týsdagur 1. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 79 - 26. apríl 2003
Nr. 79 - 26. apríl 2003
9
C
M
Y
K
9
8
Hóast eitt so stórt
tiltak er ein tungur
burður, har nógvir
træðrir skulu sam-
pakka til rætta tíð,
heldur Áki í Skemm-
uni, sum er annar av
stigtakarunum, at
fyrireikingarnar hava
gingið væl.
- Tað hevur verið
heldur lættari at
skipa tiltakið hesa-
ferð, nú fleiri fram-
sýnarar kenna stevn-
una. Men nógv orka
er brúkt til at markn-
aðarføra North At-
lantic Fish Fair uttan-
lands, sigur hann
Á ØÐRUM SINNI
Vilmund Jacobsen
Stigtakararnir
aftanfyri
stóru fiskivinnu- og ali-
framsýningina, North At-
lantic Fish Fair, sum nú
verður hildin á øðrum
sinni, eru teir báðir, Áki í
Skemmuni
og
Andrias
Jacobsen. Tað er fyritøkan,
Petur & Petur í Havn, sum
tekur sær av marknaðar-
føringini.
Hetta er eitt velduga stórt
tiltak, ið kann metast við
tey tiltøk av slíkum slagi,
sum vit síggja uttanlands.
Áki í Skemmuni sigur, at
tankin aftanfyri framsýn-
ingina er í fyrsta lagi at
geva útlendingum eitt høvi
at koma higar at síggja,
hvat vit føroyingar hava at
bjóða.
Stórur áhugi
- Áhugin fyri Føroyum og tí
skapandi virksemi, sum her
er, er stórur uttanlands,
men útlendingar hava líka-
sum ikki havt nakað ávíst at
koma higar til. Tað hevur
eisini vakt ans uttanlands,
at vit eftir øllum at døma
hava
eina
burðardygga
fiskidagaskipan, sum er
kend út um landoddarnar.
Nú hava so hesi fólk eitt
gott høvi at koma higar at
vitja í nakrar dagar.
Ein annar tanki er, sigur
hann, at føroyingar altíð eru
farnir uttanlands at vísa,
hvat teir hava at bjóða - og
at síggja, hvat aðrir hava at
bjóða.
- Nú verður so aftur
møguligt hjá føroyskum
framleiðslufyritøkum, sum
vilja troyta útlendska mark-
naðin, at vera á heimavølli
og vísa, hvat vit eru ment at
skapa her heima. Eisini er
hetta eitt frálíkt høvi hjá
teimum, sum annars plaga
leita sær út um land-
oddarnar fyri at síggja, hvat
aðrir gera.
Fleiri og størri
Áki vísir á, seinast vóru
212 framsýnarar við á
stevnuni, harav
umleið
helmingurin
komu úr útlandinum. Út-
lendsku
gestirnir,
sum
vildu síggja, hvat Fish Fair
hevði at bjóða, vóru eisini
fleiri í tali. Hesaferð er talið
av framsýnarum uppaftur
størri, framsýningarøkið er
størri, og stigtakararnir
vænta, at útlendsku gest-
irnir, ið vilja vitja stevnuna,
eisini verða fleiri í tali.
- Nú stevnan verður
hildin á øðrum sinni, og
fleiri eru kunnaði um til-
takið, vænta vit, at uppaftur
fleiri útlendingar koma
higar, sigur hann.
Áki sigur, at flestu av
útlendsku
fyritøkunum
koma úr Danmark, men
framsýnarar eru úr fleiri
ymiskum londum. Fleiri av
fyritøkunum, sum vóru við
seinast, eru við aftur hesa-
ferð.
Gingið væl
Hann sigur, at hóast eitt so
stórt tiltak altíð er ein
tungur burður, har nógvir
træðrir skulu sampakka til
rætta tíð, heldur hann
kortini, at fyrireikingarnar
hava gingið væl, og tað
hevur verið heldur lættari at
skipa tiltakið hesaferð, nú
fleiri framsýnarar kenna
stevnuna.
- Nógv tíð og orka er
brúkt til at marknaðarføra
stevnuna uttanlands, sigur
Áki.
North Atlantic Fish Fair
vendir sær bæði til bæði
fiski-og alivinnuna, harav
alivinnan kanska telir eini
15-20%.
Áki í Skemmuni vísir á,
at føroysku fyritøkurnar,
sum eru við, eisini hava
aliútbúnað at sýna fram, og
í hesum sambandi nevnir
hann okkurt felag, sum
bæði hevur fiskireiðskap
og útgerð til alivinnuna.
Føroyskir alibátar eru eisini
við á Fish Fair.
Fish Fair av bakkastokki
á øðrum sinni
Tað eru teir báðir, Andrias Jacobsen (tv.) og Áki í Skemmuni, sum eru stigtakarar til stóru fiskivinnu-og aliframsýningina, North
Atlantic Fish Fair.
Mynd: Jens Kr. Vang