leygardagur 2. november 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- Nr. 204 = 2. november 1991
BS) SOSÍalurin
Her á gøtuni varð tann 24 ára gamla kvinnan niðursligin
og bard av. Høvdiød fór illa, og hon hevur m.a. mist tvær
tenn
Veit onki
24 ára gamla kvinnan kann ikki
hjálpa politinum við at finna
mannin, sum fyri viku síðan
hølvadi hana av sunnanfyri
viðarlundina í Havn
Sjålvt um kriminalpolitiið í
Havn hevur tosað við hópin
av vitnum, stendur politiið
framvegis á berum botni í
málinum um 24 ára gomlu
kvinnuna, sum seinastu
leygarnátt varð yvirfallin í
Havn. Nógvar upplýsingar
eru komnar inn, men ikki
nóg mikið til at finna mann-
in.
Politiið hevur roynt at
tosað við kvinnuna, men
avhoyringarnar hava einki
úrslit givið. Hon kann ikki
siga annað enn, at hon ikki
kendi mannin.
Politiið heldur seg nú
kunna siga við vissu, at
kvinnan er farin inn á
gøtuna við Kerit, katólska
kleystrið, nakað fyri klokk-
an trý um náttina. Hálvan
tíma seinni fær politiið at
vitja, at kvinnan er komin á
Landssjúkrahúsið. Tí er tað
neyvan rætt, sum uppruna-
ligahildið, atkvinnan hevur
ligið ein tíma sunnanfyri
viðarlundina, áðrenn hon
varð funnin av fólki, sum
komu oman eftir gøtuni.
Kvinnan hevur tað annars
frægari nú. Hon skuldi út-
skrivast í gjár ella í dag.
randi
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri góðan stuðul
í sambandi við BINGOID til frama
fyri ein lyftbil, ið var seinast í sep-
tember. Tiltakið gav kr. 25.900,-.
Blíðar heilsur,
Starvsfólkið við
Ellis- £ Røktarheimid í Vágum
Síða 5
Ætla at læra
av Berjabrekku
Tórshavnar byråd ásannar at hava ábyrgdina av einum parti av
teimum mongu mistókunum, ið gjórd vórðu, tá fyrsta byggistig á
Berjabrekku varð gjórt. Býráðið sleppur tí kravinum móti íbúðar -
eigarunum uppá tilsamans 18 milliónur krónur
Eingin fekk skyldina, tá
Tórshavnar byråd hós-
kvøldid vidgjørdi tilmælið
frå samdari figjarnevnd um
at strika kravið móti eig-
arunum í fyrsta byggistigi á
Berjabrekku. Ein avgerð, ið
merkir, at býráðið tekur á
seg at gjalda 18 mió. krón-
ur.
Býráðið ásannaði bara, at
har var einki at gera. Býráð-
ið noyðist at gjalda, tí tað br
ikki til at fara til eigararnar
eftir pengunum.
Býráðið og eigarafelagið
hava togast í fleiri ár, hvør
skuldi gjalda meirútreiðsl-
urnar. Eigarafelagið hevuur
alla tíðina noktað at goldið,
tí tey hava hildið fast við, at
tað ikki var teirra ábyrgd.
Og nú tímir býráðið ikki at
stríðast meira.
Sjey milliónir av hesum
18 viðurkennir eigarafelag-
ið sær, men býráðið sam-
tykti kortini at sleppa øllum
kravinum. Byggingin
gjørdist so nógv dýrari „enn
upprunaliga mett, at tað
hevði verið órímiligt at far-
ið við rokningini til eigar-
arnar, heldur býráðið - eftir
ráðum frá sakførara sínum.
Hin parturin, 10,5 mió.
krónur, umfatar rokningar,
ið ikki eru skrásettar, rentur
fyri fimm mió. krónur og sc
Í áravís hava tey í fyrsta byggistig á berjabrekku togast við býráðið, tí tey vildu ikki gjalda
or at byggin AE BIÐY sø Ur honds dýr. Nú gev
850
5% fø,
føl.
fýra milliónur krónur, sum
býráðið ætlar at krevja
byggieftirlitið eftir.
Fáa nakað aftur
Býráðið missir tó ikki 18
mió. krónur orsakað av
samtyktini, ið gjørd varð
håskvøldid. Alt skal gerast
fyri at fáa tær fýra milli-
ónirnar frá teimum, sum
høvdu byggieftirliid, lov-
aði Poul Mchelsen, tá
Tórfinn Smith spurdi um
hetta. Torfinn Smith helt
hetta hava serligan tydning,
tí hann helt, at einferð mátti
okkurt fáa avleiðingar.
Býráðið eigur eisini tvær
av teimum 69 íbúðunum á
Berjabrekku í fyrsta byggi-
stigi. Tær kunnu seljast, og
harvið fær býráðið nakað av
pengum aftur.
Samtyktin merkir ikki, at
nakar á Berjabrekku fær
pengar aftur. Pengarnir eru
hangandi skuld og rokning-
ar, ið býráðið longur hevur
lagt út fyri.
Fleiri orsøkir
Býráðslimirnir í andstød-
uni vóru samdir við teimum
í samgonguni um, at ikki
bar til at fara til eigararnar
eftir pengunum. Tórfinn
Smith vísti á, skuldu teir 69
eigaramir goldið, var eyka-
rokningin 300.000 í miðal
fyri hvørja íbúð. Roknað út
á hvørt húshaldið í Havn, er
eyka rokningin 4.500 krón-
ur til hvørt húshald i Havnar
kommunu.
Byrådslimir tosaðu eitt
sindur um, hví alt var gingið
so galið, og hví byggingin
gjørdist so ovurhonds dyr.
Alt dróg ut, byggimeistarin
fór fór á húsagang, og
bankatrygdin var ikki í lagi.
Leivur Johannesen bar í
bøtuflaka fyri byggiharran,
sum eins og nógvir aðrir
byggimeistarar boyddist at
fáa útlendskar handverk-
arar, tí onki fólk var at fáa
her. Menninir gjørdu sátt-
mála, men teir komu tl
landið, sóu teir, at tað loysti
seg betur at rýma frá byggi-
meistaranum og byrja sjålv-
ir. Og stóð byggimeistarin
har.
Bankatrygdin
Eisini varð tosað um
bankatrygdina, ið ikki var í
lagi. Tað kom fram á bý-
ráðsfundinum, at byggi-
nevndin visti, at byggi-
meistarin ikki kundi fáa
trygd fyri alla byggingina,
men avtalað var, at trygdin
ur MET, % RN 77
> NE
skuldu vera fyri ein bygning
í senn - og tílíkt er gjørt fyrr
Bygginevndin visu ikki
betur, enn at arbeitt varð
eftir hesi skipan við at hava
trygd fyri ein bygning í
senn. Tað álit máttu nevndin
hava á byggieftirliunum,
sum har sveik, helt Leivur
Johannesen.
Tórfinn Smith mælti til at
kanna alt til botns, tí tað
kundi verið býráðnum ein
hjálp seinni, so tey vita,
hvussu ein ikki skal gera.
Tosað varð um , at tá bygt
var, hevði eingin tamarhald
á nakrari bygging.
Poul Michelsen og Jan
Christiansen vóru samdir
um, at býráðið eigur at taka
við læru av ú dyru
byggingini á Berjabrekku.
Teir vóru samdir um, at tann
byggingin eigur at siga
býráðnum, at býráðið ikki
skal fara undir slíka bygg-
ing men heldur skapa ødr-
um fortreytir fyri at byggja
Poul Michelsen gjørði
annars vart við, at íbúðirnar
í ødrum byggistigi á Berja-
brekku eru dýrari enn tær í
fyrsta byggistigi. Ein partur
av upphæddini, býráðið nú
átók sær at gjalda fyri fyrsta
byggistig.
randi
Vitjaðu
slanguna
Hósdagin vóru Karsten
Hansen, sýslumaður, og
Hans Djurhuus, varaleiðari
á poliustødini í Klaksvík,
og vitjaðu kvalaraslanguna,
sum eigarin mikudagin helt
var burturvilst.
Men slangan kom afturi
aftur, og politiið fekk frå
slangukønum fólki at vits
at henda slangan er púra
vandaleys. Tað er
congo-boroa slanga 10 ik}
verður meira enn 125
senumetrar long. Hetta
minsta kvalaraslangan, ið
finst.
REJSLAR SY ST MÁ
A
KAFFI e AFA ma