Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199 — 26. oktober 1991 Síða 15 Føroya Symfoniorkestur vid Stórari Mozart-konsert Sunnudagin verður stór konsert í Norðurlandahúsinum. Tað er Føroya Symfoniorkestur, sum skal hava konsert. Solistur verður tann 23 ára gamli Øssur Bek. Konsertleiðari er Martin Mourtisen. FSO er farið undir venj- ingarnar til seytjandu konsertina, sum verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 16. november klokkan 16.00. Á skránni eru trý verk: Johannes Brahms: Trag- ische Ouvertiire W.A. Mozart: Violinkon- sert nr. 5 i A-dur, solistur Øssur Bek Antonin Dvoråk: Symfoni nr. 5, »Ur nyggja heimin- um: Um verkini: Brahms skrivaði tvær »ouverturur«, sum báðar eru rættiliga ymiskar. Fyrra er tann vælkenda »Akademische Ouver- ture«, seinna »Tragische Ouvertiire«. Tað verður hesa seinnu, sum FSO fer at framfera; hon er ikki so ofta at hoyra, men er eitt stórfingið verk við full- settari blåsaramanning, og tí við nógvum og mátt- miklum ljómum. Hon byrjar við tveimum sterk- um legum, einum varlig- um paukumeldri, og so kemur inn hevuðslagið. Hetta lagið er rættiliga sermerkt, eins og ein mill- umgongd millum dur og moll; tað tykist, sum veit tað ikki, hvenn veg tað skal halda. Men brádliga vindur tað seg upp til Ossur Bek er solistur til konsertina hjá FSO í Norðurladnahúsinum kvikliga esing og sveimar so aftur og fram. Eitt loyndarfult lag í basúnun- um leiðir hugin at teirri al- tíð gátuferu lagnuni. Brahms varð sagdur at vera ógvuliga svartskygd- ur av lyndi. Hesa ouver- turuna gjørdi hann sum inngang til eina fram- førslu av sjónleikinum »Faust« eftir Goethe. Leikurin er um mannin, sum vildi selja sína sál til hin ónda, um hesin vildi veita honum allan verðs- ins kunnleika. Eins og tað í sálarlívi Fausts brýtst millum gott og ónt, so brýtist í hesum verkinum av Brahms millum myrk- ar og ljósar ljómar, millum sinnilig og fjálturskotin log. Verkið endar við at hovuðslagið við miklum mátti steðgar fjáltrinum. Undan lagnuni sleppur eingin. Annað verkið á skránni er violinkonsert í A-dur av W. A. Mozart. Solistur verður Øssur Bek. Um solistin: Øssur Bek er 23 åra gamal. Hann er føddur i Keypmannahavn. Bæði foreldrini eru feroysk. Øssur fór sum heilt ungur at spæla violin hjá Tove Detrekøy eftir tí kendu Suzuki-metoduni. Sum smádrongur hevur hann luttikið í >talent-kapping- um< hjá Berlingsk Tid- ende. Fór síðani á tónlista- skúlan í Odense, har hann hevði Bela Detrekøy sum lærara. Seinasta árið hev- ur hann verið á tónlista- skúlanum í Utrecht í Há- landi og hevur har havt sum lærara kenda russ- iska violinistin Lieber- mann. Frá nevnda skúla tók Øssur í summar diplomeksamen. Í letuni heldur hann fram at stud- era í Utrecht hjá Hirsch- horn. Í 1775, 19 ára gamal, skrivaði Mozart, sum tá var konsertmeistari í Salz- burg, fimm violinkonsert- ir, hver aftan á aðra. Av teimum fimm eru tær tríggjar seinastu, tann í G-dur, í D-dur og í A-dur enn í dag tær mest virdu og oftast spældu. Krún- una millum konsertirnar eigur helst A-dur, Køchel 219. Tað verður hesa, Øss- ur Bek fer at framfera við FSO. Konsertin byrjar við einum seinførum, vekrum adagio; men stekkur so í eina festliga og ovurkáta allegro. Miðsatsurin er ein yndislig, sorgblíð og kensluborin adagio. Sein- asti satsurin er ein berg- takandi rondo í 3-býttum stevi; serliga verður tú hugfangaður av tí spæli- manskendu »allegro alla turka«, úr Turkalandi íblástur tónleikur. Kon- sertin er full av snidlinga- pettum fyri solistin; men hjá Mozart er einki gykl, hann nýtir altíð hógv í tónleiki sínum. Aftan á steðgin verður framferd symfoni nr. 5, „Úr nýggja heiminum« eftir Dvorák. Dvorák kom til USA í 1892 at vera stjóri og lær- ari í tónaseting við tón- listaskúlan í New York. Her fekk hann skjótt á- huga fyri nekara- og indi- ána-tónleikinum, og skriv- ar hann um tann stóra og endurnýggjandi týdning- in, hesin kann koma at fáa fyri tónlistina. Tað er lut- víst av hesum áhuga Dvo- ráks, at menn roknaðu við, at hann hevur nýtt nekaratónleik sum temat- iskt tilfar í hesi symfoni. Men henda hugsan verður víst aftur av Dvorák sjálv- um í einum brævi, hann skrivar til næmingin Osk- ar Nedbal, sum í 1900 stjórnaði fyrstu framfersl- uni av hesum verki í Berlin. Dvorák skrivar: Eg sendi tygum ta sundur- greining av verkinum, sum Kretschmar hevur gjørt; men hygg ikki at hasum tvætlinum um »amerikumanna«- og »indånaløg«; hatta er púra burturvið og ber ósann- indi. Eg havi bert roynt at givið legunum eitt snið úr hasum heiminum. Symfoniin er í 4 satsum. Longu í fyrsta satsi nýtir Dvorák tær eyðkendu amerikonsku synkop- urnar. Annars byrjar sats- urin við einum seigligum inngangi, har tvey mót- stríðandi leg verða sett upp hvert móti eðrum; annað heldur sorgblýtt, hitt fjálturkent. Tað kenda lagið í 2. satsi — tað er kanska hetta, sum eina mest hev- ur gjørt hesa symfoni so umhildna — spælt á enskt horn, hevur íblástur úr yrkingini hjá Longfellow um Hiawatha. Yrkingin er um stóra fossin Minne- haba við Minneapolis. Indiánahevdingin Hia- watha mátti á hverjum ári ofra unga moyggj til and- arnar, sum búðu í fossin- um. Fyri at fáa mannin at halda uppat við hesum, tveitti - kona hansara Minnehaba seg í fossin og sorlaðist móti klettunum. Síðani hevur fossurin bor- ið hennara navn. So tætt skal Dvorák hava roynt at bundið tónleikin at hesum sagni, at hann skuldi siga við ein av næmingunum, at miðsatsurin, »unpoco piu mosso<, myndar ta grátandi indiánamoynna, tá hon sigur Hiawatha far- væl. Tann kviki og skemti- ligi tridi satsurin hevur eisini samband vid Hia- watha, ti hevuðslagið varð hugsað sum indiána- dansur í sangleikinum um Hiawatha. Í fjórða satsinum nýtir Dvorák eisini lagabrot úr fyrsta satsinum. Hevuðs- lagið ber brá av ameri- konskum tónleiki, men verður sett upp móti ein- um tjekkiskum sanglagi. Verkið endar sum ein fagnaður til nýggja heim- in, men er samstundis ein langtan eftir Bøhmer- landi, har Dvorák varð borin í heim 1841. Hann dvaldi heldur ikki leingi í nýggja heiminum; bert trý ár, so vendi hann aftur til sítt kæra heimland. Hetta eru trý ymisk, men hvert á sín hátt áhugaverd verk, sum Fer- oya Symfoniorkestur hev- ur at bjóða áhoyrarunum á hesi konsertini. Sum vant, so verður tað fasti dirigenturin, Martin Mouritsen, sum stjórnar FSO. Alex Sólstein Mozart sáli