Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 1. november 1991 megin. Útkoyrdur fyri at brúka seg Tað er ikki altíð, at tað loysir seg at skula hava síðsta orðið at síga sum venjari, tá landskapping- ardystur í hondbólti verður spældur. Hetta kundi í hvussu er venjarin hjá 1. kvinnulidi hjá Kyndli, Jørleif Kúrberg ásanna, tá hann bert fimm minuttir inni í dystinum mikukvøldid móti Neistanum hevði »tikiO orðið< so mikið ofta, at hann fekk reyða kortið frá dómarunum. Men hóast kortið, slapp hann sær ikki meira burt- ur enn so, at hann létu seinni hevði verið úti í for- høllini og keypt sær atgongumerki, so hann kortini kundi fylgja dystinum frá áskoðaraplássunum hinu- (hj.) Hondbóltur. 1. deild, kvinnur: Neistin køvdi | Kyndil Mikukvøldid hittust bæði havnarfelggini í kvinnu- hondbóltinum, Kyndil og Neistin. Í áravís hevur tað stórt sæð verið Neistin, ið hevur glógvað í hesum dystunum, men hóast tað sama gjørdi seg galdandi hesaferð, var login ikki so bjartur, sum hann ofta hevur verið. Tó so — ein sigur við átta málum í yvirskoti er ikki nakar smásigur. Neistin vann nevniliga 22-14, eftir at stødan í hålvleikinum hevði verið 12-9. Eftir at liðini ta fyrstu løtuna fylgdust upp til javnleik 3-3, setti Neistin hol í sjógvin við fimm fylgjandi málum, uttan at tað eina einastu ferð eydn- aðist Kyndli at neta. Stórt sæð av gjørdur Tá var dysturin stórt sæð avgjørdur, tí hóast Kyndil móti endanum av hálvleik- inum fekk bjargað sær uppá bert at vera aftanfyri við trimum málum, var so lítið bit í Kyndla-álop- inum, at Neistin róliga fekk fatur á sigri og stig- um. Munurin á liðunum stendst tó ikki av, at Kynd- il er vorðið eitt betri lið, men heldur at innkoyring- Andrea Arge, Kyndli, roynir at bróta seg ígjógnum Neista-verjuna. in av nýggjum spælaratil- fari hjá Neistanum við- hvørt tekur eitt sindur av javnvágini. At Andrea Arge skjeyt heili tíggju av teimum 14 málunum, Kyndil fekk, meðan fýra spælarar skutu restina, gevur heldur ikki orsøk til at vænta ta stóru breiddina hagani, sum er. Svanna fekk jack-pot Á Neista-liðnum er vete- ranurin Svanna Hanusar- dóttir framvegis topp- skjúttin — hetta kvøldid skjeyt hon níggju mál — Mynd: Brandur men aðrar halda seg so av- gjørt til, eitt nú Marjun Christiansen, sum ímóti Kyndli skjeyt fimm mál. Tilsaman vóru níggju brotskøst í dystinum — av teimum fekk Kyndil fimm og Neistin fýra. Andrea Arge og Svanna Hanusar- dóttir vóru einsamallir skjúttar. Tann seinna við jack-pot, meðan Andrea brendi tvey av sínum. (hj.) 2 Uttøkuka ingin í borðtennis: Petur Niclasen vann Sum vit skrivaðu í blað- num fyrr í vikuni, var út- tekukapping til unglinga- landslið í Hvalvík síðsta leygardag. Ætlanin var, at útteku- kapping til A-landsliðið eisini skuldi vera hendan dagin, men hendan kapp- ing var útsett til mána- dagin. Petur framvegis fremstur Mánadagin var so kapp- ingin fyri menn og kvinn- ur úti á Argjum, og har hendi tað — ikki so óvænt- að, at Petur Niclasen gjørdist vinnari. Eyðun Luid endaði á eðrum plássi, Birgir Carls- son á triðja og Jákup Hansen, Streymur, gjerd- ist nr. 4. Petur, Eyðun og Birgir leika í ár við AB; teir hava annars spælt fleiri ár við Fram og hava har nógv góð úrslit at vísa á. Hjá kvinnunum gjerd- ist Anna Petersen vinnari, og hon hevur vunnið tær flestu borðtenniskapping- arnar, ið verið hava sein- astu árini. Til Íslands hálvan november Tað verða tvey landslið, sum fara til Íslands 16. november at leika lands- dyst móti íslendingum — eitt A-landslið og eitt ung- lingalandslið. Fýra leikarar verða á A- landsliðnum, tríggir mans og ein kvinna. Á unglingalandsliðnum verða tveir dreingir og ein genta. Hetta verður so fyrstu ferð í nógv ár, at eitt føroyskt unglingalandslið í borðtennis sleppur at royna móti útlendskum leikarum í landsdysti. FM-kappingin byrjar leygardagin Leygardagin byrjar ann- ars FM-kappingin fyri lið í borðtennis. Í vetur verða trý umfer í deildunum niðanfyri meðaldeildina, og hesar kappingarnar verða allar avgreiddar undir einum taki samstundis. Fyrsta umfar verður í Ítróttarhellini í Trongis- vági, og har fara so tey seks felegini, sum hava tilmeldað lið í ár í yngru Am. Chevrolet Nova í fínasta standi til sølu fyri bert 35.000,-. Tlf. 15975 lurin — fimm ferðir um vikuna! deildunum, at kappast. Í hinum deildunum, meðaldeildini og meistara- deildini, fáa liðini hver sítt heimaumfar, har ell liðini, ið eru tilmeldað, fara at kappast. BTST hevur ikki sent kappingarnar í meðal- deildini og meistaradeild- ini út enn, men tær fara fyrsta dagin. Ætlandi byrja tær viku- skiftið 2. og 3. november. m