fríggjadagur 1. november 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 — 1. november 1991 |
síða 9
Andrea Splidt
Fríggjadagin kl. 21.00:
Væl var blást —
nú verði eg 100
6. desember verður Andrea Splidt á Nesi
í Vági 100 år. Sum nyfødingur varð hon
legd burtur sum deyð, men pápin góðtók
ikki hetta og fór at blása luft í hana — og
væl var blást, nú verður hon 100.
Andrea er uppi hvenn dag, bindur
nógv hóast hon nú er blind. Hon býr sam-
an við soninum á Regni í Nesi.
Fríggjadagin kl. 23.00:
Teir, sum yvirliva
Tað eru Walther Matthau og Robin Willi-
ams, sum hava hevuðsleiklutirnar í hes-
um amerikanska filminum um eitt ný-
mótans Amerika.
Robin Williams eitur Donald, og
Walther Matthau eitur Sonny. Teir eru
báðir uppsagdir. Ein dagin verða teir á-
lopnir, og Donald verður særdur í eksl-
ina. Hetta er dropin, sum fær bikarið at
flóta yvir. Hetta elvir til kríggj, har ell
berjast móti øllum. Donald keypir nógv
vápn og fer upp í eitt hernaðarlið. Ameri-
kanska samfelagið skal skjótt liggja í
sori.
Sonny er róligari og roynir at sissa
Donald.
Michael Ritchie hevur leikstjórnað
filminum.
Leygardagin kl. 21.20:
Kennir tú Sandoy?
ið Jógvan
Nicodemussen
Eyðun Viderø
Spurnarkapping um stadenøvn i Sand-
oyar sýslu (Sandoy, Skúvoy og Dímun).
Hetta er onnur av trimum sendingum.
Luttakarar leygarkveldið eru Jógvan
Nicodemusseh og Eyðun Videre, báðir
av Sandi.
Lagt til rættis hava Leivur Hansen og
Ólavur Clementsen.
Leygardagin kl. 21.55:
Will Penny
Charlton Heston spælir Will Penny.
Joan Hackett spælir kvinnan
Will Penny er ein av teimum mongu gráu
cowboy-lagnunum frá pionertíðini í >Tí
villa westen«. Hann dugir hvørki at lesa
ella skriva, er einsamallur og hevur sjáld-
an eydnuna við sær. Men meguleikin
kemur, tá ið hann metir eini ungari
kvinnu, sum saman við soni sínum er á
veg itl California.
Leygardagin kl. 23.40:
Syrgni professarin
Amerikanskur filmur um ein lærara, sum
er lukkuliga giftur, men kortini heldur at
lívið hevur onga meining longur. Um
hann finnur eina aðra konu, verður so
eðrvísi?
Sunnudagin kl. 14.50:
Ginger og Fred
Guilietta Masina og Marcello Mastroi-
anni
Tá ið tey vóru ung, høvdu Amelia og
Pippo framferslur sum steppdansarar og
royndu at líkjast Ginger Rogers og Fred
Astair. Nógv ár seinni hittast tey aftur,
tá ið ein sjónvarpssteð ætlar at gera eina
»nostalgi-framførslu«. Hon kennir seg
framvegis unga og er væl fyri, meðan
hann er nógv broyttur, og dámar væl
floskuna... Filmurin er frå 1986.
Sunnudagin kl. 18.00:
DR 40 år —
Victor Borge
Tann 20. august 1986 gjørdi Ole Thisted
hesa samrøduna við ein móðan Victor
Borge, sum júst var komin år Los Ange-
les. Og Ole Thisted minnist væl, at hann
var fyrireikaður til alt frá hesum ser-
Victor Borge
merkta manninum. Men henda samreðan
var ógvuliga friðarlig og verður send aft-
ur nú.
Sunnudagin kl. 20.20:
Manna millum
Tá teir vóru á fjalli í Syðradali í Ka's-
oynni 15. okt. var besta geldærin givin
sum gávuseyður.
At geva gávuseyð til brúðarpar er
gamal siður, ið enn livir í Kalsoynni.
Hetta er ein sannur veitsludagur, ikki
minst hjá fjallmonnunum.
Í sendingini fylgja vit hesum gamla
siði og hoyra Símin Joensen greiða frá,
hvat hann minnist frá gamlari tíð um
gávuseyð og veitsluhald.
Sunnudagin kl. 22.55:
Ballerinair
Ein sending við fimm ballettum, allar við
koreografi eftir New York City Ballet
stjóranum, Peter Martins. Ballettirnar
heiðra ballerinairnar í Ceorge Balan-
chine.
Týsdagin kl. 22.00:
Gíslin
Tann 26. mars í ár var tann 37 ára gamli
danin Seren Ipsen við í einum flogfari,
sum varð rænt á veg frá Malaysia til
Singapore. Fýra pakistanarar kravdu, at
politiskir fangar í heimlandi teirra vórðu
Søren Ipsen
leyslatnir. Hetta vardi í 10 tímar, og nú
greiðir Seren Ipsen frá, hvat hendi og
hvussu hann hevði tað
Hósdagin kl. 21.10:
Ísklintran
Í
Á Jostadalsgletscharanum í Noregi
Innan fjallaklintran er ein grein, sum
kallast ísklintran. Ein av heimsins
dugnaligastu klintrarum er danin Jette
Bjern. Eitt sjónvarpslið hevur fylgt
Jette á einum túri, har hon lærði nøkur at
klintra. Hetta var á Jostadalsgletschar-
anum í Noregi.
Hósdagin kl. 21.40:
Til vit hittast aftur
Michael York sum Paul de Lancel
Eve kennir aftur sonin hjá sær millum
fangarnar, sum týskararnir hava sent at
hjálpa við vín-arbeiðinum. Tá ið Paul
vendir aftur til Valmont, er góðsið illa
fyri fíggjarliga. Freddy og Tony eru ikki
lukkulig, og tað hjálpir einki at fara at
ferðast til USA, har Freddy metir Jock,
sum framvegis elskar hana