mikudagur 30. oktober 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 201 — 30. oktober 1991
Odd Fellow 5
5 ár á baki
Fríggjadagin hin 11. okt.
vóru 5 ár liðin síðan ODD
FELLOW ORDENEN
varð stovnað í Feroyum í
Vestmanna við navninum
»AMBOLTURIN«.
Feðingardagurin varð
hildin leygardagin hin 12.
okt., har limir við gesti
vóru mettir. Eisini vóru 2
umboð fyri DEYVAFE-
LAG FØROYA boðin við.
Eftir gomlum siði verð-
ur givin ein peningaupp-
hædd ein tílíkan dag til
góðgerandi endamál, og tá
DEYVAFELAG > FØR-
OYA er farið í holt við at
innsavna pening, so tey
kunnu hava skeið fyri
deyvum bernum í skúla-
aldri, hildu vit, at hetta ar-
beiðið vildi ODD FELL-
OW ORDENEN fegin
stuðla við eini peninga-
upphædd.
Við degurðaborðið
handaði so formaðurin hjá
Amboltinum ein kekk upp
á kr. 10.000,- til nevndar-
lim Mariu í Dali við vón
um, at hesin peningur
kundi verða teimum ein
góður stuðul í teirra ar-
beiði.
Síða 9
Upprunabarnabøkur á
føroyskum eru meira
sjáldsamar, men nú
hevur Sonja Sørensen
skrivad eina skaldsøgu
fyri børn.
Bókin er eitt ævintýr
ogeitur "Í gðrum heimi".
Hanni og Líða búgva í
Rúnartúni. Ein dag biðj-
ur Hyljarsteinur tey fara
eina langa ferð, sum
byrjar í ánni og endar í
einum landi, sum eingin
áður hevur sæð. Tey fara
djørv avstað og koma
fram til ein ævintýr-
heim, har tey meta
nógvum børnum, sum
hava bíðað eftir teimum
báðum.
Bókin hóskar væl til
ungar lesarar og at lesa
5
Sonja Sørensen
Nýggj hók
fyri bern
Sonja Sørensen roynir seg
við bókini "I ødrum heimi"
fyri bórnum. Hon er
prýdd við myndum, sum
Tove Askham hevur
teknað. Tove hevur eis-
ini teknað kåpumynd-
ina.
Hetta er onnur bókin,
sum Sonja Sørensen
skrivar. Fyri tveimum
årum sidan vann hon
virðisln fyri besta hand-
ritið til ungdómsbók.
Tað var ein kapping,
sum Bókadeild Føroya
Lærarafelags skrivaði
út. Ungdómssggan,
Suphaya, kom út í 1989.
Tað er eisini Føroya
Lærarafelag, sum gevur
út bókina "Í gðrum
landi". Bókin kostar 105
krónur.
Føroya Lærarafelag
Heiðrar Hagstrøm
við bokutgåvu
29. januar í ár fylti Bjørn
Hagstrøm, fyrrverandi do-
sentur við lærda háskúlan í
Svøriki, 70 ár.
f sambandi vid fødingar-
dagin hevur Bókagarður
givið út bók við greinum,
Bjørn Hagstrøm hevur
skrivað um føroysk mål-
vísindi.
Bjørn Hagstrøm av eitt
skifti professari við Fróð-
skaparsetur Føroya, men
noyddist at leggja fråsær av
persónligum orsøkum.
Tá Bókagarður gav út
Faroe Isles Rview, rættlæs
Bjørn Hagstrøm, og hann
hevur eisini skrivað fororð í
umsetingar av svenskum
skaldsøgum. Bókagarður
vil fegin takka Bjørn
Hagstrøm fyri hetta arbeiði
og gevur tí út bókina, ið
nevnist "Átta greinir um
fórryskt mál".
Bókin kostar 180 krónur.
Yrkingar
og tydingar
Í súgi um Froðbiarboða"
eitur ein bók, sum Bóka-
garður nú hevur givið út við
yrkingum og týðingum eftir
hanus D. Joensen, fyrrver-
andi landslækna.
Í formælinum greiðir
Hansu Debes Joensen
sjálvur frá síni skúlagongd á
Tvøroyri, hvussu hann
lærdi føroyskt, og hvussu
hann fekk tokka til
føroyskt.
Bókin er eitt úrval av yr-
ingum, Hanus D. Joensen
hevur skrivað ella týtt.
Yrkingarnar eru fleiri
fosturlandsyrkingar, um
málið, náttúrulýsingar men
eisini meira álvarsamar
yrkingar, t.d. um deyða.
Urvalið lýsir eisini,
hvussu hann hevur spælt
sær málsliga. Men sjálvur
sigur, hann, at bókin er ein
roynd at geva ungdómum
okkara eir1 hóming av
farnari tíð.
Bókin kostar 180 krónur.
H.D. loensen