fríggjadagur 1. november 1991síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 203 — 1. november 1991
EF-avtalan og studningar
Óli Jacobsen, fiskimanna-
felagsformaður, hevur
grein í leygardagsbleðun-
um viðv. kilostudningi.
Har sigur hann, at EF-av-
talan hjá okkum sigur
einki um at avtaka hesar
studningar, tí hann metir
ikki, at teir eru kappingar-
avlagandi. Nú verður tað
sín sak, hvat Óli og eg
meta í tí sambandi. Veru-
leikin er tann, at kilo-
studningur sum prisi-
skoyti er kappingaravlag-
andi, tá ein tosar í EF-
høpi. Um EF ikki ger vart
við tað beinanvegin, so
hava vit nakrar grannar,
bæði fyri vestan og fyri
eystan, sum nokk skulu
gera EF vart við hetta.
Vit eiga nokk at innstilla
okkum uppá, at stuðul til
fiskivinnuna í tí líki vit
kenna hann í dag, fyri
mesta partin verður av-
tikin.
Hinvegin, so vita vit, at
tað eru nógvar stuðuls-
skipanir innan EEC, ser-
liga á landbúnaðarekin-
um. Innanfyri fiskivinn-
una siga teir seg formliga
ongar at hava. Veruleikin
er nokk tann, at ávísur
stuðul verður veittur
vinnulívinum á ymiskan
hátt, og verður hesin stuð-
ul, sum eg nevndi í út-
varpinum hetta kveldið,
ofta lagdur í iløgulidid,
har bílig fígging kann út-
vegast o.s.fr.
Hinvegin hevur Óli Ja-
cobsen púra rætt, tá hann
sigur, at EF góðtekur
sosialar skipanir, og kem-
ur helst at góðtaka okkara
skipanir viðv. minstulen,
dagstuðuli o.s.fr.
Hvussu leikur fer er
ofta ringt at siga, og ser-
liga ringt er at gera met-
ingar um framtíðina. Í
hesum feri talan er um, er
tað tað keðiliga fyribrigdi,
at tað er EF, sum fortolk-
ar sínar reglur, og har
hava vit lítið annað at
gera uttan at tillaga okk-
um.
Um vit ikki gera tað, fáa
vit bara æviligar fløkjur í
framtíðini. Tí er tað rætt
av okkum longu nú at
gera okkum eitt so realist-
iskt bílæt av framtíðini
sum gjerligt, og vita
hvussu vit á bestan hátt
kunnu liva innanfyri teir
karmar og við teimum av-
talum, vit hava gjørt —
eisini hesi EEC-avtaluni
— tí er hon undirskrivað,
so er einki at tosa um hvat
vit kundu hugsað okkum,
tá er veruleikin har, og vit
verða bert noyddir til at
liva við honum.
30.10.1991
Thomas Arabo
Kirkjuskatturin og vit, ið
standa uttanfyri kirkjuna
Í Sosialinum 1. okt. ger
Jóannes Skaale viðmerk-
ingar til eina grein um
kirkjuskatt, sum eg hevði
í Dimmalætting 24. au-
gust.
Eingin kann ákæra Jó-
annes fyri at vera sak-
ligan í grein síni. Heldur
enn sakliga at leggja síni
sjónarmið fram, leggur
hann eftir mær persón-
liga. Hann minnir meg um
ein fótbóltsspælara, ið
roynir at fáa bóltin frá
mótspælara, men tá ið
hetta miseydnast, so verð-
ur roynt at sparka beinini
undan manninum. Fái eg
ikki bóltin, so skal eg hava
mannin.
Hvat va tað, ið
eg skrivaði?
Stutt sagt so peikaði eg á
tað órímiliga og órættvísa
í at fólk, ið ikki eru limir í
fólkakirkjuni, verða sett í
kirkjuskatt og at hetta
minti meg alt ov nógv um
tvangsdoypingina av ný-
fødingum, ið fór fram i
danska ki
ngarikinum,
men sum varð avtikin við
iog fyr: un 190 arum
sidan
Demi úr mínum
egna heimi
Fyri at lýsa het err
skal eg taka «
rn egn
kirk at
framvegis å kirkjulistan-
um.
Men konan og eg bóðu
um at vit ell í húsinum
vórð strikað av kirkju-
skattalistanum. Men hvat
hendir mong ár seinni — í
1991? Tá verður ein av
synum okkara, sum sam-
an við okkum varð strik-
aður av listanum ár
frammanundan — settur í
kirkjuskatt.
Hetta er bert EITT
demi. Eg havi hoyrt um
mong onnur. At tey, sum
eru doypt verða kravd eft-
ir kirkjuskatti, skilir ein,
men hví verða fólk, sum
IKKI eru doypt í kirkjuni,
kravd eftir kirkju-
skatti???
Hvat sigur lógin?
Lógin, sum kirkjuskattur-
in verður útskrivaður eft-
ir, er frá 1920-unum. Hon
eitur »Lov om Færøerne
om kirkernes styrelse, nr.
109<. Í stykki 8 í hesari
lóg stendur skrivað:
>Naar kirkens indtægt-
er ikke er tilstrækkelige til
dækning af dens udgifter
til de í Í 3 omhandlede
frrmio eller t } andre
rrRen vedrørende for
maal, som ikke ifølge $ 1
skal udredes af Færøernes
t ngle
edens ti
Líkningarráðið
somu áskoðan
Liggjandi frammanfyri
mær havi eg eitt skriv frá
Líkningarráði Feroya,
sum uppá fyrispurning er
sent til mín. Eg skal her
taka eitt brot úr hesum
skrivi:
»Likningarrådid er samt
í at bert persónar, sum eru
limir í fólkakirkjuni, skulu
gjalda kirkjuskatt«.
Her er tað so sjálvur
skattamyndugleiki land-
sins, sum talar og ger eina
greiða niðursteðu, í sam-
svar við lógina.
Ruðuleiki valdar
Tá ið tað ofta kemur fyri,
at fólk, ið ikki eru limir í
fólkakirkjuni, verða sett í
kirkjuskatt, er eyðsæð
fyri ollum, at her ruggar
ikki rætt og her valdar
ruðuleiki á økinum.
Og tað er HETTA, sum
eg havi roynt at peikað
á!!!
Og í staðin fyri at geva
mær og LÓGINI rætt og
saman við mær royna at
fáa myndugleikarnar at
fáa skil á, so verði eg
skírdur fyri bæði líkt og
ólíkt.
Fyri meg og onnur, sum
eru farin úr fólkakirkjuni,
er tað ein amvitsku-
purningurin um Kkirkju-
skattavaldið um at gjalda
fyri ljós og hita og viðlíka-
hald av Ebenezer? Ella
limagjaldskrav frá einum
felagi, sum hann ongantíð
hevði meldað seg inn í???
Leiðandi kirkju-
maður skilir støðuna
Í eini samreðu við
Dimmalætting fyrst í sep-
tember gav ein leiðandi
kirkjumaður í Havn til
kennar, at hann var greið-
ur yvir at tað kemur fyri,
at persónar, sum ikki vóru
limir í kirkjuni, vóru
kravdir eftir kirkjuskatti
og at her sostatt var okk-
urt brek í skipanini.
Upplýsingar um fólka-
kirkjusteðuna fær líkning-
arráðið frá landsfólka-
yvirlitinum (sum fær upp-
lýsingarnar frá kommu-
nalu fólkayvirlitunum). Tí
kann tað tykjast sum at
tað eru teir kommunalu
myndugleikarnir, ið hava
ein part av skuldini.
Hvar ábyrgdin fyri hes-
um liggur, so máttu allir
partar, bæði kirkjumynd-
ugleikar, kommunalir
skattamyndugleikar = og
landsmyndugleikar, havt
áhuga í at fingið greitt
hetta mál. Ein rubrikk í
sjálvuppgávuni, har vit
kundu sett ein kross fyri
um vit vóru í fólkakirkj-
uni ella ikki, kundi kanska
] t målid
Svenning av Lofti
Soljóðandi viðmerkingar eru
sendar Flemmingi Kofoed-
Svendsen og Kristiliga
Fólkaflokkinum í Danmark:
Lands- og starvs-
nevndin hjå Kristiliga
Fólkaflokkinum, Fer-
oya Framburðs- og
Fiskivinnuflokki, hev-
ur á fundi í Havn hin
28. okt. 1991 einmælt
samtykt at koma við
hesum viðmerkingum
til orðini hjá Flemm-
ingi Kofoed-Svendsen,
fólkatingsmanni og
fíggjarnevndarlimi, um
at hjálpa londunum í
Eystureuropa og
minka um danska stuð-
ulin til Feroya og
Grenlands:
1. Gingið verður inn
fyri, at Norðurlond
veita fíggjarligan eins
væl og annan stuðul til
tey baltisku londini og
onnur lond eystanfyri.
2. Men mótmælt verð-
ur harðliga, um teir í
Danmark vilja veita
henda stuðul við at
lata grønlendingum og
føroyingum rokning-
ina.
3. Mint verður á, at her
er talan um lógarbund-
nar útreiðslur, sum av-
talur eru gjørdar um
Danmarkar og Feroya
millum,
4. og at tíðin er ikki
tann rætta til at fara
undir samráðingar um
nýggjar avtalur, nú ið
ótryggleiki og fíggjar-
ligir trupulleikar gera
seg so sterkt galdandi í
Feroyum og tykjast
bara vinda upp á seg.
Vegna Kristiliga
Fólkaflokkin, Foroya
Framburðs- og
Fiskivinnuflokk
Niels Pauli Danielsen
Árant Johannessen
Ólavur Petersen
Karin Christiansen