leygardagur 2. november 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 204 — 2. november 1991 |
Nicolaj Popov var við einum av sovjetisku trolarunum, sum í summar komu til F. Øroya at keypa sild
Popov fingið ummæli
Dansk F lygtningehjælp hevur nú gjórt sítt tilmæli til umsóknina
hjá soyjetiska sjómanninum Popov, sum hevur søkt um politiskt
friðskjól í danska kongaríkinum
Drúgter at fáasvar hjá teim-
um, sum sýkja um politiskt
friðskjól í fremmandum
landi.
Tað kann 28 ára gamli
sovjetiski sjómaðurin
Nicolaj Popov sanna.
Nú eru meira enn fýra
mánaðir gingnir, síðan hann
leyp á bláman á Vágsfirði
og stutt aftaná fekk handað
umsókn sína um politiskt
friðskjól í danska konga-
ríkinum.
Tað mesta av tíðini hevur
hann búð á Sjómansheim-
inum í Havn, har hann kann
búgva, til danska løgmåla-
ráðið er liðugt at viðgera
umsóknina.
Tað gongur kortini framá
við málinum. Higartil hevur
verið bíðað eftir ummæli frá
stovninum Dansk Flygtn-
ingehjælp. Og nú er tað
komið.
Nepper-Christensen, fúti,
sigur, at ummæli er komið,
og tað er sent til Føroya, ti
Popov skal hava høvi til at
gera vidmerkingar til um-
mælid. Popov fær triggjar
vikur til at umhugsa sinar
vidmerkingar.
Fútin vil ikki upplýsa, um
Dansk Flygtningehjælp
mælir til ella frá at geva
Popov friðskjól, tí fútin
hevur ikki heimild til at siga
nakað.
Myndugleikarnir í Før-
oyum hava heldur onga á-
virkan á, hvat svarið verður.
Tað avger danska løgmåla-
ráðið einsamalt - eftir til-
mæli frá Dansk Flygtninge-
hjælp.
Hvussu leingi Nicolaj
Popov skal bíða aftrat eftir
svari, dugir fútin ikki at
siga.
randi
Bjóða út í næstu viku
Bussførararnir, sum koyra hjá
Bygdaleiðum, fáa nú útbjóð-
ingartilfarið og hava so fjúrtan
dagar til at senda inn tilboð
upp á koyring
Teir, sum koyra fyri Bygda-
leiðir, fá fyrst í næstu viku
sendandi tilfar frá Sam-
ferðslustovuni. Hetta er út-
bjóðingartilfarið í sam-
bandi við, at øll busskoyr-
ingin hjá Bygdaleiðum nú
skal bjóðast út.
Fríggjadagin í næstu viku
verða allir busseigararnir
kallaðir til fundar við Sam-
ferðslustovuna og Lands-
stýrið fyri at greiða nærri
frá, og ætlanin er, at tilboð-
ini skulu verða inni í sein-
asta lagi 18. november.
Landsstýrið skal so taka
stóðu til, hvørjir fáa koyr-
ingina.
Svend Aage Ellefsen,
landsstýrismaður í sam-
ferðslumálum, hevur ta fat-
an, at trupulleikarnir við
teimum ov stóru bussunum
á summum leiðum verða
loystir, nú arbeiðið verður
boðið út. Hevur onkur ov
stóran buss, má viðkomandi
selja hann til annan arbeiðs-
takara, sum tøvar stórri
buss, heldur hann. Tað
verða kanska ein ella tveir
stórir bussar aftrat, sum
mugu takast úrskipanini.
Sosialinum kunnugt er
heldur ivasamt, hvussu lætt
verður at selja teir stóru
bussarnar. Eftirspurningur-
in er avmarkaður í land-
inum, og teir flestu buss-
arnir eru ríkiliga stórir.
Í vár vórðu sjey bussar
tiknir úr skipanini.Landið
missir pengin við at taka
bussar úr skipanini, tí
landið veðhalt, tá bussarnir
vórðu keyptir. Hinvegin
hevur Finnur Johansen,
leiðari á Samferðslustov-
uni, áður íst á, at tað loysir
seg kortini fyri landskassan
at keypa teir dýru bussarnar
úr skipanini, tí pengarnir
eru skjótt vunnir inn aftur,
av tí at smærri bussar eru
nógv bíligari í rakstri.
randi
Ly ysingar-
torgið
Fyrstu ókeypis smálýsingarnar eru í blað-
num í dag.
Vit kunnu ikki annað enn takka fyri frå-
líku undirtøkuna og ætla sum frálíður at
hava tær í hverjum blað.
Næstu lýsingarnar undir hesum teigi
koma tó íkki í blaðið fyrrenn næsta leygar-
dag.
BRILLUR FUNNAR
á Landsvegnum í Líð-
ini í Kollafirði. Ringið
Tlf. 21 458.
ÍBÚÐ Í HAVN
v. ljós og hita søkist.
Tif. 10458.
MORREYTT
VEDURLAMB
upptikið á Grenabóli
mánad. 28.10.
Eigarin bidist venda
sær til Norðoya Sýslu.
FELGUR TIL
SUBARU
mod. 1600 GLF/ mod.
83 ynskist til keyps.
TIf. 15928.
EFTIRLÝSING
GRÁ KETTA
v. hvítum labbum
burturblivin á Sval-
bardsvegnum. Hevur
nakar sæð hana, ring
Tlf. 11535.
MYRKABLÅUR
KOYRISTOLUR
v. posa til sølu fyri
kr. 800,-.
Tlf. 44309.
KANINIR
Ogvuliga fittir kanin-
ungar til sølu.
Tlf. 16525.
VATNSONG
90 x 110, biliga til sølu.
Tlf. 11225, millum kl.
8 og 12.
— | — | — — — SB
Okeypis smålysing
— +++—mm
Lysingartekstur
SJONVARPSTOL
Bíligt og helst lítið
(eingin treyt) ynskist
til keyps
Prentsmiðjan vísir á
TIL BAÐIRÚMIÐ
Grønt vask, WC-
kumma, brúsukar —
alt nýtt, ongantíð upp-
sett — til sølu fyri kr.
Tlf. 48308.
BLÅUR
BARNAVOGNUR
í góðum standi til sølu
fyri kr. 600,-.
Tlf. 16193.
FRAKKI
BURTURMISTUR
i bygdarhusinum i
Miðvági 19.9.91 /í
bygdarveitsluni.
Kambur, spegil og
lummaturriklæði var í
lummanum. Tann, ið
av misgáum hevur
hann, ring
TIf. 32747.
FÝRA FELGUR
til VW Transporter til
sølu fyri kr. 1.200,-.
Tlf. 75149.
BINDIMASKINA
v. ella uttan »vrang-
apparat« ynskist til
keyps.
Tlf. 15455.
Í mesta lagi 25 orð/tel. Hægsta søluvirdi 5000, - krónur
Merkið bjálvan: »Lysingartorgid«
Lysari:
Bustadur:
Bygd/ byur:
tif…
| Sendið lepan tl Tíðindablaðið SOSIALURIN -
Box 76 - 110 Tórshavn