týsdagur 29. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 200 — — 29.0 oktober 1991 |
Síða 9
Jákup Kass, formaður
í Heimamissiónini,
kundi fyri seinastu ferð
sum formaður í høv-
uðsstýrinum takka fyri
góða samveru á árs-
møtinum.
Sunnukvøldid sang |
Havnar Streingjakór.
Sangurin hevur eisini
ein stóran leiklut i
heimamissiónsarbeið-
inum í Føroyum.
sunnumorgunin í
kirkjunum í Havnini og á
Argjum eru partar av
skránni,< sigur hann.
Sera gott samstarv
Vanligt er at hava gesta-
talara å årsmøtinum, og
hesaferð var hann Erik
Olesen, ið er limur í hgv-
uðsstýrinum hjá teirri
donsku heimamissiónini.
At tit hava danska gesta-
talara ber ikki júst boð um
»kvetting« við donsku
heimamissiónina. Hvussu
eru viðurskiftini har ímill-
um?
>At siga, at vit hava
kvett, er nakað nógv av-
gjørt, tí tað, at vit nú hava
okkara egnu Heimamiss-
ión er í bestu semju við
donsku heimamissiónina,
og samstarvið okkara mill-
um er framvegis tað sama,
sum tað var frammanund-
an,< sigur Jákup Kass. >Tá
vit hava okkara årsmøtid
her, koma gestir upp niðri-
frá, og frá okkum verður
fólk bjóðað við, tá teir
hava sítt årsmøtid niðri.<
Eisini tá talan er um ym-
ist skeiðvirksemi, er talan
um samstarv, og føroysku
medarbeiðararnir luttaka á
donsku skeiðunum, eins
og gjørt varð
frammanundan.
Hyggja frameftir
Nú er årsmøtid av fyri
hesaferð, og tær mongu
missiónsvikurnar kring
landið liggjar fyri framm-
an, sum eisini plaga at
vera væl vitjaðar av fólki.
>Nú skulu vit jú heldur
ikki bert hugsa um tey
stóru tiltøkini, ið savna
nógv fólk, tí tað er ein
sannroynd, at tað stóra og
javna arbeiðið verður gjørt
úti um landið gjøgnum ár-
ið, uttan at kanska tann
stóri hávin verður gjørdur
burturúr,< sigur Jákup
Kass. >Og hinvegin, so
hava vit eisini annað at
hyggja fram ímóti. Millum
annað verður óivað lættari
at skipa fyri teimum ymsu
tiltøkunum, tå leguhúsið í
Nesvík verður liðugt. Tað
gleða vit okkum nógv til.<
Eina av orsøkunum til,
at arbeiðið hjá Heimamiss-
i6nini kanska virkar meira
skipað og tilrættislagt enn
fyrr, heldur Jákup Kass
vera, at settir eru barna-
ráðgevi,
ungdómssskrivari, um-
framt tråbodararnar og
starvsfólkið á høvuds-
skrivstovuni hjá Heima-
missiónini í Leirvík, har
fleiri fólk starvast dagliga.
Og so øll hini aftrat, ið
sjálvboðin hjálpa til, tá
okkurt er at gera.
>Hesi fólk gera eisini
eitt stórt arbeiði, sum tey
eiga tékk uppiborna fyri
og uttan hendan innsatsin
hevði verið nógv tyngri at
havt slík stór tiltók sum
eitt nú årsmøtini,« sigur
Jákup Kass at enda. >Og
at tað er hugaligari at fara
út aftur í gerandisdagin
eftir eina so góða og
ríkandi samveru sum hetta
vikuskiftið, har vit hava
verið so mong saman um
Guðs orð, er einki at ivast
í. Jú, víst er framtíð í
missiónini!<
Orð & myndir:
Hilmar Jan
>Tá vit tosa um ungdómin, missión-
ina og framtíðina, so haldi eg tað
eisini vera uppá sítt pláss at nevna,
at vit hesi síðstu árini hava upp-
livað eina sera stóra framgongå, tå
hugsað verður um, hvussu nógv fólk
koma til tey ymsu tilígkini. At einir
bør søgt av fimi, ið koma á
| fn skal vera í missiónsarbeið-
inum i siFørsnn í90' unum.“
„Jákup Kass, formaður
HA í Heimamissiønini
Niels Jacob Nielsen, trúboðari í Havn,
taladi å seinasta møtinum sunnukvøldid.
+ AE