Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 1. november 1991 Bygningurin hjá Bilcentrinum er ikki bara ein skjót og bílig loysn av hølistrupulleik- unum hjá SvF, men eisini ein góð loysn, tá hugsað verður um, at bygningurin ikki er bygdur til júst hetta endamálið, sigur Árni Gregersen. Hann vísir eisini á útbygging- armøgulleikarnar, ið eru á teimum 2600 fermetrunum, sum hoyra til ognina Árni Gregersen um Bilcentrið sum SvF-hús Sera væl eynað SvF-leiðslan skjeyt fyrra- dagin upp fyri Maritu Petersen, at landsstýrið skuldi keypa bygningin hjá Bilcentrinum í Havn á tvingsilssølu at nýta sum SvF-hús. Heppin loysn Árni Gregersen, pro- grammleiðari, sigur, at hetta hevði verið ein hepp- in loysn, tí bygningurin er væl egnaður. Ovasta hæddin er ikki innrættað, t.v.s., at SvF hevur fríar ræsur at innrætta til sitt endamál. Programmleiðarin sigur, at í niðastu hæddini er møguleiki fyri einari stór- ari sjónvarpsstovu uppá 370 fermetrar, Dag & Viku-stovu umframt smærri upplestrarstovum umframt allari teknisku útgerðini. Góð hølir - Stutt sagt: haðani kann SvF senda alt í luftina, uttan í heilum at skifta tjøld, ljós og annað mangt, sigur Arni Gregersen. Í miðhæddini eru skriv- stovur til alla fyrisitingina og pláss til bandagoymslu og annað. Og ovast er møguleiki at innrætta red- aktións-hgli og pláss til klivar til tíðindafólkini. Nykredit skal hava 15 milliónir krónur fyri at fáa sítt; hann kann verða seld- ur fyri bæði meira og minni. Árni Gregersen sig- ur, at bygningurin kann byggjast um fyri 4-6 mill- iónir krónur. Skjótt, bíligt og gott - Fær landsstýrið ein SvF- bygning fyri samtalt 20 milliónir krónur, so er tað bæði skjótari og nógv bíligari enn at byggja. Tá hugsað verður um, at bygningurin ikki er bygdur til júst hetta endamálið, so fæst valla nøkur betri loysn, sigur Árni Greger- sen, ið eisini vísir á, at út- byggingarmøgulcikar eru á staðnum, ti til ber at byggja uppá bygningin og hartil er eitt grundøki uppá 2600 fermetrar eru uppii ognini. 6wh So trongt var úti undir væðingini, at uppboðs- haldarin mátti gera vart vid, at honum dámdi ikki at fólk stóð aftan fyri seg, og bað tey flyta seg, so hann hevði tey fyri framm- an. Tá uppboðshaldarin einki boð hevði fingið, tá minuttur var farin, var tvingsilssølan harvið aftur- kallað og útsett. Einki klárt í forhond Danski skipskredittgrunn- urin eigur reiðiliga 94 milliónir krónur í skipinum og landsstýrið reiðiliga 11 milliónir krónur. Skála Skipasmiðja átti trida og fjórða veðrætt, men eingin var møttur hennara vegna. Hóast eingin bjóðaði, so eru fleiri um boðið, varð uppspurt eftir fundin. Við í kapprenningini um Skála- fjall eru í hvussu er Foss- nm bankin og Petur í Dali, skipari, og klaksvíkingar, ið eru tilbúnir við einum eginpeningi uppá fimm milliónir: skipari og mann- ing á Nónhamri tvær, P/f J.F. Kjølbro tvær og Før- oyagrunnurin eina. Nytt partafelag i Klaksvik Sum skilst eru klaksviks- ingarnir komnir so seint inn í myndina, at skips- kredittgrunnurin vildi hava eitt longri skotbráð til søl- una. Hinvegin kundu hvørki grunnurin sjálvur ella landsstýrið keypa, tí annars datt lagaliga index- fíggingin burtur, eftirsum lógin um hesa er farin úr gildi. Annað uppboð verður helst hildið síðst í hesum árinum. ówh Síða 5 Marita Petersen um SvF-høli Leypi ikki framav Spurningurin um framtíðarbygnaðin fyri útvarp og sjónvarp skal avgreiðast, áðrenn avgerðir verða tiknar um nýggj hóli Marita Petersen, landsstýr- iskona fyri loftfjølmidl- arnar, hevði ikki sent nakr- an niðan í fútarættin í gjár at keypa bygningin hjá Bilsentrinum til sjónvarps- hus. Bygningurin var seldur å tvingsilssølu fyri 4,107 milliónir krónur. Var kunnað Marita Petersen sigur, at SvF-leidslan hevði gjørt hana varuga við hendan møguleikan, men hon ætl- ar sær ikki at leypa framav í húsaspurninginum hjá SvF. Marita Petersen sigur, at tað hastar, at loysa hølis- spurningin hjá SvF, ti stovnurin sleppur ikki at vera í Havnar Bio eftir 1. januar. Fyrrverandi bila- sølubygningurin hjá Brockie er sjálvsagt ein møguleiki millum aðrar. Avgerð í næstum Skal Nykredit fáa sína á- ogn, so skal bygningurin keypast fyri 15 milliónir krónur. - Loysnin skal vera ein varandi loysn, og tað vil eisini siga, at spurningurin um bygnaðin hjá útvarp- inum og sjónvarpinum mugu avgreiðast fyrst, sigur Marita Petersen, ið sigur, at hon fer at leggja hendan spurningin fyri landsstýrið fyrsta dagin. Má takast við Soasialurin: - Kann tað ikki henda, at hesin bygn- ingurin er seldur, áðrenn tað er avklárað. Marita Petersen: - Tað er ikki vist, men tað er nakað vit mugu taka við, tí loysn- in skal vera umhugsað og endaiig, tá avgerðin fell- Ur... ówh Í dag byrjar Mjólkarvirki Búnaðarmanna at selja full- feita mjólk við góðum málráðum prentaðum á pakkan At tað hevur týdning at vanda sær um málið, eru helst øll á einum máli um, um tað kann roynast mis- javnt, hvussu hetta eydn- ast. Men Mjólkarvirki Bún- aðarmanna vil fegið gera nakað fyri at hjálpa fólki at betra um málið, og í hesum sambandi kemur í dag ein nýggjur mjólka- pakki í handlarnar. Prenta góð málráð Framyvir fara góð mál- ráð at verða prentað uttaná pakkarnar við fullfeitari mjólk, so fólk kunnu fáa málið inn „við mjólkini — soleiðis bókslávliga, Tað var listamaðurin Ei- vindur Mohr, ið fekk hetta frálíka hugskot, sum hann so fortaldi fyri målkøna vini sínum Svenningi Tau- sen, ið fleiri ferðir hevur verið beinasamur at hjálpa honum í málspurningum. Svenning Tausen kenna eisini lesarar Sosialsins frá málteiginum her í blaðn- um, sum í dag byrjar aftur í dag eftir ein steðg. 14 ymisk málráð Teir báðir, Eivindur og Svenning, fortaldu síðani mjólkarvirkinum um hug- Skotið, og varð tað har mett so gott, at tað nú er veruleiki. Ætlanin er, at somu mál- ráð skulu standa á pakk- unum í tríggjar vikur, so eftir einum ári verður talan um 14 ymisk málráð, ið snúgva seg um ymsar mál- Spurningar, sum tørvur er á at greiða fólki nærri frá. Serliga tankin um, at tað eru børnini, ið serliga eru mjólkarnjótarar, ger hug- skotið gott, tí kunnu børn- ini á hendan hátt fáa málið inn við mjólkini, ber ikki til at vænta annað enn málsligan bata. Og kemur hann, er málið við málinum á mjólkar- pakkunum nátt til fulnar... bj.