Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

EYÐUN KLAKSTEIN Fótbóltskvinnurnar hava fleiri spennandi avbjóðingar fyri framm- an í hesum árinum. Eitt eru tær heimligu kappingarnar, har gull- merki standa upp á spæl í bæði landskapping og steypakapping, men síðani eru eisini altjóða av- bjóðingar fyri framman. Føroysku fótbóltskvinnurnar vóru fyri fyrstu ferð við á Oyggja- leikunum fyri tveimum árum síð- ani, og tað gekk sum smurt hjá teimum. Eingin av hinum oyggjunum kláraði at gera nakað við føroyska landsliðið, og tað var ikki fyrr enn í finaluni, at rættilig mótstøða kom. Tað var frá álendska liðnum, sum kláraði at spæla upp ímóti tí føroyska. Men tá samanumkom var tað føroyska landsliðið, sum hevði vunnið gullmerkini. U19 kvinnurnar fingu besta úr- slitið nakrantíð, tá ið tær endaðu næstfremst í sínum EM-undan- bólki, sum varð spældur í Bulgar- ia. Í september mánaði verða tær við í eini nýggjari EM-undan- kapping í Bosnia-Herzogovina. Harafturat fer meistaraliðið KÍ at vera við í stóru europeisku kappingini hjá UEFA. Hesari kapping hevur KÍ verið við tvey ár á rað, og tað hevur gingið væl. KÍ er favorittur Í fjør var tað KÍ, sum vann bæði steypakappingina og landskapp- ingina, og tað er líkt til at sterka liðið úr Klaksvík stílar eftir einari endurtøku av hesum sigrum í ár. So at siga allar teir somu spæl- ararnir eru við aftur í ár, og í fyr- stu dystunum í ár hava tað eingi tekin verið um, at onnur lið av álvara kunnu seta KÍ upp á pláss. Eini átta KÍ spælarar eru upp á tal til landsliðið, og tað verða eis- ini nógvar av teimum, sum koma á liðið í summar. – Bulurin á landsliðnum verður við kvinnum úr Klaksvík. KÍ hev- ur dominerað føroyskan fótbólt seinastu tvey árini, og tað er líkt til, at tær fara at halda fram við hesum, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari hjá kvinnunum. Profilurin er burtur Tað verða fleiri broytingar gjørdar á landsliðnum, sum skal verja gullmerkini á Oyggjaleikunum. Teir verða í summar hildnir á Guernsey. Ein av stóru profilunum frá seinasta, liðskiparin Helga Ellingsgaard, er givin við at spæla fótbólt á høgum stigi, og tí skal ein nýggjur spælari spæla sentrala leiklutin hjá Helgu á miðvølli- num. Líkt er til, at Rannvá Andreasen úr KÍ verður flutt úr álopinum og á miðvøllin hesa- ferð. Málverjin Annika Hansen er givin, og har eru avloysararnir Randi Wardum úr HB og Anna Kristina Joensen úr GÍ. Aðrir spælarar, sum vóru við seinast, vera heldur ikki við hesa- ferð – til dømis Maria Vang, Rini Mørk, Oddvá Kristiansdóttir og Lydia Vesturtún – men landsliðs- venjarin roknar við, at liðið verð- ur eins sterkt, sum tað var fyri tveimum árum síðani. – KÍ hevur verið við í Europa Cup tvey ár á rað, og U19 lands- liðið hevur verið við í EM. Tað hevur givið nógv fleiri spælarum altjóða royndum, og tað eigur at styrkja liðið, heldur Álvur Han- sen. Harafturat spæla tríggir spælar- ar í Danmark, og tær kappingar- nar eru vanliga á hægri stigi enn tær føroysku. Manna sterka verju Landsliðsvenjarin heldur, at tað eru nógvir góðir álopssinnaðir spælarar og miðvallarar, men stóra uppgávan verður at seta saman eina sterka verju, sum kann standa ímóti mótstøðuni á Oyggjaleikunum. 28 spælarar eru inni í myndini til tey 18 plássini á landsliðnum, og longu 28. apríl skal Oyggja- leikanevndin hava nøvnini á teim- um, sum skulu vera við. Hetta gevur ikki landsliðsvenjaranum serliga góða tíð til at manna liðið. Landsliðið hevur longu vant seks ferðir, og ætlanin er at halda fram við regluligum venjingum líka fram til endan av juni mán- aði, tá ið Oyggjaleikirnir byrjar. Kvinnurnar sleppa at royna seg Annelisa Justesen er saman við hinum spælarunum hjá KÍ stórfavorittur til meistaraheitið í ár. Kvinnulandsliðið skal í summar royna at endurvinna gullmerkini á Oyggjaleikunum. U19 kvinnurnar eru við í enn eini EM-undankapping. Og KÍ skal út í Europa at royna seg. Í heimligu kappingini er líkt til, at tað enn einaferð verður KÍ, sum fer at seta seg á tað mesta 8 9 2003 2003