Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 63 - 1. apríl 2003 Nr. 63 - 1. apríl 2003 7 Eisini í Danmark eru tað nógv, ið vænta og ynskja, at Guðrun S. Jacobsen vinnur Stjerne for en aften TÓNLEIKUR Heri á Rógvi Nógv bendir á, Guðrun Sólja Jacobsen eigur fitt av fjepparum í Danmark. Á heimasíðuni hjá Stjerne for en aften hava ein rúgva av dønum – sam- an við nógvum føroyingum – skrivað eina heilsan til Guðruna, og tað eru ikki smáting, sagt verður um hana. Danska blaðið B.T. ger nógv við Stjerne for en aften. Blaðið hevur millum annað tikin pulsin millum fólk í danska tónleika- lívinum. – Tað verður Guðrun ella Tarek, siga øll við B.T. Guðrun sjálv er ovfarin av prátinum um, at hon er ein av favorittunum. Sjálv heldur hon Tarek Sidki vera favoritt. Tarek Sidki hevur verið ósvikaligur sikkur bæði í undanumfarinum og hálv- finaluni. Hann hevur greitt sungið seg í finaluna, og dómararnir hava mestsum havt trupult við at finna nóg jalig orð, sum kunnu lýsa Tarek Sidki. Hansara stílur liggur eitt fitt petti frá Guðruni Sólju. Sostatt skuldi grundarlag verið fyri einari spennandi kapping. Á heimasíðuni hjá B.T. er ein quick poll kanning um, hvør fer at vinna finaluna í Stjerne for en aften. Í skrivandi stund liggur Guðrun har á einum øðrum plássi – sjey prosent aftan- fyri Tarek Sidki. Vinnur hon ikki fríggja- kvøldið, so sigur Guðrun seg ikki fara at falla í fátt. – Verður tað ikki til ein plátusáttmála, kundi eg hugsað mær at funnið ein bólk at spælt saman við, sigur hon við BT. 1.390.000 Stjerne for en aften verður í ár sent fyri aðru ferð. Áhugin hevur allatíðina verið stórur. Danmarks Radio upplýs- ir á heimasíðuni, at ikki færri enn 1.390.000 hyggj- arar fylgdu við, tá Guðrun og hini luttóku í hálvfinal- uni. Bert Nikolaj og Julie og TV-Avisen savna fleiri hyggjarar. Og tey gott 5.000 at- gongumerkini til finaluna í Forum fríggjakvøldið eru eisini langt síðani seld. Roknast kann við enn størri hyggjaraskara til finaluna. Og tað er hóast alt har – og ikki undan finaluni – at Guðrun Sólja Jacobsen fær møguleikan at syngja til ein plátusáttmála. Men kappingin verður hørð. Guðrun er favorittur Ábendingar í donskum fjølmiðlum siga, at finalan í Stjerne for en aften verður ein dystur millum Tarek Sidki.... Mynd: DR ... og Guðruna Sólju Jacobsen um sigurin. Mynd: DR Maskinmeistararnir hjá SEV fáa 8,6% lønarhækkan næstu tvey árini. Nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður fríggjadagin SÀTTMÀLI Heri á Rógvi Elfelagið SEV og Maskin- meistarafelagið hava undir- skrivað ein nýggjan lønar- sáttmála, sum umfatar maskinmeistararnar hjá SEV. Hesir eru eini 45 í tali. Sáttmálin er galdandi í tvey ár frá 1. mars at rokna. Í tíðindaskrivi frá SEV verður upplýst, at lønirnar hjá maskinmeistarunum hækka 4,3% 1. mars 2003 og 4,3% 1. mars 2004. Sagt verður, at eftirlønar- gjøldini hækka 1% svar- andi til 0,8% í virði tann 1. mars í ár og tað sama aftur komandi ár. – Eitt fylgiskjal um starvsfólkapolitikk er kom- ið í sáttmálan saman við nøkrum smærri broytingum í sáttmálanum, skrivar SEV í tíðindaskriv. SEV vildi hava sáttmála- skeiðið tillagað, soleiðis at tað samsvaraði betur við sáttmálarnar á almenna ar- beiðsmarknaðinum, men hetta vildi Maskinmeistara- felagið ikki. Jógvan Nybo, formaður í Maskinmeistarafelagnum, sigur, at gjørd varð ein tvey ára avtala, og hesa ynskja felagið ikki at broyta. Báðir partar eru nøgdir við sáttmálan. SEV heldur, at sáttmálin er nøktandi, og Jógvan Nybo kallar sátt- málan og samráðingarnar fyri sera góðar. SEV og maskinmeistarar gjørt sáttmála SEV og Maskinmeistarafel- agið hava gjørt nýggjan sátt- mála fyri tey næstu tvey ár- ini. Sostatt verður onkur at ansa eftir, skuldi okkurt verið áfatt Eitt prestafrúufelag verður nú stovnað. Felagið skal taka sær av ymsum sosialum tiltøkum, sum hoyra til Fólkakirkjuna. Slík feløg eru vanlig í øðr- um londum, eitt nú í Danmark og Noreg FELAGSLÍV Edvard Joensen Vágar: Fyrr var prestagarðurin líkasum eitt sosialt samlingsstað í sóknini. Aðrastaðni, eitt nú í Danmark, hava tey sókn- argaðrar í samband við kirkjurnar. – Vit hava leingi hildið ein ávísan tørv verið á slíkum arbeiði, sum hoyrir tí, sum heft er at krkjuni til, og tí er hett stigið nú tikið. Vanliga hava tað verið prestafrúurnar, sum hava staðið fyri slíkum tiltøkum, og tað fer tað eisini at verða her hjá okkum, sigur ein av fyrireikarunum av nýggja felagnum, Marjus Dam. Fólkakirkjan hevur mangan verið løgd undir at verið konservativ. Og at eitt nú kvinnurnar hava verið settar uttan fyri ávirkan, verður viðhvørt ført fram. Um hetta eisini ger seg galdandi í Presta- frúufelagnum, er ilt at siga, men tað stuttliga við hes- um felag er, at nevndin er bara mannað við monnum. »Manligum prestafrúum.« Á fyrireikandi fundin- um, sum var um viku- skiftið, vóru Kári Bæk, sum er maður Marjun Bæk prest í Kvívík, Holger Arn- bjerg, sum er maður Sonju Klein prest í Havn, og Marjus Dam, sum er mað- ur Ingu Poulsen Dam, prest í Norðurstreymoy og Vág- um, valdir í fyrireikingar- nevndina. Javnstøða ella ikki. Marjus Dam varð valdur til formann. Hann sigur við Sosialin, at hann í løtuni hevur far- loyvi úr Løgtinginum júst fyri at fáa betri tíð til hetta nýggja felagið, sum hann metir tørv hava verið á í longri tíð. Marju Dam sigur, at arbeit hevur verið í tí stilla við hesum nýggja felagn- um, men nú er komið so mikið áleiðis, at felagið verður stovnað á fundi í prestagarðinum á Eiði. Prestafrúufelag stovnað Marjus Dam, sum er giftur við Ingu Poulsen Dam, presti, verður væntandi formaður í nýggja Prestafrúufelagnum mynd: Edvard Joensen Leiðslan fyri Vága- tunlinum hevur gjørt av at lækka prísirnar fyri at koyra gjøgnum tunnilin. Bíligasta avsláttarskipanin er komin niður á helvt- arprís av einum van- ligum ferðaseðli SAMFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Um eina viku lækka prísir- nir fyri at koyra gjøgnm Vágatunnilin. Størsta broytingin er nýggja av- sláttarskipanin, har til ber at keypa avsláttarkort við 40 túrum. Hetta nýggja avsláttar- kortið ger, at túrarnir nú kunnu fáast fyri 90,- krónur aftur og fram. Og tað er ikki meira enn tíggju krón- ur dýrari, enn tað kostaði annan veg við Ternuni. Tað vil siga fyri ein persón. Við hesi skipanini kunnu upp til fimm vaksin fólk í einum persónbili ferðast báðar vegir fyri 90, - krónur. Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at tað eru nýggjastu tølini fyri bilarnar, sum koyra gjøgn- um tunnilin, sum liggja til grund fyri hesum nýggju prísunum. Hann sigur, at biltalið hevur lagt seg í eina fasta legu um teir 700 bilarnar dagliga, sum fara undir Vestmannasund. Talan er um tríggjar slak- ar mánar, vísir Dávur Rein- ert Hansen á. Januar, febru- ar og mars eru vanliga ikki mánar, tá roknað verður við nógvari bilferðslu, sigur hann. Tí er ikki væntandi, at ferðslan fer at minka, sum líður út á árið. Ivalyst er nakað av nýfikni uppií, men kortini heldur leiðslan fyri Vágatunnilin, at so mikið gott grundarlag er, at teir tora at lækka prísirnar. Nýggju prísirnir Mánadagin 7. apríl koma nýggju prísirnir í gildi. Tað verður eisini møguligt at keypa 40- túra kubban, eins og eisini fer at bera til at hava tveir kubbar til sama kontonummar. Nýggi 40-túra kubbin er bert galdandi fyri persón- bilar. Hugsað verður við hesum møguleikanum um tey, sum dagliga koyra til arbeiðis við egnum bili, sigur Dávur Reinert Han- sen. Aðra pendlaraskipan hevur ikki i løtuni veirð praktist gjørligt at komið fram til, sigur hann, men vil tó ikki lata nakran møgu- leika aftur kortini. Arbeitt verður alla tíðina við yms- um møguleikum. Men teir skulu eisini kunna passa inn í innkrevjingarskipan- ina, sigur stjórin fyri Vága- tunlinum. Hesin avslátturin, nú er givin, er galdandi árið út, sigur Vágatunnilin. Gjaldskipanin Gjaldskipanin við kortinum er ikki farin at virka enn. Arbeitt verður framvegis við at fáa norsku skipanina á staðnum at sampakka við donsku innkrevjingarskip- anina hjá PBS. Men tað tykist trupult, ásannar stjór- in fyri Vágatunlinum, Dáv- ur Reinert Hansen. Hann sigur, at gongur ar- beiðið væl, verður helst far- ið at royndarkoyra skipan- ina við kortinnkrevjing beint eftir páskir. Men hann ásannar, at hendir tað, at hon framveg- is ikki virkar tá, hevur Vágatunnilin ein trupul- leika. – So mugu vit finna upp á okkurt annað, sigur hann og vísir til, at so verður helst neyðugt at lata fólk standa við støðina og krevja kontantar pengar frá bilun- um, sum skulu gjøgnum tunnilin. Tí tað er eyðsæð, at tá Norrøna um stutta tíð fer at spýta hundraðtals fremm- andar bilar út á føroysku vegirnar, fara nakrir teirra eisini at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Og fást ikki pengar frá teimum beinan- veg, verður tað inntøku- missur hjá tunlinum. Kubbaskipanin virkar væl, sigur stjórin. Onkur hevur verið í iva um, hvørt kubbin telur niður, um farið verður hinumegin bummin. Tað vil siga, um ein, hóast kubbi er í bilinum, kortini velur at taka ein ferðaseðil úr automatini. – Royndirnar hjá okkum vísa, sigur Dávur Reinert Hansen, at um ein fer tí megin automatina, sum ferðaseðilin verður tikin, telur ikki av kubbanum. Arbeitt verður framvegis inni í tunlinum. Tað eru elektrikararnir, sum ikki eru heilt lidnir enn, men vænta, at tað nú verður heilt skjótt. So verður tunnilin eisini opin alla náttina. Men sum er, er neyðugt at steingja, meðan arbeit verður undir loftinum. Tað er stutt og greitt fyri trygdina skuld, sigur stjórin fyri Vágatunlinum. Bíligari undir Vestmannasundi Enn arbeiða menn við at fáa gjaldskipanina at virka, so gjaldast kann við kroti, tá farið verður gjøgnum Vágatunnilin. men fyribils fer fólk at standa uttan fyri og avgriða bilarnmar, sum koyra framvið. Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6