týsdagur 1. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 65 - 3. apríl 2003
Nr. 65 - 3. apríl 2003
7
- Tað er okkum ein
gleði at bjóða gestum
bæði nær og fjar hig-
ar at síggja, hvat krea-
tiv fólk her á staðnum
kunnu megna at reisa
á føtur, sigur Rod-
mundur Nielsen,
býráðsformaður
STEVNUR OG
BYGGING
Vilmund Jacobsen
Seinnu árini eru sølustevn-
urnar, sum javnan verða
hildnar her heima á klettun-
um, í størri og størri mun
farnar at bera dám av
messum, soleiðis sum vit
kenna tær uttanlands.
Rodmundur Nielsen, bý-
ráðsformaður í Runavíkar
kommunu, dylur ikki, at
hann er errin av, at bústevn-
an, Hús og Innbúgv, sum
verður komandi vikuskift-
ið, verður hildin í Runavík.
Stevnudepil
- Eg haldi, vit kunnu siga,
at okkara kommuna er farin
at líkjast einum depli fyri
stevnur og messur. Bú-
stevnan er bara ein av eftir-
hondini fleiri í Runavík
seinastu árini, tann stóra
fiskarímessan verður eitt
nú eisini hildin í Runavík.
Rodmundur sigur, at hesi
stóru og umfatandi tiltøk í
kommununi eru vorðin til,
tí her búleikast kreativ fólk.
- Tey tosa ikki so nógv
um tað, tey gera, men gera
tað bara, sigur býráðsfor-
maðurin.
Hann sigur seg vera err-
nan av, at fólk eru í
kommununi, sum hætta sær
undir so stór tiltøk, sum
slíkar stevnur í veruleikan-
um eru.
- Tað er okkum ein gleði
at bjóða gestum bæði nær
og fjar higar at síggja, hvat
fólk her á staðnum kunnu
megna at reisa á føtur, sigur
Rodmundur.
Hann vónar, at teir lunn-
ar, sum eru lagdir, fara at
geva stigtakarum mót til at
halda fram.
- So leingi, fólk seta føtur
undir egið borð, verður ein
slík stevna, sum bústevnan,
altíð áhugaverd at vitja,
sigur býráðsformaðurin.
Nógv bygging
Runt um í Runavíkar
kommunu standa eini 15-
20 hús í gerð í løtuni.
Rodmundur sigur, at ein
ávís bygging fer fram í at
kalla øllum bygdum í
kommununi, bæði í Æðu-
vík, Rituvík, Saltangará,
Lamba og Søldarfirði.
- Á Høgaleiti, har nógv
bygging hevur verið, standa
fleiri hús í gerð og somu-
leiðis millum Runavík og
Saltangará.
Hann sigur, at á Høgaleiti
eru fyribils 12 grundøkir
eftir. Hesi eru ikki seld enn,
men verða væntandi klár
tíðliga í summar.
- Eini 40-50 fólk, sum
ætla sær at seta búgv í
kommununi, eru á bíðilista.
Rodmundur vísir á, at
kommunan ikki endaliga
hevur tikið støðu til enn,
hvussu byggjast skal víðari,
tá ið grundøkini, sum enn
eru eftir, eru seld, men ar-
beitt verður við hesum, so-
leiðis at grundøkjatørvurin
kann verða nøktaður innan
rímiliga tíð.
Arbeiði og ansing
Býrðsformaðurin fegnast
eisini um nógva og fjøl-
broytta virksemi, sum er í
kommununi, her arbeiði er
til allar hendur.
- Her eru fleiri stór ar-
beiðspláss - ikki minst innn
fiskivinnuna, men eisini
innan ídnað og handil.
Rodmundur Nielsen sig-
ur, at nýggi barnagarðurin,
sum bygdur verður oman
fyri Vistarheimið á Mýrum,
verður liðugur tíðliga í
summar, og við hesum vón-
ar hann, at tørvurin á barna-
ansing verður loystur.
Runavík við at gerast messubýur
Fleiri hús eru bygd í Runavíkar kommunu seinastu árini. - Ein ávís bygging er í øllum bygdum í kommununi, sigur býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen.
Mynd: Jens Kr. Vang
- Bústevnan, Hús og
Innbúgv í Runavík, er
eitt upplagt kjarnuøki
hjá okkum, sum hava
fíggjað sethús í mong,
mong ár. Fyri skjótt
10 árum síðan, fingu
vit eisini møguleika
at fíggja vinnulív, og í
hesum tíðarskeiði
hava vit bygt upp ein
sakkunnleika, sum
ikki stendur aftanfyri
nakran annan í
Føroyum. Okkara
visión er at vera tann
brúkaravinarligasti
peningastovnurin í
Føroyum, sigur
Bjarni Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa
FÍGGING
Vilmund Jacobsen
Bjarni Olsen sigur, at
Føroya Sparikassi verður
við á bústevnuni, tí júst
sethúsafígging hevur verið
høvuðsmálið hjá stovninum
í teirri longu tíðini, Spari-
kassin hevur verið virkin.
- Heilt fram til 1994 var
sethúsafígging kjarnuøkið
burturav hjá okkum. Spari-
kassin, ið er stovnaður so
tíðliga, sum í 1832, hevur
170 ár á baki, og er soleiðis
elsta fyritøka í Føroyum.
Øll hesi árini hevur okkara
høvuðsleiklutur verið at
røkja uppsparingina hjá
fólki, umframt at veita lán,
fyrst og fremst til húsa-
bygging
og
húsakeyp.
Stovnurin hevur tí royndir
út um tað vanliga, tá ið
ræður um at veita fíggjar-
tænastur til húsarhaldini.
Stjórin vísir á, at Spari-
kassin í dag eisini er pen-
ingastovnurin fyri vinnuna,
tí síðan 1994 hava lógar-
karmarnir á økinum verið
teir somu, sum hjá bankun-
um.
- Tí kunnu vit í dag veita
allar vanligar fíggjartæn-
astur til vinnulívið. Tað
merkir, at fleiri av fyritøk-
unum, sum eru við á bú-
stevnuni, eisini eru við-
skiftafólk hjá okkum.
Bjarni sigur, at Spari-
kassin hesi 10 árini hevur
bygt upp ein sakkunnleika,
sum ikki stendur aftanfyri
nakran annan í Føroyum, tá
ið ræður um vinnulívið.
Sparikassin og
bústevnan
- Við atliti til bústevnuna,
Hús og Innbúgv, verður í
fyrsta lagi hugsað um alt,
sum hevur við nýbygging,
umbygging ella umvæl-
ingar at gera — tekningar,
timbur, køkar, hiti, sanitet
og el.
Stjórin vísir á, at tá ið
fólk fara undir at byggja, er
eitt, sum flest øll skulu
hava uppá pláss, og tað er
fígging.
- At hava hús, er eisini
ein spurningur um pengar;
tí er tað heilt náttúrligt, at
Føroya Sparikassi hevur ein
bás á bústevnuni í Runavík.
Bjarni sigur, at hjá teim-
um flestu er tað størsta
peningaliga avgerðin í lív-
inum at seta fót undir egið
borð.
- Tey, sum byggja ella
keypa sær egin hús, binda
seg nógv, nógv ár fram í
tíðina. Tí er tað so umráð-
andi, at fólk fáa holla ráð-
geving um øll viðurskifti í
hesum sambandi. Vit vita,
hvat tað er at byggja hús.
Hjá okkum kunnu fólk fáa
ráðgeving, so tey ikki ger-
ast ovfarin av viðurskiftum,
sum tey ikki dugdu at
ímynda sær, tá tey bygdu.
Mintust fólk nú til alt, var
kostnaðurin, sum tey settu
til køk, baðirúm, hita, el og
annað realistiskur?
Stjórin vísir á, at tað eru
nógvir tættir, sum skulu
fáast at hanga saman, tá ið
bygt verður, og tí leggur
Sparikassin stóran dent á at
veita holla ráðgeving á
hesum øki.
Rentuloft
- Í Danmark er vanligt at
hava fasta rentu. Tað merk-
ir, at tey, sum taka lán og
byggja hús, undir vanligum
umstøðum hava somu rentu
langt fram í tíðina. Hevur tú
fingið tína fígging, tá ið
rentan var lág, stendur væl
til. Tað øvuta er galdandi,
um tú hevur fingið tína
fígging, tá rentan var høg.
Bjarni vísir á, at í Før-
oyum hava vit skiftandi
rentu á sethúsalánum.
- Hetta kann vera ein
fyrimunur, tí sethúsarentan
lækkar, tá ið rentan fellur.
Men hon fer eisini upp, tá
ið rentan fer upp.
Føroya Sparikassi var
fyrstur av peningastovnun-
um í Føroyum at bjóða
viðskiftafólki eitt sonevnt
rentuloft.
- Her kanst tú tryggja teg
ímóti, at rentan á tínum
sethúsalánum fer longur
upp enn t.d. 2% stig upp
um núverandi rentustøði.
Hevur tú t.d. eitt 1. veð-
rættarlán, sum í dag er
4,875% um árið, kanst tú
keypa eitt rentuloft upp á
6,875%. So leingi, rentan
er undir 6,875%, hevur tú
galdandi rentu, men fer hon
longur upp, fer tín renta
kortini
ikki
upp
um
6,875%. Er rentan á ein
lágum støði, sum tey flestu
meta í dag, og væntar tú, at
rentan møguliga fer at fara
upp, kann tað vera vert at
umhugsa at keypa eitt
rentuloft,
sigur
Bjarni
Olsen.
Aðrar fíggjartænastur
Sparikassin hevur ikki bara
innlán og sethúsalán at
bjóða upp á.
- Vit kunnu sjálvsagt
veita allar aðrar fíggjartæn-
astur, sum húsarhald — og
fyri tað eisini vinnur —
hava fyri neyðini. Her hugsi
eg eitt nú um billán, nýtslu-
lán, gjaldsmidling, pen-
siónsráðgeving,
virðis-
brævaráðgeving og fíggjar-
ognarrøkt.
Stjórin sigur, tey vitjandi
á básinum hjá Spari-kass-
anum fáa nærri at vit um
allar tær tænastur og møgu-
leikar, sum stovnurin hevur
at bjóða, bæði verandi og
komandi viðskiftafólkum.
- Alt hetta krevur ráðgev-
ar við góðum førleikum. Tí
leggja vit stóran dent á at
útbúgva okkara starvsfólk,
so tey altíð eru før fyri at
veita holla ráðgeving.
Eitt er so tann fakligi før-
leikin, ið Sparikassin legg-
ur stóran dent á.
Bjarni Olsen sigur, at
stovnurin hevur sum sína
visión at vera tann brúk-
aravinarligasti
peninga-
stovnur í Føroyum.
- Tí leggja vit eisini al-
stóran dent á, at okkara
starvsfólk duga at fara við
fólki, so tey kenna seg væl
viðfarin og kenna, at tey fáa
eina seriøsa viðgerð, tá ið
tey samskifta við deildirnar
kring landið.
Føroya Sparikassi, sum
verður millum framsýnar-
arnar á bústevnuni, Hús og
Innbúgv, er ein fyritøka í
stórari og støðugari menn-
ing.
Upplagt at Sparikassin er við
- Sum elsta fyritøka í Føroyum við 170
árum á baki, hevur Føroya Sparikassi
royndir út um tað vanliga, tá ið ræður um
at veita fíggjartænastur til húsarhaldini,
sigur Bjarni Olsen, stjóri
Deildin hjá Føroya Sparikassa í Saltangará. Nógv virksemi er á eysturarminum á Skálafjørðinum, og tí hevur Sparikassin valt at
hava eina lutfalsliga stóra deild í Runavíkar kommunu
C
M
Y
K
7
6