Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Ræður um at keypa so dýrt, sum gjørligt! Anders Fogh Rasmussen, danski skattamálaráðharrin úr Vinstra-flokkinum, vil hava at vita, um skattavald- ið eigur at góðtaka hvørja sum helst prisåseting í sambandi við keyp og sølu hjá fyritøkum. At ein keypari ynskir at keypa so bíligt, sum gjør- ligt, og at ein seljari ynskir at selja so dýrt, sum gjørligt, er eyðvitað. Sum áhugapartar standa teir mótvegis hvørjum ødrum. Hvat nú, um so er, at keyparin hevur áhuga í at keypa so dýrt, sum gjørligt? Tað hevur hann, um hann fyrst og fremst skal brúka keypsupphæddina til at draga frá á roknskapinum! Spekulatión að kann jú hugsast, at hann keypir frá einum felag, 13 heilt ella partvis hevur somu eigarar. Seljarin kann á fyri sin part bOkføra eina trivaliga upphædd, sum r tað at síggja út, sum um væl stendur ul. Og tað er hent, tá tú skalt út at biða um lán...! Í slíkum føri standa keypari og seljan ikki mótveg- is hvørjum ðrum, - tverturímóti. Anders Fogh Rasmussen heldur, at eingin trupulleiki er at góð- kenna prisåsetingar hjá keyparum og seljarum, sum standa mótvegis hvørjum ødrum. Hinvegin: er tað rætt, at skattavaldið skal góðtaka hvat sum helst hjá pørtum, ið ikki standa mótvegis hverjum ødrum, - eisini ásetingar, ið eru heilt burt- urvið, ið mun til tað, sum handlað verður? Tapti í Landsrættinum Upprunin til málið er, at skattavaldið noktaði at góðtaka eina prisåseting og broytti hana til tað, sum skattavaldið helt vera rímiligt fyri tær maskinurnar, talan var um. Partarnir í málinum stevndu skattavald- inum og hava fingið viðhald í Landsrættinum; skatta- valdið hevur eftir galdandi lóggávu ikki loyvi ul at broyta ásetingar millum keypara og seljara. Við øðrum orðum: vil skattavaldið sleppa at gera tað, mugu politikkararnir fyrst gera eina lógarheimild fyri hesum. Hesum er skattamálaráðharrin ikki samdur í, og ti vil hann hava Hægsta Rætt at taka stóðu til málið. Danska stjórnin nýggja ætlan Vinnubann skal steðga tilætladum húsagangi Danski skattamálaráðharrin hevur eisini annað i pott- inum. Í skrivi til Fólkatingið mikudagin í farnu viku skrivar Anders Fogh Rasmussen, at stjórnin ætlar at samtykkja lóg, ið skal forða fyri, at vinnurekandi spekulera í húsagangi. Hetta skrivar Berlingske Tid- ende hósdagin. Fogh Rasmussen hevur heitt á Hans Engell, løg- málaráðharra, um >at umhugsa møguleikarnar fyri at seta í gildi reglur, sum ger tað møguligt at taka frå fólki atgongd til at reka virksemi innan ávísar vinnu- greinar, um so er, at tey ferð eftir ferð og innan fyri eitt stutt áramál hava verið uppii húsagang! ella fyri- tøku-avtøkum, ið hava havt við sær miss fyri áogn- arar, íroknað tað almenna, skrivar Fogh Rasmussen til skattanevndina hjá Fólkatinginum. Ráðgeving í sambandi vid tvingsilssølur Ein stórur meiriluti i danska Fólaktinginum er fúsur at samtykkja eitt uppskot, ið fer at tryggja hjálp og ráðgeving til tey, sum fáa ognir sínar seldar á tvings- ilssølu. Tey skulu kunnu fáa ráðgeving frá eigindómsmekl- arum og ødrum sakkønum og hartil hava lættari at fáa tilnevndan advokat, um ogn teirra skal seljast á tvingsilssølu. Hinvegin fer lógin at hava við sær, at málsviðgerð- in í sambandi við tvingsilssølur verður gjørd strang- ari, so tvingsilssølur ikki kunnu útsetast fleiri ferðir. Nýggja lógin skal ætlandi taka við 1. januar. Burtursæð frá smærri umvælingararbeidum, hevur verið so gott sum øskukalt á skipasmiðjuni í Vági, síðani nýggju F » s . 5 7 FA a > % 4 > á x% >» % ve 5 ,, » 4 = - > “ %. 7 y 7 & 5 7 < VA Kl » NS VAND í ' aa Nr. 202 — 31. oktober 1991 eigararnir keyptu hana. Fæst figgingin av teimum trimum norsku útgerðarskipunum, verður arbeiði í umleið hålvt- annað ár Skipasmiðjan í Vági væntar svar fyrsta dagin um norsku skipini Arheiði í hålvtannad ár Útlitini fyri, at arbeiði aftur verður á Suðuroyar Skipasmiðju í Vági verða helst greið um miðjan komandi mánað. Skipa- smiðjan hevur gjørt ein sáttmála við norska fyri- tóku, Remøy Managament, um bygging av trimum útgerðarskipum til olju- vinnuna; sáttmálin er treytaður av, at fígging fæst. 3 ferð 66 metrar Talan er um skip fyri útvið 100 milliónir hvert; tey Skulu vera 66 metrar til longdar. Jonsson-skipini, sum ætlanin var at byggja skuldu vera umleið 120 metrar long. Málið viðvíkjandi út- gerðarskipunum er so gott sum liðugt vidgjørt í såttmålastovninum. Til byggingina av fyrsta skip- inum fær reiðaríið 5% í stuðulsláni og 12% í rentu- studningi, meðan skipa- smiðjan fær 13% í toll- endurgjaldi og 4,5% í farmaendurgjaldi. Hini bæði skipini eru ikki enda- liga avgreidd í Tinganesi enn. Væntar svar skjótt Danski skipskredittgrunn- urin skal ætlandi fíggja 80 prosent av byggingini. Niklas Magnussen, nevnd- arformadur fyri skipa- smidjuni, sigur, at hann væntar svar frå grunninum midjan november. Tað fer at taka umleið hálvtannað ár at byggja tey trý skipini. Niklas Magnussen sigur annars, at ætlaninar um Jonsson-skipini eru lagdar púra til viks fyri teirra vid- komandi. Exit Jonsson! - Hóast vit ongantíð hava fingið nakað skrivligt svar frá skipskredittgrunninum, so fingu vit greið, munnlig beskeð haðani, sigur Nikl- as Magnussen, ið upplýsir, at teir einki samband hava havt aftur við Rolf Jons- son. 2 ówh Nýggj kunngerð noyddi Vaktar- & Bjargingartænastuna Kavaratangin kravdur I nýggjari kunngerð Tað er tann nýggja, danska kavarakunngerðin, ið hev- ur gjørt tað tvingandi fyri Vaktar- & Bjargingartæn- astuna at uppfylla eitt gamalt ynski, nevniliga at útvega sær ein tanga, ið verður brúktur at minka trýstið á kavarar við og við. Kunngerðin, sum er sett í gildi fyri Føroyar, sigur, at tað er bannað at fara niður um 24 metra dýpi uttan at tryst-minkingar- tangin er tøkur. Gera ikki av, hvussu djupt er - Mesta kavara-arbeiðið, sum vit gera, er ikki á so djúpum vatni, sigur Elmar Højgaard, skipari á Olavi Halga, men vit gera ikki av, hvussu djúpt, tað er, tá óhapp henda, leggur hann aftrat. Hevur ein kavari ikki yvirhildið sokallaðu trýst- tabellina, verður hann sendur í tangan, og sama er um hann t.d. hevur “sprongt' lunguni, tí pan- ikkur er komin í. Beinleiðis viðgerð í tanganum kann taka útvið 40 tímar í tanganum, með- an vanlig nýtsla bara kann vra t.d. 20 minuttir. Eisini til vanligt Elmar Højgaard sigur, at tað er ikki bara í sambandi við óhapp, at ein slíkur tangi er góður. Eisini í vanligari nýtslu er hann hentur: hevur ein kavari verið niðri í meira enn 20 minuttir, so er vanliga brúk fyri einum slíkum tanga. Tangin, ið fast skal vera umborð á Ólavi Halga, kostaði reiðiliga millión. Hann er fíggjaður við eykajáttan til stovnin og við stuðli frá tryggingar- sambandinum. ówh ømme IF VWd AN 7 / Atlantsflog DANAIR ICELANDAIR sag Faroe Travel Tlf 12600