fríggjadagur 1. november 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
PP ene.
Se
ger
re
Síða 16
Folkafylking
móti vágatunli
Hvor orkar at gera eina fólkafylking
móti hesi brotsgerð, ið nú verður gjord
ímóti okkum: eitt orvitisprojekt, sum
vit og fleiri ættarlið eftir okkum skulu
svíða fyri og gjalda til. Til púrt onga
nyttu. Harrin viti, hvat eftirmæli hetta
ættarlið fær, skrivar Elin Súsanna
Oftari og oftari kenst
tað at hoyra heimatíð-
indini sum at hyggja
ella lurta eftir einum
leiki. Um tað er science
fiction, skemtileikur
ella sorgarleikur kann
vera ringt at avgera;
kanska minnir tað eins
nógv um ein óndan
dreym, sum endar, tá
ið vekkarin ringir.
Ella hvat er hetta vit
eru vitni til í hesum tíð-
um:
Í allari neyðini, með-
an reipið verður surrað
um hálsin á fólki, sum
eru lokkað at byggja
sær stórar borgir at
búgva í, >tí tann før-
oyski mentaliteturin er
at búgva í egnum hús-
um og ikki í trongum
leigubúðum“, sum
trúttað varð niður í
okkum í sínari tíð.
Meðan hálvsjúk fólk
við opnum sárum
verða blakað út av
sjúkrahúsunum.
Meðan okkara unga
fólk kennir seg óvæl-
komið í vaksnamanna-
verðina, sum hverki
hevur arbeiði ella skúl-
ar at bjóða teimum.
Meðan karvað verður
av ellum fíggjarjáttan-
um á ellum økjum, tí
vit hava kollsiglt land-
inum, tí vit sita í so
stórari skuld, at hverki
vit eftir ella næstu
Jacobsen í »Sjønarmid« í dag.
eftirkomarar okkara
kunnu sleppa burtur úr
henni aftur. Allur tjóð-
skaparligur stoltleiki
er fokin, og vit eru
vorðin eitt æruleyst
fólk. Skuldareyvar
hver í sínum lagi, um
sjálv vit ætlaðu tað ella
ikki.
Nú tosa menn í turra
álvara um at grava
tunnil millum Streym-
oy og Vágar!
Í fyrstani mátti ein
halda, at hetta var
bara tí at teir, sum
hava nýtt Vágatunnil-
in til valagn, nú vóru
bundnir at fylgja
málinum upp og kanna
meira, og at nidurstød-
an sjálvandi fór at
vera, at sjálvandi hevði
tað verið gott at slopp-
ið frá at fara úr bilin-
um, áðrenn ein fór um
Vestmannasund, men
tíverri, tað mátti út-
setast til betri tíðir.
Hetta hevdu vit vænt-
að fór at vera endin á
tunnilstosinum á hes-
um sinni.
Men nei! Teir meina
tað!
Øll ábyrgdarfólk og
vanlig fólk, sum siga
seg einki skil hava fyri
politikki og landsbú-
skapi, duga at síggja,
at hetta er stersti er-
skapur, vit nakrantíð
hava hoyrt um. Eins
og vit vistu, at tað var
so nógv annað, sum
longu er gjørt, og sum
ikki kundi bera til, men
sum varð noytt igjøgn-
um. Til okkum at
gjalda. Og vit fingu
rætt, tað bar ikki til.
Statt nú!
Tað eru túsund góð
argument fyri at pakka
allar tunnilsgerðarætl-
anir niður í eina skuffu
og læsa hana væl og
virðiliga. Tað finst
einki gott argument
fyri at halda fram við
hesum ætlanum, so-
leiðis sum tað er statt í
hesum landi í letuni.
Fyri nekrum árum
síðan segdu politikar-
ar, at tað vóru ikki
landsmyndugleikarnir,
sum hevdu fert okkum
út í óferi. Skuldina og
skyldina átti tað pri-
vata vinnulívið, sum
hevði tikið lán oman á
lán, og at landsstýrið
hevði ikki heimildir og
amboð at forða fyri utt-
anlandslánum. Og
hver gongur nú á
odda? Somu menn,
somu landsmyndug-
leikar. Onkur mutar í-
móti, men sera sera
spakmælt.
Tað ringasta er, at
hetta ið nú hendir, hev-
ur tað í felag við ein
marrudreym, at ein fær
einki gjert. Er bara
Nr. 203 — 1. nove
áskoðari, bíðar eftir
rokningini. Tað einasta
ein fær gjørt, er at lova
sær sjálvari og eðrum,
at aldrin, aldrin kunnu
vit aftur taka embætis-
menn og politikarar í
álvara, aldrin, aldrin
atkveða fyri monnum
(eru teir kvinnuligu
politikararnir eisini við
upp á hetta?), sum so
mikið sum ivast í at
seta hesa verkætlan í
gongd nú.
Eg havi altíð verið
ivasom við at góðtaka,
at nakað er sum eitur
»politikaraleidi« her á
landi; at tá ið fólk so
lítið siga og leggja upp
í avgerðir, sum teimum
hóvar ella ikki hóvar,
so er tað tí tey hugsa
sum so, at tað er gott
at onkur skilafólk eru,
sum tíma at seta seg
inn í samfelagsmál, ið
krevja nógva vitan og
at fylgja væl við, og
líta á, at tey vit hava
valt at umboða okkum
á tingi, laga alt so væl
fyri okkum sum tey
duga, at tey húsast
sum frægast við lands-
kassanum, sum vit
leggja pening í eftir
førimuni. Nú er hetta
álit heilt farið.
Men hvat kunnu vit
gera?
Í hesum degum hava
nekur fólk tikið seg
saman at savna fólk í
eina fólkafylking móti
EF. Og alt gott um tað,
um tey orka og duga at
gera tað ítekiligt fyri
fjøldini, hvat ið EF er,
og hvenn týdning tað
hevur fyri okkum at
vera innanfyri ella utt-
anfyri.
Hver orkar at gera
eina fólkafylking móti
hesi brotsgerð, ið nú
verður gjørd móti okk-
um: eitt ervitisprojekt,
sum vit og fleiri ættar-
lið eftir okkum skulu
svíða fyri og gjalda til.
Til púrt onga nyttu.
Harrin viti, hvat eftir-
mæli hetta ættarlið
fær!
Elin Súsanna Jacobsen
Elin Súsanna Jacob-
Øll ábyrgdar-
fólk og vanlig fólk, sum
siga seg einki skil hava
fyri politikki og lands-
sen. —
búskapi, duga at
síggja, at hetta er
størsti ørskapur, vit
nakrantíð hava hoyrt
um.
mber 1991