leygardagur 2. november 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-Hevur tú nervar, er bergholsarbeiði einki fyri
Í
Í
teg. Tær hava ikki minst fingið loyvi at staði
sína roynd í bergholsarbeiðinum í Lopra- |
Sumba, tí trupulleikarnir aðrastaðni hava ikki
verið nærtil so stórir sum her, sigur Olaf Jo-
hannesen, arbeiðsformaður
Er nakar føroyingur, sum
kann tala um at bora seg
gjøgnum føroysk fjøll, er
tað Olaf Johannesen. Hann
r nú 72 ára gamal, og
hevur verið vid ul nærum
øll bergholsarbeiði í Før-
oyum. Nú leiðir hann
berholsarbeiðið í Suðuroy
-Men hetta verður mítt
seinasta. Kanska gevist eg
longu áðrenn hetta er
liðugt. Eg eri vorðin ov
gamal, og vit eiga nógv
ungt og rakst fólk sum
kann taka við, heldur hann
fyri.
Fyrsta bergholsarbeiði,
Olaf hevði um hendi, var
tá teir fóru undir bergholið
millum Tvøroyri og
Hvalba. Tá varð borað við
hond. Seinri avloytstu
meira framkomnar bori-
maskinur tey eldru
amboðini, men hesar eru
kortini heldur ikki at
sammeta við tey, sum nú
verða nýtt. Olaf hevur
roynt hetta alt samalt, og
hann hevur eisini verið
bergholsformaður, bæði í
Íslandi og Grønlandi.
-Nervar? -Nei tað havi
eg ongantíð havt. Hevur tú
ikki nervar úr stálið, mást
tú heldur finna tær okkurt
annað, heldur hann fyri,
men må kortini, um ikki
annad so hålvavegna, å-
sanna, at mangan hevur
verið ófantaligt vid hesum
seinasta bergholsarbeiðin-
um, tá vatn, grót og betong
regnaði niður yvir maskin-
ur og fólk.
-At hetta bergholið hevur
verið tað truplasta at koma
i gjøgnum dylur Olaf ikki
fyri. Vatnið sílaði niður í
stórum nøgdum og oyði-
legði nógv frá sær. Am-
boð, hjálmar, boriútgerð,
gevind,- alt fyltist við
betongi. Men vit hava
verið ógvuliga varnir og
hepnir við. Fyri trygg-
leikans skyld hevur verið
neyðugi „at typpa allar
rivur so hvørt teir komu
igjøgnum, og hevur hetta
eisini seinkað arbeiðinum
nógv.
Rudda loftið
Tað er nú nakað síðani at
teir sprongdu seg heilt
ígjógnum, men enn vantar
nógv i til arbeiðið er
lidugt. Eisini tvey år, vid
verandi arbeiðsmegi.
Í løtuni stoypa teir upp
undir munnan Sumbiar
megin. Einar 15 metrar inn
í bergholið, og einar 12
metrar útum. Alt við
sterkari jarnbinding. Hetta
Út
Nr. 204 — 2. november 1991
Frá vinstru: Poul
Vilhelmsen,
verkfrødingur og Olaf
Johannesen
arbeiðsformaður saman
við Johan Ludvík, Jákup
Poulsen og Delmar
Tausen uttan fyri
smiðjuna
er eisini væl meira enn
vanligt er. Haraftrat hevur
verið neyðugt at stoypa
uppundir fleiri staðni inni í
bergholinum, tí so nógv
vatn rennur niður. Annars
eru teir eisini við at reinsa
loftið í øllum bergholinum.
Borað verður eisini til
bolting, so loftið verður
væl tryggjað.
Drekkivatn
Lopransfólk fáa annað
enn berghol burturúr
hesum arbeiðinum. Miðs-
keiðis í bergholinum er ein
so mikið stór riva, har vatn
fossar ígjógnum, at teir
ikki hildu tað vera ráðiligt
it typpa. Typtu teir, kundi
tid bert koma igjøgnum
nkra aðra staðni. Istadin
>>