týsdagur 1. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórður Mortensen úr TB og Magni Jarn-
skor úr GÍ vóru mest sektaðu spælararnir
í fótbóltskappingini 2002. Merkisvert var
tað, at Tórður Mortensen í sjey dystum
fekk tvey reyð kort og tvey gul kort.
Magni Jarnskor sá reytt eina ferði og
fekk seks gul kort í fimtan dystum.
Í 2001 var Fríðin Ziskason mest sekt-
aði spælarin, og dómararnir vóru aftur
hesa ferð ofta í holtur við Fríðin, sum
hevði skift bláu KÍ troyggjuna út við
reyða B68 búnan. Fríðin varð tvær ferðir
rikin av vøllinum – báðu ferðirnar í fyrra
hálvleiki.
Feløgini hjá teimum trimum nevndu –
TB, GÍ og B68 – fingu flest sektarstig í
2002. Einasta liðið í 1. deild, sum slapp
undan reyðum kortum í landskappingini,
var KÍ, og klaksvíkingar skikkaðu sær
eisini best, tí teir fingu fægst sektarstig
av øllum.
1. deildarliðini fingu hesi sektarstig:
TB (51), B68 (50), GÍ (47), NSÍ (45), B36
(41), EB/Streymur (35), VB (35), Skála
(34), HB (30) og KÍ (28).
(Kelda: Fótbóltur '02)
Botnliðið
harðast revsað
Nógvir
fingu sekkin
Fimm av teimum tíggju 1. deildarfeløg-
unum søgdu í fjør venjaranum hjá sær úr
starvi. Felags fyri flestu uppsøgnirnar
var, at útlendingar fingu sekkin, meðan
føroyingar vórðu settir í størvini aftaná.
Zoran Mancic hjá TB var fyrsti venjar-
in, sum reyk, og í hansara stað kom
Lynge Nielsen. Men hann legði eisini
kongin móti endanum av kappingini, og
so tóku brøðurnir Jón og Óli Johannesen
yvir. Niðurflytingin kundi tó ikki fyri-
byrgjast.
Í juni mánaði sendi VB sín venjara,
Dragan Kovacevic úr Jugoslavia, heim,
og í hansara stað kom Marek Wiercz-
bicki, sum hóast ættaður úr Póllandi, er
roknaður føroyingar, tá ið talan er um
fótbólt.
HB segði eftir summarsteðgin Ion
Geolgau upp, eftir at hann hevði verið
venjari síðani 1998. Kári Nielsen og
Jóannes Jakobsen tóku yvir og gjørdu
seinasta partin av arbeiðnum, so HB
kundi gerast meistari.
Skála segði eftir 14. umfar Mathias
Davidsen úr starvi, og avloysarin varð
Hans Jákup Andreasen. Hjálparvenjari
hjá honum gjørdist Justinus Justinussen.
Eisini B68 skifti venjara móti enda-
num av kappingini. Frank Skytte varð
sagdur upp, og Kjartan Nesá og Ingolf
Petersen tóku sær av seinastu dystunum.
Av teimum venjarunum, sum stóðu við
róðrið í 1. deildarfeløgunum, tá ið kapp-
ingin byrjaði í fjør, er tað bara Jógvan
Martin Olsen, sum venur sama felag í ár.
Hann gjørdist eisini Ársins venjari í fjør,
tá ið NSÍ hevði sítt besta kappingarár
nakrantíð.
(Kelda: Fótbóltur '02)
Fýra tey fremstu feløg-
ini í kappingini í fjør
skulu í summar royna
seg í altjóða fótbólti.
Úrslitini í europeisku
kappingunum eru
stundum góð, men før-
oysk lið klára ikki at
spæla seg víðari
EYÐUN KLAKSTEIN
HB, NSÍ, KÍ og GÍ skulu í ár
umboða føroyskan fótbólt í
kappingunum hjá UEFA.
Hetta er 12 árið á rað, at før-
oysk feløg spæla við í europe-
iskum kappingum, og úrslitini
hava verið misjøvn.
Føroysku mansliðini hava
spælt 62 europeiskar dystir,
men bara tríggjar ferðir er tað
komið fyri, at okkara umboð
hava vunnið.
KÍ vann í 1995 3-2 á Mac-
cabi Haifa úr Ísrael, og HB
vann í 1998 2-0 ímóti Vaasa úr
Finnlandi. Harafturat vann HB
ein dyst á skriviborðinum, tá
ið RAF Latvia úr Letlandi ikki
fekk lent í Vágum í 1993.
Onkur glotti
Í fjør gekk tað hampuliga væl í
onkrum dystum. KÍ fekk ein
javnleik á heimavølli og tapti
bert við einum máli á útivølli,
tá ið teir dystaðust við UTE úr
Ungarn. B36 tapti báðar sínar
dystir ímóti Torpedo Kutaisi,
men sera tepurt á heimavølli.
GÍ og B68 taptu stórt í sínum
dystum, og serliga 8 máls tap-
ið hjá GÍ á heimavølli ímóti
Hadjuk Split tók dygt.
Eisini kvinnurnar hjá KÍ
vóru við í meistarakappingini
hjá UEFA, og tær spældu
tríggjar dystir. Tveir av dyst-
unum vóru taptir við fýra og
sjey málum, meðan tað eydn-
aðist KÍ at vinna ein av dyst-
unum við tveimum málum.
Koma ikki víðari
Men hóast úrslitini hjá føroy-
sku feløgunum av og á hava
verið góð, so klára feløgini
ikki at spæla seg víðari frá
teimum fyrsta innleiðandi um-
førinum, og tað er sjáldan, at
føroysk feløg yvirhøvur eru
nær við at koma víðari í kapp-
ingunum, tey eru við í.
Bara einaferð er tað komið
fyri, at eitt felag er komið víð-
ari.Tað var, tá ið HB í 1993
vann ein dyst á skriviborðinum
og varð sent víðari í UEFA
Cup, har teir síðani taptu.
Føroysku feløgini eru
styrkismett langt niðri á lista-
num, og tað ger, at tey so at
siga altíð spæla ímóti liðum,
sum eru væl sterkari. Hetta
sæst eisini aftur á vøllinum,
har føroysk feløg mangla tað
seinasta, sum skal til fyri at
vinna.
Pengar í kassan
Umframt stóru ítróttarligu av-
bjóðingina, sum tað er fyri
spælarar og feløg at verða við í
Europa Cup, so snýr luttøkan
seg eisini um pengar.
Serliga felagið, sum er við í
Champions League, fær nógv
burtur úr luttøkuni. Fyrsti inn-
leiðandi dysturin kastar stív-
liga 1,1 millión krónur av sær,
og tað kemur væl við í einum
og hvørjum føroyskum penga-
kassa.
Feløgini, sum eru við í
UEFA Cup og Intertoto Cup,
fáa als ikki somu upphædd.
UEFA Cup gevur umleið
400.000 krónur, og Intertoto
250.000. Tá ið talan ofta er um
kostnaðarmiklar ferðir, so
liggur millum lítið og einki
eftir í feløgunum, tá ið dystir-
nir eru spældir.
1. deildarfeløgini, sum ikki
sleppa við í europeisku kapp-
ingarnar, fáa eisini eina sam-
sýning frá UEFA. Hendan
samsýning hevur verið
190.000 krónur, og tað munar
væl, tí hesi feløg hava ongar
útreiðslur av altjóða dystum.
Europeiskt summar
Europeisku kappingarnar byrja
í summar. Intertoto kappingin
fer í gongd áðrenn summar-
steðgin, og tá skal GÍ so royna
seg fyri 11. ferð í europeiskum
fótbólti.
Seinni í summar skal HB
verða við í fyrsta innleiðandi
umfarinum til Champions
League, og NSÍ og KÍ vera við
í UEFA Cup.
KÍ ætlar sær aftur í ár at
vera við í kvinnukappingini
hjá UEFA, og hendan kapping-
in plagar at byrja í september
ella oktober. Her er talan um
bólkaspæl, og tí sleppa KÍ-
kvinnurnar at spæla í minsta
lagi tríggjar dystir.
Fýra feløg fara
út í Europa
Rúni Elttør í Europa Cup dysti á Svangaskarði. Í ár skulu HB, NSÍ, KÍ og GÍ spæla europeiskar dystir.
Mynd: Álvur Haraldsen
6
7
2003
2003