Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 9 Málið er at savna alt á einum staði, soleiðis at vinnan, sum fevnir um hús, innbúgv og ymiskar tænastur í hesum sambandi, kann hava sítt egna "business-forum" Við tí stóra aktiviteti og nógvu byggingini, sum er kring um í landinum, er stórur tørvur á eini tílíkari messu í Føroyum DREYMAR TIL VERULEIKA Vilmund Jacobsen Høvuðsendamálið við bú- stevnuni, Hús & Innbúgv 2003, er at lýsa tey ymisku liðini, sum hugsast kunnu - frá tí, tú droymir um at seta føtur undir egið borð, til heimið endaliga er veruleiki. Men øll, sum koma á stevnuna, hava sjálvandi ikki fyri neyðini at fáa lýst øll hesi liðini, talan kann vera um við nýbygging. Væntast kann, at tey flestu, sum vitja á stevnuni, longu hava fingið síni egnu hús. Tí vilja mong ivaleyst kunna seg um eitthvørt ávíst, ið tey hava áhuga fyri - alt eftir, hvør tørvurin nú einaferð er. Antin tú ætlar tær at byggja nýggj hús, um- byggja ella umvæla tey gomlu, er bústevnan, sum verður í Runavík fríggja- dagin, leygardagin og sunnudagin, avgjørt verd eina vitjan. Alt er hugsandi Tú hevur kanska í kvitt- anum at skifta tær tak, køk, vindeygu ella hurðar út. Tú hugsar um nýggjan ketil, sum er nýggjari og meira orkusparandi enn hin gamli - ella, tú leitar tær eftir nýggjum lofti, gólvi ella flísum at leggja á túnið, nú tað er farið á vára. Alt er hugsandi, einki óhugsandi. Onkur vitjar stevnuna av berum forvitni og - uttan at hugsa um tað - dettur júst á tað, sum leitað hevur verið eftir, men sum tú ikki dugdi at seta orð á. Bústevnan er eitt kær- komið høvi, har til ber at síggja, hvat rørir seg á marknaðinum innan hús, innbúgv, fíggingar- og tryggingarmøguleikar. "Business-forum" Tað, sum serliga ger stevn- una áhugaverda, er, at her finnur tú alt á einum staði. Tær nýtist ikki at renna frá hurð til hurð úti í býnum og leita eftir tí, tær tørvar. Málið hjá fyrireikarunum er at savna alt á einum staði, soleiðis at vinnan, sum fevnir um hús, inn- búgv og ymiskar tænastur í hesum sambandi, eisini kann hava sítt egna "busi- ness-forum", sum fyrireik- ararnir kalla tað. Við stórum aktiviteti og nógvari bygging kring um í landinum, er stórur tørvur á eini tílíkari messu í Før- oyum. Dreymar til veruleika Tekur tú tær stundir at vitja bústevnuna í Runavík, er ikki óhugsandi, at teir dreymar, tú droymir - ella enn ikki hevur droymt - gerast veruleiki. Eftir altjóða fiskivinnu- stevnuna, North Atlantic Fish Fair, sum nú á øðrum sinni stundar til í Runavík, verður bústevnan, Hús og Innbúgv, ivaleyst størsta einstaka stevnutiltak, sum nú fer av bakkastokki í ítróttarhøllini í Runavík. Á BLETTINUM Vilmund Jacobsen Tað er ikki meira enn rími- ligt, at Sosialurin, sum nú á øðrum ári hevur redaktión í Saltangará, hevur fylgt gongdini og fyrireikingun- um uppundir stóru bú- stevnuna, Hús og Innbúgv 2003, sum verður í Runavík hetta vikuskiftið. Í síðstu viku kom dugna- ligi myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, heim úr høvuðsstaðnum at taka myndir úr umhvørvinum, her bústevnan verður. Roynt varð í fyrsta lagi at fáa eina góða mynd av Runavíkini við ítróttarhøll- ini fremst í myndini. Vit fóru ein lítlan túr til "fjals", og tá ið vit vóru komnir nakað niðan frá, var myndamaðurin nøgdur við motivið. Hetta er forsíðumyndin í innleggsblaðnum um bú- stevnuna, sum er í Sosial- inum í dag. Teir, ið skipa fyri stevn- uni, Hans Petur Ellings- gaard og Dánial Petur Han- sen, vórðu "fangaðir" uttan fyri kiosk Vár og býráðs- formannin, Rodmund Niel- sen, funnu vit á almennum býráðsfundi í Runavík. Vit steðgaðu eisini eitt bil vestanfyri rundkoyringina í Runavík, har vegurin snarar út í Saltnes. Her stríddust Andre Hentze, sum hevur verið arbeiðsformaður hjá Runavíkar kommunu í mong ár, saman við sínum monnum við at frýðka um býin. Teir skóru og veltu fløg oman av, tí blómur skulu sáast í moldina. Síðan koyrdu vit nakað niðan í bygdina og avmynd- aðu nýggju húsini, sum Amaliel Knudsen, fyrrv- erandi skipari á Norrønu, letur byggja. Sosialurin ynskir fram- sýnarum, vitjandi og fyri- reikarum eina góða stevnu. Alt á einum staði í Runavík Hús og Innbúgv í fokus í tríggjar dagar Sosialurin hevur fylgt gongdini og fyrireikingunum til stóru bústevnuna, Hús og Innbúgv 2003, sum verður í Runavík hetta vikuskiftið. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8 At velja prentsmiðju og timburmann er nakað tað sama Tit vilja hava fatur á tí besta hand- verkaranum, honum, tit kunnu hava álit á, einum meistara, ið ikki leggur eykarokning oman á eykarokning. Einum, sum kemur tann dagin, hann hevur lovað og verður liðugur tann dagin, hann hevur lovað. Ljóðar hetta sum eitt brot burtur úr „Sagnum og ævintýrum“? Á Hestprent smíða vit ikki hús, men vit gera alt grafiskt arbeiði. Tað vil siga uppseting, prent og innbinding. Tín prentlutur er í góðum hondum hjá okkum. Spf. Hestprent gongur nú á tjúgunda ári, og eru vit vaksin til 20 starvsfólk. Vilt tú vita meira, hava vitjan av sølumanni okkara, ella hava eitt tilboð sendandi, so er vit altíð til dystin fús. Dvørgastígur 7 • Postsmoga 3118 •