Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 63 - 1. apríl 2003 Nr. 63 - 1. apríl 2003 9 Samgongan hevur onga heildarætlan, men koyrir bara upp á luftkastellur, segði Johan Dahl, ting- maður, á landsfundi Sambandsfloksins SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Eingin inntøkuskapandi visión er í samgonguni. Har liggur alt steindeytt og fantaserar um fullveldi. Soleiðis lýsti sambands- tingmaðurin í Suðuroy polit- isku støðuna í samgonguni. Hann fýltist á, at ov lítið varð hugsað um fiskivinn- una í landinum, tí fiskivinn- an er í hvussu er tað, sum ber okkum uppi. Umframt blokkstuðulin, tók hann aft- ur í aftur. – Tað nyttar lítið at út- búgva eina rúgvu av student- um, sum fara uttanlands at læra víðari og so ikki koma aftur. Ein fiskivinnuskúla hava vit, men hann verður líka- sum gloymdur í øllum hes- um. Verður ikki tikið annað skinn um bak, kann skjótt enda galið, fryktaði Johan Dahl fyri. Í kjakinum um sjúkrahúsverkið varð millum annað komið inn á peninganýtsl- una í sjúkrahúsverk- inum SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Føroyingar avgera púra einsamallir, hvat vit brúka peningin, vit fáa í blokkstuð- uli, til. Tað staðfesti Lisberth Petersen á landsfundi Sambandsfloksins. Hildið varð fram á lands- fundi Sambandsfloksins, at raðfestingarnar í heilsu- verkinum hava eitt sindur av slagsíðu. Ymsar meiningar eru um, hvørt tað er rætt at brúka peningin til lønir, ella um hann skuldi verið brúkt- ur til íløgur og viðlíkahald. Og so er skjótt at fáa bent orðaskiftið tann vegin, at pengarnir eru markaðir til ávísar partar í eitt nú sjúkrahúsinum. Men so er ikki, segði Lisbeth L. Petersen. Hon segði við støði í fyrilestri hjá Bent Klinte, fyrrver- andi ríkisumboðsmanni, at tað eru bara føroyingar sjálvur, sum gera av, hvat peningurin frá blokkstuðl- inum verður brúktur til. – Tað er bara, um føroy- ingar finna upp á taka av eitthvørt, at danir fara at blanda seg uppí, segði Lis- beth L. Petersen. Ansgar Hansen, kalskvík- ingur á sambandsfundi, spurdi beinleiðis, um Klaks- víkar sjúkrahús eigur nakran vin í Sambandsflokkinum, svaraði Lisbeth Petersen stutt og greitt: »Ja«. Hon vísti á, at tað eisini í framtíðini fara at verða trý sjúkrahús í føroyska heilsu- verkinum. Tað er breið politisk semja um tað. Tað er nógv størri sam- starvsvilji millum sjúkra- húsini, bæði hjá starvsfólki og politikarum, í dag, enn tað var fyri bara fáum árum síðan. Petur Ellefsen, sum hevði innleggið um heilsuverkið á landsfundinum, tók aftur í spurningin um, hvørt Klaks- víkar Sjúkrahús átti nakran vin í Sambandsflokkinum við at siga, at tað mangan tókstist soleiðis, at annað- hvørt ert tú vinur við Klask- víkar sjúkrahús ella ikki. – Tí er gott at eiga eina sum Lisbeth, sum klárar at vera vinur við bæði Klaks- víkar Sjúkrahús og eitt nú Landssjúkrahúsið, segði hann. Sambandsmenn eru ójavnir á máli um, hvussu gjaldast skal fyri sambandið. Um føroysku sundini væl at merkja SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Ivan Johannesen, vága- maður á sambandsfundi, helt tað vera púra skeivt at gjaldast skal fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin. Tað helt Alfred Olsen, tofta- maður á sama fundi, ikki. Eins og onnur vágafók, sum høvdu orðið á lands- fundi Sambandsfloksins, beyð Ivan Johannesen fundarfólkinum vælkomin vestur í Vágar. Men hann helt ikki, at tað var rætt, at gjaldast skuldi fyri at koyra undir Sundin- um. – Eg havi verið við til at gjalda fyri vegakervið, brýr og tunlar um alt landið. Men nú eg skal brúka tað sjálvur, skal eg gjalda fyri tað. Tað vil eg ikki góðtaka, segði Ivan Johannesen. Tað fekk Alfred Olsen, løgtingsmann í Eysturoy, at taka orðið. Hann minti Ivan á tað, hann júst hevði sagt um ferðsluna um Leirvíks- fjørð, samstundis sum hann fegnaðist um, at nú var prís- urin fyri ávísar avsláttar- skipanir undir Vestmann- sundi júst lækkaður til helvt- arprís av vanliga ferðaseðl- inum. Tað átti Ivan heldur at fegnast um, helt hann. Tí um ikki so var, kundi skjótt hent, at eisini um Vestman- nasund var sama skilið, sum tað er á Leirvíksfirði í dag. Sambandsflokkurin skuldi bara haldast uttan fyri ávirkan fyri ein hvønn prís, stað- festi Lisbeth Petersen í formnansrøðu síni á landsfundi Sam- bandsfloksins í Sør- vági um vikuskiftið SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Reypið um fullveldi og yvirtøkur er við at tagna, og tað má ongantíð koma fram- aftur, segði Lisbeth L. Peter- sen, formaður Sambands- floksins í røðu síni til lands- fund Sambandsfloksins. Hon ivaðist álvarsliga í, hvussu fíggjarstøðan í landskassanum í grundini er. Helt tosið frá samgongunin í stóran mun vera reyp. Blokkstuðulin varð eisini tikin fram og víst á tað, eftir Sambandsfloksins meting, skeiva í, at blokkstuðulin var avtikin. Tí tær spar- ingar, samgongan boðar frá, helt hon fara at muna lítið sum mótvekt móti tí minkaða blokkstuðulinum. Sambandsflokkurinn vil taka ES spurningin upp. Hetta er ein livandi felags- skapur, sum summir flokk- ar tykjast ræðast. Men Sambandsflokkurin fer at halda lív í kjakinum, stað- festi Lisbeth L. Petersen. Menn hinvegin var ikki so nógv væntandi frá sam- gonguni, helt hon, tí har varð bara keklast og klandrast innanveggja. Eingin fær verið saman, og eingin torir at fara sundur. Til tess er maktin ov góð at fara frá. Tær fólkaatkvøður,sum samgongan hevur boðað frá, eru farnar, staðfesti hon. Tað kostar at reka væl- ferðarsamfelagið, ásannar Sambandsflokkurin. Tí vildi flokkurin ikki skerja blokkstuðulin og loysa frá ríkisfelagsskapinum. Vit halda heilt greitt við hann. – Vit vingla ikki í hesum spurningi, segði Lisbeth L, Peteren. Sambandsflokkurin skal altíð vera flokkurin, fólk kunnu líta á. Vit skulu halda tey lyfti, vit geva, segði formaðurin millum annað í røðu síni. Ivan Johannesen helt tað vera løgið, um samgongan hevði fingið løn hetta sein- asta árið, tá teir nú- staðni eru farnir at tosa um at fara í ar- beiðsklæðini SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Vit nærkast teirri støðuni, at vit eiga ikki fyri løn til almenna fólkið, væntaði fyrrverandi landsstýris- maðurin við fíggjarmálum, Ivan Johannesen. Hann metti seg kenna støðuna aftur, tá hann varð noyddur at siga frá, at nú var ikki ráð til almennar lønir. Hann vísti sum dømi, at nú er ikki ráð at hava skip siglandi um Leirvíksfjørð. Tað boðar iki frá góðum, helt hann. Men tað er ikki alt, segði Ivan Johannesen og legði beint i fiskidagskipanina. Har er galið, so tað stend- ur eftir. Skilið er ringt, og tá nýggj tilráðing kemur í heyst, skulu tit vera vís í, at tað skal aftur skerjast. Tí har er eingin sum helst stýring á, segði hann Hann segði, at tað, sum nú gongur fyri seg, er ikki eftir teirri ætlan, sum løgd varð í viðtøkuna í 1996. Hetta er sum best ber til, og tað fara nógvir at kenna sviðan av, segði Ivan Jo- hannesen. Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen manna framvegis formans- skapin í Sambands- flokkinum SAMBANDSFUNDUR Edvard Joensen Sørvági: Landsfundurin hjá Sam- bandsflokkinum, sum hild- in varð í Sørvági um viku- skiftið, valdi at lata for- mansskapin í flokkinum halda fram. Stutt og greitt, tí einki annað uppskot var. Landsfundurin byrjaði við aðalfundi Sambands- floksins fríggjakvøldið. Har vóru frágreiðingar frá floksskrivara, kassameistara og formanni í landsnevnd floksins lagdar fram. Veruligt orðaskifti um stór politisk mál var í grundini ikki fyrr enn leygardagin. Sambandsmenn ósamdir um samband Slitið ov nógv og skaðin ov stórur Reypið um fullveldi og yvir- tøkur er við at tagna, og tað má ongantíð koma framaft- ur, sigur Lisbeth L. Petersen Eingin visión í samgonguni Raðfestingin verður gjørd í Føroyum Ivan Johannesen ivast í, um samgongan eigur at fáa nakra løn. Sambært Høgna Hoydal eru hon enn ikki komin í arbeiðsklæðini, tí- ansheldur farin til arbeiðis, sigur hann Mynd: Edvard Joensen Ivasamt um samgongan eigur løn Floksleiðsl-an heldur fram Alfred Olsen, næstformaður i Sambandsflokkinum, er ósamdur við Ivani Johanne- sen í, at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum Vága- tunnilin Mynd: Edvard Joensen LANDFUNDUR SAMBANDSFLOKSINS Fundurin verður klokkan átta í kvøld tann 1. apríl. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin Apríl Navnið kemur av latínska orðinum aperire, ið merkir at lata upp, at opinbera, at avdúka ella okkurt tílíkt. Tað sipar til, at hetta er tíðin, tá ið lív kemur í av nýggjum. Hjá okkum er apríl mámaður eisini vártíðin fram um aðrar við gróðri og grøði um allar leiðir. Men til veður er hann eisini skiftandi, og sagt var, at apríl bæði lívgar og drepur. Kavi, sum kundi koma fyri í lembingini, varð róptur lambaspræni. 1. apríl. Hugo, deyður í 1132. Biskupur í Grenoble í Fraklandi. Týkst navn, sum merkir tann skilagóði ella vísi. Sama veðrið sum var fyrsta apríl, skuldi vera síðsta apríl; ein kona helt fyri: Sum hann prílar inn, prílar hann út. Judith Ludvig til Norðurlanda- húsið 17. mars bleiv Judith Lud- vig sett í starv sum leiðari á Kafeteria í Norðurlanda- húsinum. Judith, ið er 32 ára gomul, er fødd og upp- vaksin í Famien og kom til Havnar í 1997. Hon lærdi til cafeteria- kantinuassi- stent í Perluni í SMS frá 1998 til 2000 og til við- skerafrúgv á Hotel Hafnia frá 2000-2003. Uppgávan hjá leiðaranum er at hava ábyrgd av dagliga rakstr- inum, at ráðleggja og menna kafeteriavirksemi í Norðurlandahúsinum. Ar- beiðið fatur eisini um ítøkiliga matgerð kundaav- greiðslu og aðrar uppgávur. Formaðurin í lands- stýrismálanevndini, Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum, heldur seg vera tiknan av ræði av fólkafloks- manninum Jákupi Mikkelsen. Ósemjan snýr seg um, hvussu kæran um Ågot skal viðgerast. Jákup held- ur hinvegin Heina hava misskilt sína uppgávu NEVNDARÓSKIL Ingi Rasmussen – Eg meti, at Jákup Mikk- elsen hevur sagt samgong- una upp. Hann hevur kastað saman við Kaj Leo Jo- hannesen í landsstýrismála- nevndini, so eg eri settur út á eitt síðuspor. So avgjørdur er Heini O. Heinesen, formaður í Landsstýrismálanevndini. Sostatt er vátt komið í reiðrið í týdningarmiklu nevndini hjá løgtinginum, sum skal hava eftirlit við, at landsstýrið umsitur á full- góðan hátt. Heini O. Heinesen pá- stendur, at fólkafloksmað- urin og sambandsmaðurin hava lagt ráð saman ímóti sær, og tað sigur hann seg ikki vilja góðtaka. Hann sigur, at nevndin er partur av politisku kabaluni, sum skuldi ganga upp, tá sam- gongan var skipað. Og tí noyðist Jákup Mikkelsen at boyggja seg undir, at hann er formaður í nevndini. Fyrsta málið Ósemjan er íkomin av tí fyrsta málinum, sum yvir- høvur er lagt fyri nevndina. Felagið Línuskip hevur kært eitt mál um fiskirætt- indini hjá fyrrverandi Ågot, sum nú eitur Jógvan S. Spurningar og skjøl eru farin aftur og fram millum nevndina og landsstýris- mannin við fiskivinnumál- um. Sum skilst hevur tví- dráttur stungið seg upp í nevndini um, hvussu kæran skal viðgerast. Sambært Heina O. Heinesen hevur Jákup Mikkelsen saman við Kaj Leo Johannesen nú borið so í bandi, at málið verður avgreitt uttan stórvegis hóvasták. – Eg vil hava hetta málið kannað út í æsir, og eg havi roynt at víst á, at vit áttu at tikið onnur mál um vinnu- ligan fiskiskap við í við- gerðina. Málið um Ågot er bara eitt av fleiri, men teir siga, at hetta málið skal avgreiðast uttan nakað sum helst, sigur Heini O. Heine- sen, ið metir tað sum grovt álitisbrot á seg sum for- mann. Misskilt uppgávu Jákup Mikkelsen vísir øll- um ákærum aftur. Hann sigur tað vera eina grova ákæru ímóti sær og Kaj Leo Johannesen, tá sagt verður, at teir vilja hava málið »av- greitt uttan nakað sum helst«. – Heini O. Heinesen hev- ur misskilt sína uppgávu sum formaður, um hann ætlar at føra politikk í landsstýrismálanevndini. Hetta er ikki ein nevnd við politiskum arbeiði. Vit eru settir at hava eftirlit við, at landsstýrismenn umsita rætt eftir lógini, og tá Heini O. Heinesen sigur, at vit eru partir av einari politiskari kabalu, so er tað púra burt- urvið, tí vit eru fólksins og løgtingsins umboð í hesi nevndini, sigur Jákup Mikkelsen. Løgfrøðilig meting Einasta uppgávan hjá nevndini er at vera ein trygd fyri, at umsitið verður rætt sambært lógini. Og til tað hevur nevndin ein løg- frøðiligan skrivara at hjálpa sær. – Í málinum um Ågot spyr Felagið Línuskip á hvørjum grundarlagi til- søgn til fiskiloyvið er givið. Vit skulu kanna, um tað er í samsvari við lógina ella ikki, og vit (Jákup Mikkel- sen og Kaj Leo Johannesen, blðm.) hava biðið skrivaran gjørt eina løgfrøðiliga meting av tí út frá nøkrum forkanningum, sigur Jákup Mikkelsen. Sum skilst er Heini O. Heinesen misnøgdur við, at teir hava noktað fyri at viðgera fleiri onnur mál í somu vending. Men tað hevði verið vónleyst, sigur Jákup Mikkelsen. – Um vit høvdu drigið øll møgulig onnur mál inn í viðgerðina, hevði tað tikið ævir, áðrenn nøkur niður- støða spurdist burturúr. Málið hevði verið full- komiliga gruggað, sigur Jákup Mikkelsen. Gevur niðurstøðan hjá skrivaranum ein grundaðan illgruna um, at skeivt er farið fram, so fer nevndin sjálvandi víðari við málin- um, leggur hann afturat. Vánaligt samstarv í landsstýrismálanevnd Inger Hansen 65 ár 6. mars fylti Inger Hansen í Havn 65 ár. Inger er fødd og uppvaksin á Abbatrøð í Havn, dóttir Hilmar Dan- ielsen av Hvítanesi og Herdis, F. Nybo, eisini av Hvítanesi. Inger hevur ver- ið virkin innan Frelsunar- herin síðan hon var smá- genta, har hon hevur verið skóti og skótaleiðari og var ungdómsleiðari í 18 ár. Umframt tað hevur hon havt sunnudagsskúlan í næstan 40 ár. Hon hevur verið kassameistari í Heimaforbundinum hjá Frelsunarherinum síðan 1995. Hon arbeiddi nøkur á hjá Bambus Foto, sum tá helt til í Tróndargøtu og í skóbúðini hjá Demmus í miðbýnum. Hon var eisini dagrøktarmamma í 10 ár. Inger giftist í 1961 við Denhard Hansen av Toftum og eiga tey børnini Sólvu og Jógvan Páll. VIÐMERKINGAR Gerhard Lognberg borgarstjóri/løgtingsmaður Eg meti meg at verða noyddan at koma við nøk- rum viðmerkingum til tað stríð, ið stóðst av, at eg sjálvur og fleiri við mær tóku orðið á tingi viðvíkj- andi mál nr. 79. Sjálvur segði eg, at Skop- unar Kommuna nøktaði tørvin hvat barnaansing viðvíkti. Her kann eg so siga, at eg tók munnin ov fullan. Tí tað hava verið tíðir, har vit hava verið noydd at skriva undir, sum flest aðrar kommunur. Hetta vit tosa um er í 2002. Eg kann nevna nakrar kommunur sum hava verið noyddar til tað sama: Tórshavnar kommuna 4,3 mill.kr. Sands kommuna 244.000 kr. Klaksvíkar kommuna 943.000 kr. Runavíkar kommuna 454.000 kr. Vágs kommuna 248.000 kr. Skopunar kommuna 194.000 kr. Hvalvíkar kommuna 24.000 kr. Tað tykist mær, at nú skal tú næstan forfylgjast, grundað á at tú torir at siga nakað ímóti tí almenna. Almannastjórin hevur verið frammi við peiki- fingrinum. Síðan kemur landsstýrismaðurin Páll á Reynatúgvu sjálvur fram í Útvarp Føroya og tosar um at kanna hvar feilirnir liggja, og metur at hetta má vera feilur hjá kommun- unum. Og enntá fer so langt at tosa um svik, vælsign- aður maður slappa av. Hatta nýtist Páll á Reyna- túgvu ikki at gera burtur úr hesum máli. Hann var sjálvur borgar- stjóri á Sandi í 2002. Har eru 244.000 kr. bókaðar. Men hann hevur sæð sær hetta sum ein politiskan fyrimun, við at leggja so- leiðis út. (Harmiligt av einum landsstýrismanni). So vil eg siga nakað um tað eg bleiv spurdur um av Útvarp Føroya. Har var eg spurdur um hetta við vænt- andi barnaansing. Har segði eg púra greitt, at vit høvdu undirskrivða, men kundu iki útgreina tað vegna mína tagnarskyldu, bæði sum borgarstjóri og sum limur í Barnaverndar- nevndini. So eg metti, at Almanna- stovan kundi tosa við meg, so kundu vit fáa tað uppá pláss, tí eg meti Skopunar Kommunu og Almanna- stovuna hava eitt fyrimynd- arligt samstarv. Nettup í tí, sum vit kalla Spælistovan. Har hava fólk frá Almanna- stovuni gingið upp í arbeið- ið við lív og sál. So Páll á Reynatúgvu, nú tú er so illa mannaður úti í Almannaráðnum, so haldi eg ikki at tú skal stríðast við hetta. Eisini vil eg siga, at tú ert hjartaliga vælkomin at tosa við meg um tingini. Annars trúði eg, at lands- stýrismaðurin í farloyvi frá kommunalpolitikki, var so heilt ótrúliga heitur fyri at gott samstarv var í millum bygdin, men atlíkavæl altíð klárur at dýrka ósemju. Annars gleðist eg um, at fokus er sett á millum annað barnaansingina. Har liggur í hvørfall ikki okkara partur eftir í Skopunar kommunu. Eg kundi ynskt, at vit fingu sett fokus á barna- skúlabygging eisini. Barnaansing C M Y K 9 8