leygardagur 26. oktober 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ir. 199 — 26. oktober 1991
broytingunum í Sovjet-
samveldinum og sigur, at
fyrr bóðu tey til Lenin,
men í dag biðja tey til
Jesus. Hann sigur, at stór
umvending eisini hevur
verið í Albania. Har eru
eini 20 túsund fólk vorðin
frelst hesa seinastu tíðina.
Meðan hann prædikar,
liva áhoyrararnir við.
»Haleluja, takk Jesus«,
lovprisa åhoyrararnir
hverja ferð trúboðarin sig-
ur okkurt um frelsu, ella
tað at verða frelstur.
Prædikan varar í einar
20 minuttir. Vit eru nú
komin til hæddarpunktið
tíðindablaðið
á metinum.
Leking
— Hevur tú psoriasis,
hevur tú ótta ella ert tú
spentur kring herðarnar.
Ikki vera bangin, men
kom bert fram. Um tú ikki
torir — rætt hondina upp,
so komi eg til tín og biði
fyri tær, sigur tråbodarin.
Ein leta gongur, men
ongin kemur fram. Stig
Petrone sigur síðani, at
hann veit, at ein kona,
sum situr ímillum fólkið,
stríðist við nógvan ótta.
— Ikki vera bangin,
men kom bert fram, sigur
hann uppaftur og uppaft-
ur.
Duettin er aftur farin at
syngja. Fyrst spakuliga,
men síðan harðari og harð-
ari: Eg tysti eftir tær...
Fólk standa aftur uppi og
syngja við í tekstinum,
sum speglast á leriftinum.
Ein kona um fjøruti ára
aldur, reisist. Hon stillar
seg yvir av trúboðaran-
um. Tey tosa saman og
hann leggur nú hondina á
hevd hennara. Aftan á
eina letu fer hon avstað
aftur og sessast. Kjálkar-
nir eru reyðir og eitt sáligt
smíl breiðir seg um andlit-
ið.
Aftan á greiðir hon frá,
at hon hevur stríðst við
ótta í nógv ár. Tá trúboð-
arin legði hondina á høvd-
ið og bað fyri henni, kendi
hon tað sum um tað var
ein andi, sum fór burtur úr
henni.
Detta afturav
Um tað hevur gingist
striltið at fáa fólk fram, so
er nú meiri ferð komin á.
Ein ungur drongur, sum
hevur havt rúsdrekka-
trupulleikar, reisir seg.
Ein annar stillar seg beint
aftan fyri hann. Nú sær út
sum um her er bidirød.
Men við eitt verður tú
varugur við, at hesin, sum
stendur aftanfyri, er har
fyri at lofta teimum, sum
so at siga fáa kvøkk, og
detta afturav, tá trúboðar-
in hevur hildið hondina á
høvdid á
teimum
eina
løtu
Evangelisturin reikar
aftur og fram í salinum.
Viðhvert steðgar hann
upp og biður fyri onkrum,
alt meðan hann tosar í
tungum og blæsur út í
rúmið.
Metið hevur varað í ein
tíma og trý korter, og nú
er tað um at vera liðugt.
Símun Jacobsen er aft-
ur á pallinum. Áðrenn
hann endar, skal hann
biðja fyri teimu, sum ráða
her í landinum.
— Ikki tí, at vit eru
samd í tí, sum teir ráðandi
gera. Men vón er altíð fyri,
at onkur av teimum vend-
ir um, sigur hann skemt-
andi.
Trý umvend
Trý meti hava verið hetta
vikuskiftið. Men tilgongd-
in av fólki er ikki so stór
sum hon plagar at vera.
Símun Jacobsen er væl
negdur við metini, men
eitt sindur vónbrotin um,
at bert trý hava vent um.
Og fyri svenska
evangelistin hevur ferðin
til Feroya eisini verið
spennandi.
— Feroyingar eru meira
afturhaldandi. Tá vit biðja
fyri fólki í Sveríki og und-
urini henda, gerast fólk
uppest og liva við. Men
her er tað meira friðarligt.
Í fyrstuni helt eg, tað var
okkurt, sum var galið við
Hon var við á vek-
ingarmøtinum
mær. Men síðani gjørdist
eg varugur vid, at hetta
bert er måtin hjå føroying-
um at vera uppå.
Í ti stillu nåttini hvørva
Simun Jacobsen og Stig
Petrone i einum reyðum
bili við nógvari ferð fram-
við Skálafjorðinum. Ein
kona, sum er við barn, er
farin at bleða. Hon skal
liggja í seingini í níggju
mánaðar, og nú skulu teir
út at biðja fyri henni.
Má
#