leygardagur 26. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 199 — 26. oktober 1991
Hans Jørgen Laursen, Føroya Banki, avsannar sýgur
Sida 9
Tikið ur leysum lofti
- at bankin hevur í kvittanum at koyra fleiri fólk úr starvi
„Det er fuldstændig grebet
ud af den blå luft. Det har
intet på sig, - ikki en flig,
ikke et gran af sandhed i
sig«. Hans Jørgen Laursen,
stjóri í Føroya Banka legg-
ur doyin á, tá hann skal
avsanna sýgur um, at
bankin aftur nú hevur ein
"pakka” kláran við nøvnum
á fólki, sum skulu sendast
til hús.
Tíggju fyrr í ár
Hans Jørgen Laursen boð-
aði 28. september deild-
arleiðarunum frá, at tíggju
fólk vóru koyrd úr starvi
fyri at fáa lønariitreidsl-
urnar at samsvara við við
virkisstóðið, sum hann tók
til.
Á sama fundi fingu
deildarleiðararnir at vita, at
teir á deildunum kundu
boða starvsfólkunum frá,
at bankin hevði gjørt burt-
Barnafundir í KFUK
KFUM og KFUK
urav sær á hesum sinni, tå
talan var um at tynna út í
starvsfólkaskaranum. >Nú
er tað yvirstaðið<, sum
onkur teirra hevði tikið til
yvirfyri starvsfólkunum,
sum frammanundan hgvdu
frænir av onkrum ófrætta-
kendum.
Einki at stúra fyri
Fyrr í ár fingu meðarbeið-
arar í bankanum tilboð um
at fara úr starvi við eftir-
løn, tá teir fyltu 60. Hans
Jørgen Laursen segði við
SYF í tí viðfangi, at hesi
høvdu einki at stúra, um
tey ikki tóku av tilboðnum.
Tí kemur tað sum vera
man dátt við hjá stjóran-
um, at ámæli bankans fær
eina skeinu við slíkum
leysasølum.
- Eg haldi tað er pinligt,
at slíkar leysasøgur ganga.
Eg kann bara staðfesta. at
Tríggir almennir barnafundir verða
í KFUK frá kl. 17 til 18 mánadagin
28., týsdagin 29. og mikudagin 30.
oktober.
Trúboði Jóannes Johannesen,
ið arbeiðir við brekaðum børnum í
Botswana fer at fortelja og vísa
myndir. Eisini verða segur og
sangir.
Vit fara at savna pening inn til
arbeiðið hjá Jóannesi.
Hjartaliga vælkomin øll, bæði
dreingir og gentur.
vit hava ongar slíkar
ætlanir um at koyra fleiri
fólk úr starvi, veruleikin er
heldur tvørturim6ti, sigur
Hans Jørgen Laursen.
ówh
Ingálvur í
galleri List
Ingálvur av Reyni
hevur eina framsýning í
Galleri List á Konga-
brúnni í hesum døgum.
Framsýngin verður op-
in um vikuskifti
Samtykt EF-ætlan
Løgreglan skal ferdast
fritt landanna millum
Danski fólkatingslimurin Ebba Strange úr SF er
skelkad, skrivar Det fri Aktuelt. Orsøkin er,
ætlaninar um eina felags EF-løgreglu eru komn-
ar nógv longri enn hon grunaði.
Herfyri spurdi rættarnevndin Hans Engell,
løgmålarådharra, um avtøkan av passeftirlitin-
um millum EF-londini før at hava vid sær, at
útlendsk løgregla fer at arbeiða i Danmark.
Samdir um endamálið
Hans Engell svaraði lagt verður upp fyri einum
avtiknum pass-eftirliti við einum >útbygdum
løgreglu- og trygdarsamstarvi ímillum EF-
londini«, sum hann tók til. Í hesum viðfangi
vísti hann ul eitt sokallað EF-notat.
Av notatinum skilst, at á EF-toppfundinum í
juni samtyktu uttanríkismálaráðharrarnir og
stjórnarleiðararnir endamáls-orðingina í einum
tyskum uppskoti um eina felags løgregluskipan;
»Europol«, sum løgreglu-skipanin skal eita,
hevur amerikanska FBI sum fyrimynd, og skal i
herna ímóti narkotika- og ødrum kriminalitet.
Ráðharrarnir i teimum einstøku EF-londun-
um, sum umsita rættar- og lýgreglumál skulu
»um gjørligt« gera fyrireikandi arbeiðið við-
víkjandi >Europol< liðugt innan 1. januar kom-
andi. Á fundinum í juni tók danski forsætisráð-
harrin Poul Schliiter fyrivarni viðvíkjandi at
geva >Europol< heimild til at virka
sjålvstødugt tvørtur um landamørk.
Vil hava greið beskeð
Ebba Strange, ið fær undirtøku frå javnaðar-
manninum Frank Jensen, er so skelkad yvir, at
tað gongur so skjótt vid ætlanunum um eina
felags EF-løgreglu, at hon vil hava málið til
viðgerðar í rættarnevndini.
»Vit hava nú fingið svart upp á hvítt, at EF-
londini hava samtykt týsku endamáls-orðingina
um eina felags européiska løgreglu, so eg fekk
rætt í ta mínum fyri, at ætlanir eru um, at
fremmand løgregla kemur til Danmarkar at
arbeida«, sigur Ebba Strange.
Sprittbilistar til avvenjing
Greiðar reglur vanta
479 danir, ið eru dømdir fyri at koyra ávirkaðir,
hava í eitt ár verið við í eini kanning, har teir
hava verið ul avvenjing í staðin fyri at fara inn
at sita; hesin møguleiki finst nú eisini í Før-
oyum.
Hvør skal boda frå?
Nu fyriliggur úrsliuð frå avvenjingarstødunum
sum hava verid 59 i tali. Ein av nidurstødunum
er, at tað vanta greiðar reglur fyri, hver skal
hava eftirlit við, hvørt tey dómdu meta til av-
venjingina.
2 prosent av avvenjingarstødunum siga bart
út, at tey átaka sær ikki, at boða kriminalfor-
sorgini frá, um fólk meta upp ella ikki. 18
prosent brúka eitt eftirlits-kort, sum tey hava
fingið frá kriminal-forsorgini. Og 68 prosent
boða kriminalforsorgini frá um telefonina, tá
fólk ikki møta upp.
Skipanin lítið misbrúkt
Yvirhøvir siga avvenjingarstødini, at tey sakna
greiðar reglur frá kriminalforsorgini um,
hvussu skipanin skal umsitast; hvat skal td.
gerast við fólk, sum eru vist til avvenjingar,
men ikki hava tørv á ti?
Skipanin verður stórt sæð ikki misbrúkt
Flestu stødini siga í kanningini, at millum eitt
og uy fólk hava valt at fara til avvenjing
heldur enn inn at sita, hóast tey als ikki hava