fríggjadagur 1. november 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagin kl. 17.05:
Guiding Light
Ein tyskari fer til Amerika við familju
síni i vón um at kunna byrja av nýggjum
har. Nú snýr sendireðin seg um familjur-
nar Bauer, Spaulding, Shayne og Lewis.
Vit fylgja við teimum í stríði teirra um
kærleika og pengar.
Married with
Children
Pápabeiggi Peggy er nýliga deyður og
hann hevur latið familjuna Bundy arvað
237 dollarar. Hetta elvir bara til stríð, tí
eingin er samdur um hvat pengarnir
skulu brúkast til. Men so finnur grannin,
Marcy, upp á at tey ell skulu fara út á
matstovu at eta ein góðan døguråa. Tey
biðja um, men fyrst kannar Al gjølla prís-
irnar. So er tíð at gjalda, og tá hevur Al
gloymt lummabókina. Bernini verða
send heim eftir henni
Fríggjadagin kl. 21.30:
Fríggjadagin kl. 22.03:
Rollerball
Am. filmur frá 1975. Í eini framtíðarver
er einki kriggj og einki fåtækradømi
longur, men frælsið er samstundis eisini
burtur. Alt verður stýrt av stórum fyri-
tøkum. Í tí verðini er »Rollerball« væl
umtókt, ein ítróttargrein. Tey, sum lut-
taka skulu royna at fáa ein lítlan silvur-
bólt í mál. Jonathan E. er tann stóra
ítróttarstjernan, men hann er nú so stór-
ur, at hugskotið við ítróttargreinini er
næstan burtur, og leiðararnir royna at
fáa hann a thalda uppat. Men Jonathan
heldur fram at spæla. Spakuliga broytast
spælireglurnar, Rollerball gerst eitt
álvarsamt stríð, har blóðið flýtur
Leikarar: James Caan, John House-
man, Maud Adams, John Beck, Moses
Gunn.
Leygardagin kl. 22.00:
The Big Red One
Til
Mynd úr „Big Red One«
Am. filmur frá 1971. Ein ungur sergent-
ur undir fyrsta heimsbardaga verður
særdur og sær so nógv at hann fær skaða
fyri lívið. Tá ið seinni heimsbardagi síð-
ani byrjar, kennir sergenturin seg noydd-
an at fara uppí. Hann gerst leiðari hjá
teimum servandu »Big Red One«
Leygardagin kl. 0.00:
Alfred Hitchcock
Ein rithøvundur er å einum finum hotelli
i Florida fyri at fåa iblåstur. Har hittir
hann m.a. Irenu Cole og mann hennara
Howard. Ein orientalskur prinsur er å
sama hotelli og eftir fyrstu ferð hann sá
Irene, varð hann sera hugtikin av henni.
Men hann fær at vita, at tey kunnu ong-
antíð verða annað enn vinir, og tá hóttir
hann við at taka lívið av sær. Dagin eftir
doyr prinsurin av bilvanlukku, men var
tað sjálvmorð?
Sunnudagin kl. 19.00:
Three Men and
a Baby
48 pp — -
Steve Guttenberg, Tom Selleck og Ted
Danson
Am. filmur frá 1987. Ein sega sum bygg-
ir á franska filmin »Ungkarlsbabyn«.
Tríggir menn búgva sáman í einari stór-
ari íbúð, Peter, Michael og Jack. Hóast
teir ofta eru saman við vekrum og fittum
gentum, eru allir framvegis gamlir
dreingir. Men so kemur ein genta, sum
fær allar at hugsa um annað enn vín,
sang og veitslur. Tey finna Mary, seks
mánaðar gamla, á trappuni. Teir læra seg
at gera greyt, skifta á henni og syngja
fyri henni. Tom Selleck spælir Peter, sum
er arkitektur. Ted Danson er Jack, sjón-
leikari. Steve Guttenberg spæir Michael,
sum veit alt um gott reyðvín, men einki
um greyt
Sunnudagin kl. 21.00:
Býur einglanna
Danskur filmur um >blandað< hjúnaleg
millum europeiskar menn og thailendsk-
ar kvinnur. Bangkok merkir »einglanna
býur< og er hevuðsstaður í Thailandi.
Ein vakur býur við nógvum at sýna
fram.
Mánadagin kl. 21.00:
In the Heat of
the Night
Bubba lovar um kveldið at koma til vin-
mannin Dary Tyler, sum arbeiðir í bank-
anum. Sonur Daryl, Odell, sum spælir í
bankanum, sær at pápi hansara verður
skotin til deyða. Daryl hevur skamm-
byrsuna undir liðini á sær, og tí halda øll,
uttan Bubba, at hann hevur tikið lívið av
sær. Odell gjerdist so skelkaður, at hann
misti málið, men mamma hansara sendir
hann til serlækna
Týsdagin kl. 19.00:
Gunman's Walk
Am. western frá 1958. Gamli rancheigar-
in Lee Hackett vil ikki góðtaka; at Villa
Vesten broytist og verður eitt ski, har øll
Nr. 203 — 1. november 1991
gera tað, lógin býður. Hacket er snarsint-
ur, og skjýtur fyrst og spyr aftaná, og
umframt€oynir hann at uppala synir sín-
ar Ed og Davy at líkjast sær sjálvum.
Tað hevur eydnast honum við Ed, men
Davy er friðarligari og kensluborin. Og
hann vil ikki ganga við byrsu...
Leikarar: Van Heflin, Tab Hunter,
James Darren, Kathryn Grant.
Mikudagin kl. 19.00:
Ein kvinna hvørvur
Michael Redgrav og Margaret Lock-
wood
Enskur filmur frå 1979 — nyggj utgåva
av Hitchcock frå 1938. Søgan er frå Bay-
ern 1939 og Amanda Medcalf Mdvani
Von Hoffstedder Kelly vaknar å hotel-
rúmi sínum. Hon er enn i klædunum, hon
var i kvøldid fyri og vid måladum yvir-
skeggi. Sjónleikur hennara — at herma
eftir Hitler, var ikki fallin í góða jørd. Og
endin var at hon sló hevdið í.
So aftan á morgunmatin er Kelly illa
fyri, tá ið hon fer upp í tokið. Hon setir
seg í klivan, har baronessan Kisling og
fylgi hennara sita. Og seinni kemur eisini
Miss Froy. Kelly kennir seg ikki væl og
tá ið hini fara í matvognin at keypa te,
keypir hon ein whisky. Komin aftur í
klivan, sovnar Amanda Kelly.
Tá ið hon vaknar aftur, spyr hon eftir
hinari fittu ensku konuni, men hini svara
»hvørjari enskari konu?< Tá fer hon at iv-
ast, tí eingin sigur seg hava sæð hana.
Man hon hava sligið hevdið so illa í? Men
so situr konan aftur har, í somu klæðum,
men ikki við sama andliti. .
Mikudagin kl. 22.03:
Rockford Files
Rockford heilsar glaður fostirbeiggja sín-
um, tá ið hesin kemur at vitja. Tað hevur
gingist væl hjá Aaron Ironwood í livin-
um og skúli hansara hevur gjørt hann
ríkan og væl kendan. Men Aaroni tervar
hjálp kortini, hann biður Rockford av-
loysa seg eina tíð á skúlanum. Skjótt sær
Rockford, at okkurt er galið, fleiri eru eft-
ir Aaron..
Hósdagin kl. 22.03:
Crazy Like A Fox
Tá ið Ron Fiedler ikki fær goldið Harri-
son skuld sína, bjóðar hann honum part í
einum hesti, Hearts Afire. Harrison hev-
ur ongan áhuga, men fer kortini at
hyggja at eini kapping, har hesturin lut-
tekur. Øll Fox familjan fer. Har hittir
hann ein gamlan kenning, sum sigur, at
Hearts Afire fer ikki at vinna. Tað ger
hon heldur ikki. Stutt eftir stingur ein
maður Harry eitt pappír í hondina — eini
boð at meta honum á ávísum staði ávísa
tíð. Harry biður Harrison koma við
og komnir hagar, finna teir mannin
deyðan.
Útvarp Føroya
Sunnudagin kl. 13.10:
Á fjalli í Glyvurs-
haganum
Omanvert Glyvursnes hevur Sverri Pat-
ursson latið byggja eitt stórt og fram-
komið seyðahús við flettingarrúmi í kjall-
aranum.
Tvær gongur eru í Glyvurshaganum,
ein í Reyninum og ein í Likkudali, men
rikið verður ikki í rætt. Rikið verður í
húsið, har seyðurin beinanvegin fer í
sterri og smærri krubbur við portrum í
millum, so lætt er at skilja seyðin.
— Tað kann ikki sammetast at arbeiða
seyðin her í húsinum og so á eini opnari
rætt, siga fjallmenninir Jógvan og Jens.
— Eg helt tað vera so endaleyst bara at
selja seyðin, so eg avgjerdi at gera hetta
flettingarrúmið, sigur Sverri.
Um hagan og hvussu flettingin fer
fram, greiðir Sverri frá í Frítíð og náttúru
sunnudagin kl. 13.10.
Jóhann Mortensen leggur til rættis.
Morgunlestrar
í Útvarp Føroya
4.—9. nov.
Hesa vikuna lesur Vilhelm
Magnussen í Streymnesi
Sálmar og bíbliuorð:
Mánadagur 4. november
nr. 275 Eg hug mín havi frá heim-
inum vent
Aps. 13,38
Týsdagur 5. november
nr. 329 Jesus góði, saman her
Matt. 18,20
nr. 333 Frið sum troyst í sakni her
Mikudagur 6. november
nr.1 Harra Guð, títt dýra navn
og æra
Kollossubr. 3,16
Hósdagur 7. november
nr. 271 Eg fátækur snúgvi mær,
faðir
2. Tim. 4,10
nr. 276 Miskunna mær Guð og
náða meg
Fríggjadagur 8. november
nr. 515 Guðs náði altíð er mær hjá
Fil. 2,5
nr. 516 Ljósið rann av kærleiks
runni
Leygardagur 9. november
nr. 198 Sum igjøgnum sortar
skyggja
Fil. 3,10