leygardagur 26. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 199 — 26. oktober 1991
Slík ferð stimbrar | Few virðiston
Tá stevnan "Á?rhus Festdage" var, fekk Torbjørn
Olsen sanna viðurkenning sum listamaður.
Í sambandi við vikuna var norðurlendsk kapping
fyri listafólk. 4.000 verk komu inn.
Í summar búðu listamálarin Torbjørn Olsen og sjónleikarin Rosa á
Síða 5
Rógvu á listafólkabústaðinum Via Garibaldi í Rom í ein mánað.
- Eitt einastandandi tilboð, ið fleiri listafólk áttu at roynt, sigur
Torbjørn og Rosa
1. november letur listamål-
arin Torbjórn Olsen upp
framsyning i Føroya Spari-
kassa við Tinghúsvegin i
Havn.
Tað verður ein framsýn-
ing við vatnlitsmyndum við
motivum úr býnum Rom,
har Torbjørn vitjaði í juni
mánaði í ár.
Torbjrgn hevur áður verið
í Rom, men ferðin í ár var
nakað serligt.
Í felaagnum Føroysk
Myndlistafólk fekk hann at
vita, at felagsskapurin
Skandinavisk Kunstnerfor-
bund eigur eini hús í Rom,
og hagar kunnu øll norð-
urlendsk listafólk søkja um
at fáa innivist eitt styttri Líð-
arskeið. Ikki bara mynd-
listafólk men øll listafólk.
Torbjørn Olsen og sjón-
leikarin Rosa á Rógvu hildu
hetta vera vert at royna, og
tey fingu so høvi at fara
hagar í juni mánaði og vera
har ein mánað.
Torbjórn og Rosa eru
fyrstu føroyingamir, sum
hava búð á Via Garibaldi,
og tey vilja nú fegin mæla
ødrum til at royna hetta
einastandandi tilboð.
Góðar umsteður
Sjey fólk kunnu í senn
búgva á Via Garibaldi. Tað
ber ul at hava konu/mann
vid og børn, um tey eru fylt
14 år.
Fólkalívið i Rom hugtók
bæði Torbjørn og Rosu.
Munurin áríkum og
fátum var ser sjónligur
Rosa á Rógvu og Torbjørn Olsen halda, at øll listafólk eiga at fara burtur av og á at fáa
inspiratión, og tað eru ikki bara listamálarar sum fáa nakað burturúr av at fara til ein bý
sum Rom. Mynd. Kalmar
virdisløn.
Via Garibaldi er eitt
elligamalt hús, ið stendur í
gamla býarpartinum beint
við eitt kleystur. Kømrini
eru stór, har er felags køkur
og felags uppihaldsstova.
Uttanfyri er urtagarður, har
bæði appelsinir og sitrónir
vaksa. Inni er stórt bóka-
savn við nógv gomlum bók-
um og bókum um list, og
bókavørður arbeiðir har
burturav. Einasta ateliérið
er tað, sum húsavgrðurin
Sys Hindsbo, hevur. Hon er
donsk, listamálari og mynd-
høggari.
At IJistamålarar, sum
koma har at búgva, ikki
hava nakað arbeiðsrúm,
hevur minni at siga, heldur
Torbjørn. hann gjørdi skits-
ur.
Fyri øll listafólk
Nógv halda, at tílíkir lista-
fólkabústaðir bert eru til
myndlistafólk. Tað er ein
misskiljing. Øll listafólk
kunnu søkja um at sleppa at
bugva åVia Garibaldi. Har
hava eisini verið nógvir
rithøvundar, tónleikarar og
onnur. Sjónleikarar hava
eisini eitt endamál við at
fara eitt slíkt stað.
- Tað vóru ikki so nógvar
sjónleikir í Rom beint tá.
Men vit høvdu kortini høvi
ul at síggja ein leik hjá
Dario Fo. Ein leik, sum vit í
Í Rom gjørdi Torbjørn
Olsen fleiri skitsur
Fyrstu virðisln fekk ein danskur listamaður.
Torbjørn, ein svii og ein fillendingur fingu øll 2.
Myndin, hjå Torbjørn, sum fekk virdisløn, eitur
"Tórshavn". Hon er ogn.
Grímu spældu í 80-årunum.
Men tað var so nógv annað
hjá mær sum sjónleikara at
uppliva í Rom, sigur Rosa.
- Eg fekk minst líka nógv
burturúr við at ganga í bý-
num og studera fólkalívið.
Ein sjónleikari arbeiðir jú ið
fólkum, og tú kanst ikki
spæla sjónleik uttan at
kennamenniskjuni. Fólkini
vóru eisini so avbera fyri-
komandi og deilig. Fyri
sjónleikarar er tað eisini
áhugavert at síggja lista-
verkini, kirkjur 0.a., sigur
Rosa.
Hugtakandi býur
Bæði Torbjørn og Rosa
eru líka hugtikin av býnum
Rom. Torbjørn heldur, at
Rom er mest hugtakandi
byur, hann higartil hevur
vitjað. Og tað var so gott at
kunna vera har so leingi
sum í ein mánað, tí tá fært tú
eyga á meira „enn ferðsfólk
flest gera. Sum dómi nevna
tey munin millum rík og
fåtøk. Tey sóu fólk, sum
svóvu úti, har vóru bidd-
arar, og Rosa var skakað, tá
hon sá ein mann, sum bardi
barn sítt avstað til at fara at
bidda.
Rom er listaverk
Tað vóru ikki so nógv
listasøvn í vanligari merk-
Framhald å sidu 6