Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 EF-avtalan sigur einki um kg-studning Føroyskir politikarar virka fyri EF móti foroyskum fiskimonnum, skrivar Oli Jacobsen, formaður í Foroya Fiskimannafelag. Tað var við undran, at ein hoyrdi Thomas Arabo boða frá í útvarpinum mikudagin, at samb. okk- ara avtalu við EF, skuldi allur kg. studningur av- takast 1. januar 1993. Ut- varpið kom til ta niður- steðu, at hetta fór at ganga útyvir fiskimenn. Her til er fyrst at siga, at okkara avtala á hesum eki ikki kemur í gildi í 1993, men longu um tveir mánaðar, nevniliga 1. jan- uar 1992. Tað stendur heldur onga staðni, at kg. studningur ikki er loyvd- ur. Tað, sum stendur í EF avtaluni er fylgjandi: Niðanfyristandandi er ósambæriligt við rætta mannagongd í sáttmálan- um, um hesi ávirka sam- handilin millum Felags- skapin og Feroyar: (iii) ein og hver almennur stuðul, sum avlagar ella hóttir við at avlaga kappingina við at taka ávísar fyritøkur ella ávísa framleiðslu framum. Sum tað sæst er her beinleiðis talan um eina reglu, sum kann tulkast, og aðra staðni í sáttmál- anum er eisini ásett, hvussu mannagongdin skal vera „heldur ein sátt- málapartur eina ávísa mannagongd vera ósam- bæriliga við hesa grein«. Í serstakari grein í sáttmál- anum verður í meira enn eina heila síðu ásett mannagongdin við loysn av slíkari ósemju. Tí má tað sigast at vera meira enn margháttligt, at feroyskir politikarar gera sítt ítarsta fyri at vikna um steðuna hjá okk- ara vinnulívi mótvegis EF, nú semja er um, at nýggja avtalan er ein ikki bert avbjoding = men kanska eisini hóttan mót- vegis vinnuni og arbeiðs- plássunum í henni. Tað er ringt at skilja, hvat ið kann fáa føroyskar politikarar upp å forhond at fara í part við fiskiidn- aðaráhugamálum í EF í eini meguligari ósemju um eitt mál, sum heilt upplagt er ein tulkingar- spurningur. Tí ber væl til at koma við grundgevingum ímóti, at verandi studningsskip- an er kappingaravlagandi. Vanliga tá tosað verður um »kappingaravlaging« er talan um eina fjøld av biligum vørum, sum veråa koyrdar á marknaðin. Verður hetta gjert við al- mennum stuðli, kann ein slíkur stuðul vera ein hótt- an móti eðrum framleiðar- um. Men tað er als ikki tað, sum er talan um hjá okkum. Fyri tað fyrsta selja vit okkara fram- leiðslu til »dagspris« í EF, og eru ikki har nekur hótt- an móti nekrum. Taka vit veiðuliðið og taka upsa sum demi, vita vit, at í Danmark gjalda virkini 7—8 kr./kg. fyri upsa, utt- an studning. Í letuni gjalda føroysku virkini uml. kr. 5 pr. kg. At før- oysku virkini ikki kunnu gjalda so nógv sum tey donsku, er lutvíst omakad av at vit ikki liggja eins væl fyri í mun til (týska) marknaðin sum tey donsku virkini. So sjálvt um vit gjalda kr. 1,40 í prísískoyti sum endurgjald fyri hesi viður- skifti verður feroyski av- reiðingarprísurin fram- vegis lægri enn EF prísur- in og kann tí ikki vera kappingaravlagandi. Fiskimenn ofraðir á EF-altarinum Í eini meguligari trætu við EF um hendan spurn- ing, kemur tað eisini ann uppá, hvussu vit skipa okkara studning, tí summir »studningsform- ar« eru meira ósambærlig- ir við EF reglurnar enn aðrir. Her hevur fólka- flokkurin í landsstýrinum gjørt sitt til at beta um steðuna hjá EF, og tað uppá tann mest ábyrgdar- leysa hátt, sum kann hugsast. Tað er vanlig meting, at »Sosialur« studningur er í samsvar vid EF-reglur- nar. Hetta merkir aftur, at útr“iðslur til innteku- trygd fiskimanna er í lagi. Fiskimenn fáa sum kunn- ugt minstulen, men ein partur av inntekutrygdini hjá monnum, sum veiða við húki, hevur verið ein serligur manningarstudn- ingur, sum Þpolitikarar hava hildið verið neyðug- an í ártíggir. Hesin mann- ingarstuðul virkar á tann hátt, at fyri minstalenar- túrar verður hesin stuðul lagdur oman á minstulen- ina og virkar tískil sum ein partur av minstulønar- skipanini. Tí vildi henda skipan verið lættari at verja, um tað kom til skarpskeringar við EF. Men nú hevur fólka- flokkurin í hvussu er roynt at gjøgnumtrumfad at avtaka hesa skipan og at leggja allan studulin saman vid prisiskoytin- um. Nú er tað samb. Atla Dam í Sosialinum ikki heilt greitt, hvat ið eftir hansara meting hendir 1. januar, men samb. fólka- flokkinum í landsstýrin- um er tað hetta, sum hendir. Tað er fyrr víst á, at henda umlegging skapar fleiri trupulleikar enn hon loysir. Eisini er kunngerð- in ólóglig samb. galdandi lóg. Tað mest skakandi er tó, at sama dag sum EF- sáttmálin eftir ætlan skal koma í gildi, verður partur av lønartrygdini hjá ring- ast løntu fiskimonnunum blakaður fyri EF-úlvar- nar, soleiðis at teirra løn- artrygd verður broytt til ein studning, sum verður tann fyrsti, sum rýkur, um Thomas Arabo og aðr- ir hava rætt í sínum met- ingum. Tað má sigast at vera fullkomiliga margháttligt, at føroyskir politikarar í staðin fyri at røxja før- oysk vinnuáhugamál ikki bara í orðum fara í part við EF, og ikki minst er tað ovboðið, at landsstýr- ismaðurin í fiskivinnumál- um beinleiðis roynir at skaða feroyskar fiski- menn mótvegis útlandin- um. Tað er nevniliga heilt upplagt, at tað mótvegis EF er munandi lættari at verja eina skipan, sum bert er fyri fiskimenn enn eina, sum eisini er gald- andi fyri reiðarar. Sam- stundis er tað lættari at geva reiðarum endurgjald aðrar = vegir. Okkara spurningur er nú bert, hvert vit aftur hava eitt Nr. 199 — 26. oktober 1991 Fiskimenn ofraðir á EF-altarinum, skrivar Óli Jacobsen dømi um tað fullkomiliga dugnaloysi, sum eyðkenn- ir umsitingina av fiski- vinnumálum, ella um tal- an er um eitt útspekulerað lið í áganginum móti fiski- monnum, sum vit hava sæð frá hasari síðuni. Fiskimenn hava alla grund til at fela seg ótryggar, soleiðis sum te. ja áhugamál verða um- sitin í landsstýrinum. Ikki verður henda ótrygd minni av, at hóast fleiri mánaðar eru síðan, at av- talan var gjørd, og tað bert eru tveir mánaðar tu sáttmálin kemur í gildi, hava felegini sum umboða fiskivinnuna hverki hoyrt orð ella eið úr landsstýr- inum í hesum máli, og veit vinnan ikki um hon er keypt ella seld. Men fiskimannafelagið fer ikki at lata sær lynda, at áhugamál fiskimanna verða avreidd á hendan hátt, og fer felagið at gera sínar egnu kanningar í hesum máli. Óli Jacobsen Tøkk Øllum tykkum, sum við blómum, gåvum, telegrammum og å annan hått mintust 80 åra fødingardag min, takki eg hjartaliga. Albinus Johannesen Tvøroyri Hvønn mikudag hevur Sosialurin vælumtókta læknateigin >Skriva til Marner< við í blaðnum, har læknin Marner Simonsen svarar øllum spurningum, lesarar okkara kunnu hugsast at hava um liv og heilsu. So hava tit onkur vanda- mál innan hetta øki, skulu tit bert triva í pennin, skriva spurningin niður — gjarna undir dulnevni — og senda hann til Sosialin, Postboks 76, 110 Tórs- havn. Merkið brævbjálvan >Skriva til Marner«.