Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 1. november 1991 | + Sjúkrahúsútbyggingin í Suðuroy hevur verið og tað tykist sum um hon framvegis er fyri nógvari mótsteðu. Tað er eingin loyna, at eg persónliga bæði undir valstríðnum og undir samráðingunum um landsstýri legði stóran dent á, at hetta málið vildi eg hava framt. Tað er heldur eingin loyna, at sjúkrahúsútbyggingin varð steðgað. Tann sam- gonga, sum samt, saman- sett av sambandsflokkin- um, tjóðveldisflokkinum og sjálvstýrisflokkinum, steðgaði útbyggingini, og um tann samgongan hevði fingið loyvi at gjørt, sum teir ætlaðu, so var bert sjúkrahúsverkið í Tórs- havn útbygt, við tí fyri eygað, at útjaðarasjúkra- húsini bert skuldu verða sekunder, verið at rokna sum lasarett. Tað tykist sum hesin sami politikkur aftur er við at seta hevdið fram. Tað skulu sambært tíðind- um bæði í sjónvarpinum og útvarpinum nú setast 8 yvirlæknar vid lands- sjúkrahúsið, meðan lækn- arnir við hini sjúkrahúsini skulu steðga til fíggjar- lógin er samtykt. Um hetta verður framt, so er tað ikki sambært tí avtalu, sum vit vóru komnir ásamt um: tað er ho Sjúkrahúsútbyggingin i Suðuroy ———-— TU eitt sjúkrahúsverk. Og verður sjúkrahús- verkið ikki vidgjørt sum ein heild, so er ikki politiskur meiriluti fyri at seta teir 8 yvirlæknarnar í Tórshavn. Tað verður ikki gjørt við mínari atkveðu, at tað borgarliga ynskid at leggja sjúkrahúsið í Suðuroy og tað í Klaksvík í skeljasor verður framt. Hetta er fyri meg eitt álvarsmál, og tí var tað eisini eitt av krevum mín- um, tá landsstýrissamráð- ingarnar fóru fram, og sannast má, at nakað hendi. Sjúkrahúsútbygg- ingin byrjaði aftur og tað, sum verður gjert, er neyð- ugt. Tað at tað ikki verða so nógv seingjapláss, hev- ur kanska ikki tann stóra týdningin, tí tað, sum nú verður gjert, er, at sjúkra- stovurnar verða við ellum hentleikum, ikki sum nú, bert eitt toilett og eitt baðirúm, nú verða toilett- ini og baðirúmini inni í sjåkrastovuni. Somuleidis verda tær læknaligu umsteðurnar gjørdar soleiðis, at teir vilja fáa góð viðurskifti at arbeiða undir, og harvið vil sjúklingurin eisini fela seg tryggan. Tað er sum eg so mangar ferðir hava ført fram, tað er ikki altíð siglandi ella flúgvandi um VERS As {UM « MIME dr UUU EU 47 To 2} ÍK Suðuroyarfjerð og so slett ikki við deyðsjúkum sjúk- lingum. Tryggleikin liggur í tí, at vit hava eitt vælvirk- andi sjúkrahúsverk bæði við amboðum og við lækn- um og eðrum starvsfólki, sum hava meguleika at gera tað, sum gerast kann fyri tey, ið hava hjálp fyri neyðini. Tí góðkenni eg ikki, at tað sambært sjónvarps- sendingini nú skal lýsast eftir 8 yvirlæknum til Landssjúkrahúsið, og tað eisini sambært sjónvarp- inum eftir viðmerking frá landsstýrismanninum í sjúkrahúsmálum, so skal tað steðgast við at lýsa eftir teimum, sum skulu setast við útjaðarasjúkra- húsini. Hetta skal sambært tí, sum har varð ført fram, steðga til fíggjarlógin er avgreidd. Nei, mín góði vinur, hetta verður av ongum, tað verður eingin lækni settur ella lýst eftir til Landssjúkrahúsið, utt- an at tað verður lýst eftir teimum læknum, sum eru normeraðir við hini sjúkrahúsini. Somuleiðis bar sjón- varpið tey tíðindi, at ein ortopedisk skurðviðgerð var framd á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tann fyrsta av slíkum slag, og sambært sjónvarpinum, so vildu slíkar og annars stórar skurðviðgerðir ella ser- greinir ikki verða lagdar við sjúkrahúsið í Suðuroy. Hetta skuldu teir hava fingið váttan frá lands- stýrismanninum, ið um- situr hetta mál. Um viðmerking lands- stýrismannsins er rett, so var hon betur ósegd. Vit hava gjørt eina semju um hetta stóra mál, og verður hon ikki fylgd, so er eingin semja meira, og tað vil fáa avleiðingar. Viðvíkjandi tí at tað var fyrstu ferð, at ortopediskar viðgerðir vórðu framdar við Suður- oyar Sjúkrahús, er at siga, at tað er ikki beint. Ejvind Rubek Nielsen, sáli, sum var yvirlækni við Suður- oyar Sjúkrahús, var uttan iva tann fyrsti læknin í Suðuroy, sum hevði serút- búgvið seg til ortopedisk- ar viðgerðir, og hann framdi nógvar. Til tað, sum sagt varð um ikki at leggja ser- greinir úti um landið, er at siga: Um tað ikki verður gjert, so er at steðga út- byggingini beinanvegin, tí tað er ikki ætlanin at út- byggja SUDUROYAR SJÚKRAHÚS til eitt lasarett ella eitt hotell- virki. Tær umsteður, sum ver- Síða 17 andi starvsfólk á Suður- oyar Sjúkrahúsi arbeiða undir, eru ótíðarhóskandi, tað skal betast úm tað, somuleiðis skulu tey læknaligu viðurskiftini fáast í rættlag. Um tað er landsstýrisins ætlan at gera broytingar í hesari ætlan, so vil tað fáa polit- iskar fylgjur. Sverre Midjord Tey, ið ynskja at skifta lækna frá 1. januar 1992, eiga at siga frá nú og í sein- asta lagi 30. november 1991. Til ber at boða frá á telefon 12099 ella telefax 14006. Havnar Sjúkrakassi 14-daga ferð til EGYPTALAN DS KARL NOLSØE sum ferðaleiðara Ur Keypmannahavn 7. des. Kostnadur uml. kr. hotell, vistarhald og allar utferdir — eis- ini 4-daga ferð á Nilånni. Áhugað ringið 038 34 1486 aftaná kl. 19 for. tíð 8.000,-, íroknað