hósdagur 31. oktober 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 202 — 31. oktober 1991
Kvalaraslanga
Síða 5
burturblivin
I Klaksvík
>Ég eri rættiliga vis i, at slangan er í húsinum, hóast eg ikki havi
sæð hana aftur, síðani hon hvarv,« sigur unga gentan í Klaksvík,
ið eigur kvalaraslanguna, sum hvarv fyri fýra vikum síðani
At húsdjór kunnu vera ym-
isk, eru so mong dømi um.
Hundar, kettur, fiskar og
kanariufuglar hoyra til tey
mest vanligu, men sum
vid so mongum ødrum eru
eisini tey stóru undantøk-
ini.
Eitt dómi um eitt rætti-
liga nógv gðrvísi húsdjór
finst í Klaksvík.
Ein ung havnargenta,
sum býr í Klaksvík, hevur
eina kvalaraslangu sum
húsdjór. Ella rættari: Hon
hevur havt eina kvalara-
slangu sum húsdjór.
Mist slanguna burtur
Alt so gekk væl við hesi
slangu, sum ein nú eina-
ferð kann ynskja og hugsa
sær tað sær við einum so
sermerktum og vælsaktans
eisini vandamiklum hús-
djóri, til fyri fýra vikum
síðani.
»Eg hevði verið úti, og
tá eg kom til hús, var alt
koyrt um koll, og slangan
hevði sloppið sær úr akv-
ariuminum, hon annars
búði í,< greiðir gentan frá.
>Tó var hon ikki sjálv at
síggja nakrastaðni, hóast
eg leitaði bæði uppi og
niðri.<
Gentan heldur tó ikki, at
slangan er farin út nakra-
staðni, tí alt var afturlatið
og læst inni í húsinum,
meðan hon hevði verið úti.
Hoyrt aftur frá henni
>Síðani hon bleiv burturi
haldi eg meg tó hava hoyrt
hana onkunstaðni, men eg
havi so ikki funnið hana
enn nakrastaðni í hús-
inum,< sigur gentan. >Um
hon hevur goymt seg í
onkrum skoti, man hon
nokk fara at klára seg, tí
henni nýtist ikki at fáa mat
í eitt heilt ár, uttan at tað
tó stendur um lív hjá
henni.
Sambært gentuni er talan
um eina heilt vandaleysa
%
(Tilvilgarliga vald mynd úr leksikon)
Kvalaraslangur kunnu gerast rættiliga stórar, men hendan í Klaksvík, sum nú er burt-
urblivin, er ikki av teimum størstu — hálvanannan metur og sum ein armur til tjúkdar.
Grannarnir og tey, ið vita av slanguni, eru ikki serliga glað um, at hon nú er burtur-
blivin, hóast hon sambært gentuni, ið eigur hana, er vandaleys.
slangu, hóast hon til
longdar er hálvanannan
metur og er sum ein armur
til tjúkdar.
>Slangan er ikki vanda-
mikil, og heldur ikki er
hon komin ólógliga til
Føroya, hóast tað kanska
ikki er so vanligt at hava
slangur í Føroyum,« sigur
gentan. >Ég keypti hana
niðri, og tá eg vendi mær
til landslæknan fyri at fáa
at vita, hvussu vorðið var
við at fáa hann til Føroya,
segði hann, at eingin lóg
forðaði fyri ti.«
Sæð slanguna
Tað eru ikki so mong, ið
hava vitað um slanguna,
og heldur ikki hava mong
onnur enn tey nærmastu,
vinir og onkrir grannar
sæð hana.
Onkur av grannunum,
Sosialurin hevur tosað við,
heldur at slangan helst
man vera sloppin út onk-
ursvegna, og at hon síðani
er deyð úti.
Viðkomandi hevur sæð
slanguna: >Tá eg einaferð
kom inn á gólvið hjá teim-
um, gekk gentan við slang-
uni um hálsin, sum var
hon eitt annað turriklæði.
Eg hugsaði heldur íkki
annað um hetta, fyrrenn eg
sá, at "turriklædid” rørdi
seg og slangan stakk
høvdid undan.«
Ikki hevur verið púra
sørt, at slangan hevur gjørt
onkran rættiliga bangnan í
fyrsta umfari, men sam-
bært gentuni og teimum,
Sosialurin hevur tosað við,
hevur ongantíð gjørt nøkr-
um nakað, hóast tankin
um eina slíka kvalara-
slangu og sjónin av henni,
meðan tann tvíeggjaða
tungan spælir sær, kann
vera nóg ræðandi.
Ikki tryggjandi
Um slangan fer at koma
. afturí aftur ella ikki, veit
eingin enn, men gentan
sigur seg hava hoyrt hana,
og roknar tí eisini við, at
um slangan er í húsinum,
hevur hon tað gott og
nokk skal koma afturí
aftur.
»Eg havi sum sagt hoyrt
hana onkuntíð, men havi
enn ikki funnið útav, hvar
hon er. Út er hon so í øll-
um førum ikki farin,«
sigur gentan at enda vid
Sosialin.
Hvussu er og ikki, so eru
teir klaksvikingar ið vita
um slanguna, at hon er
burturblivin, ikki serliga
tryggir, fyrrenn hon er
funnin:
>Sjálvt um eg havi sæð
slanguna, og sum so ikki
eri bangin fyri henni, er
tað ikki serliga tryggjandi,
um eg brádliga komi
framá hana í kjallaranum
ella onkra aðrastaðni. Eg
veit so ikki, hvussu eg skal
bera meg at, um tað hend-
ir,< Sum ein av grannunum
tekur til.
bj.
Missiónshúsið á Glyvrum:
Fer undir
nýtt tiltak
Friggjakvøldid verður byrj-
að við junior-fundum fyri
tey, ið eru eldri enn 11 ár
Í annadkvøld kl. 19
verður farið undir nýtt
tiltak í Missións- og
Ungdómshúsinum á
Glyvrum. Talan er um
juniorfundir, ið fram-
yvir vera hvort fríggja-
kvold frá kl. 19 til 21.
>Ætlanin við hesum
er, at okkurt eisini skal
vera fyri tey, ið eru far-
in um sunnudagsskúla-
aldur, men sum sam-
stundis kanska halda
seg vera ov ung til at
koma á ungdómsmýti <
siga fyrireikararnir, ið
sjálvir eru ungfólk og ti
kenna eitt sindur til
tórvin, ið er á slíkum
arbeiði.
Hesir sokallaðu juni-
or-fundirnir ganga fyri
seg á tann hátt, at byrj-
að verður við einum
guðsorði, sum í fyrsta
umfari verður Jóhan-
nesar evangelium. Síð-
ani verður eisini fram-
haldssøga, spæl og
annað á skránni, um-
framt at nógvur sangur
verður.
>Tey, ið koma á hes-
ar fundirnar skulu hava
Bibliu við, so tey hava
møguleika at fylgja við
í tí, teksturin snýr seg
um,< siga fyrireikar-
arnir, ið bæði vænta og
vóna, at hetta nýggja
fríggjakvgldstiltakið
fer at fáa góða
undirtøku.
hj.
TJODVELDISHUGAD!
Ræstkjøtaveitsla
verður i
E.B.-húsinum á Eiði
leygardagin 23. nov., kl. 19.30
Øll tjóðveldishugað kunnu koma við.
Kostnaður kr. 175,- fyri hvønn.
Føroyskur og enskur dansur verður eftir
borðhaldið.
Teknið tykkum í seinasta lagi hósdagin
21. nov. hjá Kristinu Mortensen/Eiði,
Símuni á Kinn/Strondum ella Fríðfinni
Joensen/ Leirvík.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin
hvønn hósdag frá kl. 19.00—21.00, inngongd
hjá KFUM, undir Písuvarða 2 efla á tit.
17200.