivari í Leigunevndini Umframt tinglysingina hevur Absalon eisini verið skrivari í Leigunevndini. Og tad hevur hann verid síðani hendan varð sett á stovn undir krígnum. Hann greiðir frá, at sum skrivari í Leigunevndini var tað eisini hansara uppgáva at vera við, tá nevndin fór út at kanna tær ymisku íbúðirnar, sum fólk hava kært seg um. Tað verið seg eigari ella leigari. Uppgávan hjá Leigu- nevndini er at taka ímóti kærum um leigumál, við- gera tær og taka avgerð um leiguprísin og góð- kenna sáttmála. Hesar avgerðir vóru sum vera man ikki altíð líka væl móttiknar av øllum. Missiónsmaður Men Absalon hevur eisini havt áhuga fyri ødrum enn tinglysingar- skjølum. Hann hevur allar tíðir verið virkin innan Krikjuliga Missiónsfelag- rm Seinasti arbeiðsdagurin hjá Absalon Jacobsen á dómaraskrivstovuni er hósdagin. Mynd: Kalmar ið. Hann er limur í stýri- num, er kassameistari, og hevur sum eina uppgávu at røkja bókahandilin hjá missiónini í Meinigheits- húsinum við Landavegin. Hann ivast ikki í, at tå hann nú leggur frá sær á dómaraskrivstovuni, fer at brúka enn meira tíð í hesum arbeiði. tor.- Reyni Service selt triðja hvønn bilin Eivind av Reyni, stjóri á Reyni Service, handar her Viggo Olsen lyklarnar til bil nr. 110 . Mynd: Kalmar Reyni Service liggur greitt á odda av føroysku bila- sølunum. Teir hava higartil í ár selt 400 bilar. Harav 110 nýggjar. Karl Rasmussen, sølu- maður hjá Reyni Service sigur, at teir vóru sera fegnir at selja bil nummar 110 til ein so trúfastan kunda sum Viggo Olsen av Argjum. Hetta er sjeyndi bilurin, Viggo kemur frá Reyni Service, so líkt er til, at hann er væl nøgdur, bæði við bilarnar hagani, og fyri tað tænastu hann fær har. Bilurin, Viggo keypti hesaferð Olsen er ein Toyota Camry. Ein serlig trygdarútgerð við hesum bilinum er hin sokallaði "Air-bag" - posin, sum verður blástur upp framm- anfyri bilføraran í somu stund hann fær ein stoyt framman. "Air-bag" er ikki nýtt sum so, og víst hevur verið á, at hesin posi kann vera til ampa í ávísum fórum. Men Toyota hevur broytt hesa skipan. Beint sum posin verður blástur upp, og harvið gjørt sína nyttu, brestur hann, og er tí ikki á nakran hátt til ampa hjá bilføraranum. tór.- Grundstykki í Havn til sølu. Av grundstykkinum, sum liggur »Inni á Gøtu«, er sera gott útsýni. Ringið á tlf. 22368