Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 1. november 1991 - Flekja Fiskavirkið í Sumba er stórt sæð einasta arbeiðspláss í bygd- ini, og har eru ikki ráð til tær stóru ílógurnar, men kortini tykist at bera væl til, og fleiri eru i arbeidi Eini 14 fólk hava fyribils komandi vikurnar tryggjað sær arbeiði á fiskavirkin- um í Sumba. Virkið hevur keypt 50 tons av toski frá millum gðrum Sólborg, og nú verður farið undir at flekja og saltað. Ongar maskinur eru á virkinum, so alt verður flakt við hond, men skjótt gongur kortini. Vanliga taka fýra mans sær av flekingini og onnur saltað so hvert. Tað eru teir báðir, Johan og Dánjal Johan Lisberg, sum standa fyri virkinum, sum hevur eini fimm ár á baki, men arbeiðið hevur verið ógvuliga 6stødugt. Tí muna hesi hálvthundrað tonsini, teir nú hava keypt, væl hjá teimum. Av útróðri í Sumba er lítið. Teir rógva serliga út frá Lopra, og avreiða aðrastaðni. Tó hevur fiskavirkið í Sumba tikið ímóti nakað av kalva frá útróðrabátunum i bygdini. Dánjal Johan Lisberg sigur, at teir hava ongar ætlanir um at fylla fiska- Síða 7 húsið við masinum. Grundarlag er als ikki fyri tí, flakavirkisorkan er rikiliga stór frammanund- an. Teir hava tí valt at skapa eitt minni arbeiðs- pláss so bíligt sum gjørligt, so nøkur fólk í bygdini kunnu fáa eitt sindur av arbeiði, sum annars ikki er = ovmikið av. Hann sigur, at teir fyrr í ár gjørdu av at lima seg inn í Fiskasgluna, og millum annað orsaka av limaslapinum har, sleppa teir undan at binda ov nógvan pening í råvøru- keyp. Saltfiskurin verður Johan, sum reka fiskahúsið í Sumba. stjóri á fiskahúsinum koyrir her fiskin úr byngjunum og inn á Framhald á síðu 14 Yngra ættlarliðið skal eisini sleppa upp í part. Vinstru megin Johan saman við Dánjal Johan Lisberg, sum er virkið. Mynd: Kalmar Jóannes Dalsgaard, lógtingsmaður, spyr: Hvussu vil andsstýrið verja fuglin -Hvørji tiltøk ætlar landsstýrið at seta í verk til tess at verja lomvigastovnin, lundastovnin og aðrar hóttar fuglastovnar á føroyskum land- og sjógki? Hendan fyrispurning hevur Jóannes Daldsgaaard, løgtingsmadur sett Svend Aage Ellefsen, landsstyrismanni. Løgtingsmadurin visir å, at stovnarnir av fleiri føroyskum fuglasløgum eru heilt nógv minkaðir tey seinastu árini. Á almennum fundi, í blaðgreinum, í frágreiðingum frá granskarum og ikki minst av fólki í fuglaplássum er prógvað, at åvis fuglasløg sum lomvigi og lundi eru í vanda fyri heilt at minka burtur í einki, sigur Jóannes Dalsgaard og leggur aftrat, at tað tykist eisini at vera vandi fyri fugla- sløgum sum skarvi, ternu, ritu og ødrum. -Fólk eru ikki samd um møguligu orsgkirnar til hesa syndarligu gongd, ið hóttir ein hin vakrasta og ríkasta partin av náttúru okkara, men flestu fólk munnu vera samd um, at álvarsom og munagóð tiltøk eiga at verða gjørt her og nú frá almennari síðu til at verja hóttu fuglastovnarnar, sigur løgtingsmad- urin, sum sigur seg serliga hugsa um teir vandar, sum standast av mannaávum, og sum uttan iva kunnu sigast at hava skaðiligt árin á fuglin og livi- líkindi hans á føroyskum land- og sjógki. Tingið fer fyrsta dagin at gera av, um fyrispurning- urin skal svarast. tór.- Jóannes Dalsgaard, løgtingsmadur spyr hvat lands- stýrið fer at gera fyri at verja hóttu fuglastovnarnar