týsdagur 1. apríl 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 63 - 1. apríl 2003
Nr. 63 - 1. apríl 2003
11
Hernaðarsamgongan, sum herfyri leyp á Iraq, er
komin í trupulleikar bæði á ein og annan hátt. Hern-
aðarliga tykist steðgur at vera komin í sjálva her-
ferðina m.a. tí at mótstøðan er nógv størri enn
roknað var við frammanundan. Ein týðandi fortreyt
hjá teimum sameindu fyri avgerðini um at herja á,
var, at roknað varð við einum fólkauppreistri móti
stjórnini í Iraq, tá álopið byrjaði og herurin hjá
teimum sameindu tók seg inn í Iraq. Henda fortreyt
bygdi á, at politiska leiðslan í USA var sannførd um,
at Saddam Hussein er so illa dámdur, at ein upp-
reistur mátti koma so at siga av sær sjálvum.
Men nú hevur kríggið vart meira enn eina viku og
enn røkist einki fyri nøkrum uppreistri millum
iraqar móti einaræðinum hjá Baath-flokkinum og
Saddam Hussein. Einastu tekin um mótstøðu er
millum kurdar norðantil í Iraq, men hetta telur líka-
sum ikki við, tí Saddam hevur onga hermegi í
kurdiska partinum fyri norðan. Hetta, at eingin
uppreistur bleiv, er einki minni enn ein vanlukka fyri
bretsku og amerikonsku herferðina inn í Iraq. Vandi
er nú fyri, at herferðin steðgar upp og at kríggið av
álvara kemur í drag. Støðan kann skjótt fara at
gerast lík henni, sum Rusland er komið í í Tjetjenia.
I USA og Bretlandi mugu politisku og hernaðarligu
leiðslurnar nú spyrja seg sjálvar hvørjar orsøkirnar
eru til, at eingin uppreistur móti Saddam Hussein
gjørdist veruleiki. Svarið er ikki so líkatil. Eitt er so
vist: tað er ikki tí, at Saddam og hansara harðrendi
Baathflokkur eru avhildin av iraqiska fólkinum.
Heldur er tað´at finna í fyrra Golfkrígnum. Tá
eggjaði táverandi forsetin Bush (eldri) fólkinum í
sunnara parti av Iraq at gera uppreistur móti eina-
ræðinum í Bagdad. Afturfyri lovaði hann teimum
fullan stuðul til at fella Saddam og at til at skipa
sunnara partin av Iraq sum eitt sjálvstýrandi øki. Tey
tóku Bush eldra uppá orðið og gjørdu uppreistur.
Hesin uppreistur gjørdist ein vanlukka fyri fólkið
har suðuri í Iraq, tí Bush eldri sum kunnugt sveik
lyfti sítt. Hann tók amerikansku hermegina út úr
Iraq, og Saddam hevndi seg á ræðuligan hátt inn á
fólkið, sum hevði gjørt uppreistur eftir áheitan frá
Bush. Fólk í hundratúsundtali vórðu dripin, og land
teirra lagt í oyði við at alt vatn varð veitt burtur. Tað
er sostatt einki løgið í, at iraqar nú ikki gera upp-
reistur. Teir eru ov illa royndir av fyrra Golfkrígnum
og líta heilt einfalt ikki USA. Hetta er ein veruleiki,
sum strategarnir í Pentagon áttu at hugsað um, tá teir
løgdu sínr ætlanir.
Sosialurin kann annars í dag kunngera eina kanning,
sum Gallup í Føroyum hevur gjørt fyri blaðið um
kríggið í Irak. Úrslitið av kanningini vísir, at helvtin
av teimum spurdu halda tað var rætt av USA at
leypa á, meðan minni enn 40% halda, at hetta var
skeivt. Samtíðis halda helvtin av teimum spurdu
eisini, at málið átti at verið handfarið í ST h øpi.
Kanningin er á síðu 4 og 5 í blaðnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trúvirði ein trupulleiki
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tá uppskotið til fíggjar-
lóg fyri 2003 var til 2. og
3. viðgerð á tingi, sam-
tyktu samgonguumboðini
í løgtinginum, eisini um-
boðini úr Norðoyggjum,
at lækka játtanina til
strandferðsluna við 7,5
mió. kr.
Í løtuni valdar sannur ruðu-
leiki viðvíkjandi siglingini
um Leirvíksfjørð. Bilrøðir-
nar, sum bíða eftir at verða
fluttar um fjørðin, eru við
hvørt meira enn 100 metrar
langar.
Fólk sita ótolin og bíða
eftir, at tey skulu sleppa
umborð á Dúgvuna ella
Sam, og meðan bíða verð-
ur, fáa leiðarin á strand-
ferðsluni, Kristian David-
sen og leiðarin á ferða-
fólkadeildini, Poul Jacob
Thomsen, mong ókvæmis-
orð yvir sín kropp. Men teir
seku – teir, ið veruliga hava
ábyrgdina av hesum óskili,
sleppa undan, og geva fólki
vøkur lyfti um, at teir skulu
fáa enda á tí óskili, sum teir
sjálvir hava skapt.
Millum teir seku, eru
norðoyatingmenninir Jógv-
an við Keldu, Heini O.
Heinesen og Jákup Mikkel-
sen. Tá uppskotið til fíggj-
arlóg fyri 2003 varð við-
gjørt í fíggjarnevndini,
skuldi meirilutin (sam-
gonguumboðini),
finna
sparingar fyri umleið 90
mió. kr. Partur-in hjá
strandferðsluni varð 7,5
mió. kr. T. v. s. at strand-
ferðslan fekk 7,5 mió. kr.
minni, enn biðið varð um,
fyri at nøkta tørvin á sigl-
ing, m.a. um Leirvíksfjørð.
Millum teirra, sum skerdu
hesa játtan, vóru Jógvan
við Keldu, Heini O. Heine-
sen og Jákup Mikkelsen.
Avleiðingin, ið stóðst av
hesi skerjing í játtanini til
strandferðsluna, var, at
ferðaseðlaprísirnir hækk-
aðu, at siglingin á Vág varð
niðurløgd, at siglingin inn á
Skálafjørðin varð niður-
løgd og at ráð ikki eru til
ein nøktandi flutning um
Leirvíksfjørð. Tað er sera
kostnaðarmikið fyri vinnu-
lívið í Norðoyggjum, at
bilar við ráfiski og bilar við
fiskaútflutningi,
skulu
standa í tímavís og bíða
eftir at sleppa um fjørðin.
Hetta er eisini ein trupul
støða fyri øll tey, sum van-
liga ferðast um Leirvíks-
fjørð, antin til arbeiðis, í
skúla ella í øðrum ørindum.
Undirritaði, sum er limur
í løgtingsins fíggjarnevnd,
tók als ikki undir við, at
játtanin til strandferðsluna
varð skerd. Saman við um-
boðunum fyri sambands-
flokkin mælti eg til ymiskar
sparingar á fíggjarlógini.
M.a. mæltu vit til at spara
umleið 20 mió. kr. í al-
mennu umsitingini. Vit
mæltu til at leggja olju-
málaráðið
saman
við
vinnumálaráðnum. Eisini
mæltu vit til at leggja
heilsumálaráðið saman við
almannmálaaráðnum. Og
somuleiðis mæltu vit til at
leggja løgmálaráðið saman
við løgmansfyrisitingini. Á
hendan hátt kundu vit spart
tríggjar landsstýrismenn og
trý aðalmálaráð burtur.
Men tað vildu sam-
gonguumboðini ikki. Jógv-
an við Keldu, Heini O.
Heinesen og Jákup Mikkel-
sen, saman við restini av
samgonguni, vildu heldur
hevna seg inn á siglingina
um
Leirvíksfjørð.
Tað
gjørdu teir við at skerja
játtanina til strandferðsluna
við 7,5 mió. kr. Harvið
hækkaðu teir eisini ferða-
seðlaprísin hjá útoyggja-
fólki og øllum teimum,
sum skulu ferðast um Suð-
uroyarfjørð, Skopunarfjørð
og Leirvíksfjørð. Teir løgdu
stein oman á byrðu, bæði
hjá vinnulívinum í útjað-
aranum, og hjá øllum
teimum, sum hava valt at
búleikast har.
Tá tað snýr seg um at
játta pening til almennu
umsitingina í Havn er onki
óført. Eftir fimm árum er
talið av aðalmálaráðum
hækkað úr seks upp í
nýggju. Í sama tíðarskeiði
er játtanin til aðalmála-
ráðini hækkað úr 53,8 mió.
kr. uppí 137,9 mió. kr. Ein
hækking á 84,1 mió. kr.
eftir fimm árum. Talið av
fulltíðarstørvum í landsum-
sitingini økist við rúkandi
ferð og er nú komið upp á
330 heiltíðarstørv. Sam-
stundis verður játtanin til
strandferðsluna
og
til
siglingina um Leirvíksfjørð
skerd tí vit skulu spara.
Hvar er logikkurin og hvar
eru tey gyltu vallyftini hjá
Jógvani við Keldu, Heina
O. Heinesen og Jákupi
Mikkelsen ?
Framtíðarloysnin
er
sjálvandi fast samband um
Leirvíksfjørð við einum
undirsjóvar-tunnli. Men vit
eiga at síggja í eyguni, at
hesin gerst ikki veruleiki
fyrr enn í 2006, og spurn-
ingurin er so, hvussu vit
kunnu nøkta flutningstørv-
in um fjørðin hesi trý árini.
Við verandi ferðaætlan og
verandi játtan á fíggjar-
lógini kunnu Dúgvan og
Sam ikki nøkta henda tørv.
Fyri umleið tveimum árum
síðani, fingu vit at vita frá
landsstýrismanninum
í
vinnumálum, at strand-
ferðslan kundi fáa eitt skip
til keyps, sum var millum
fimm og 10 ára gamalt.
Keypsprísurin var millum
25 og 30 mió. kr. Og til
støddar var skipið ímillum
Ternuna og Dúgvuna.
Hetta vildi verið eitt
hóskandi skip at røkt Leir-
víksfjarðarleiðini
saman
við Dúgvuni. Undirritaði
sett beinanvegin fram upp-
skot um at játta strand-
ferðsluni 30 mió. kr. til
keypa av hesum skipi.
Hetta varð gjørt við broyt-
ingaruppskoti til eina eyka-
játtanarlóg, sum varð við-
gjørd í fíggjarnevndini tá,
men uppskotið vann ikki
frama. Seinni havi eg
endurtikið sama uppskotið,
men við sama vánaliga
úrslitið, tí samgongan vildi
ikki játta tann neyðuga
peningin, heldur ikki norð-
oyatingmenninir í sam-
gonguni, Jógvan við Keldu,
Heini O. Heinesen og Ják-
up Mikkelsen. Men tá tað
snýr seg um at játta stórar
upphæddir til aðalmálaráð-
ini í Havn eru "ingen
smalle steder".
Tað ljóðar heilt ótrúligt,
tá vit nú hoyra fjølmiðlarnir
bera tíðindi um, at norðoya-
tingmenninir arbeiða við at
loysa trupulleikan, sum
valdar á Leirvíksfjarðar-
leiðini. Hetta eru júst somu
tingmenn, sum hava skapt
henda trupulleika, við at
skerja játtanina til strand-
ferðsluna við 7,5 mió. kr.
Undirritaði
hevur
ongi
arbeiðsboð fingið. Men eg
var heldur ikki við, tá
játtanin til strandferðsluna
varð skerd; teir, ið stóðu
aftan fyri skerjingina, vóru
m. a. Jógvan við Keldu,
Heini O. Heinesen og
Jákup Mikkelsen.
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, um Leirvíksfjarðarleiðina:
Samgonguumboðini hava sjálvi skapt
trupulleikan
Heri Mohr
"…. Tolin trívst, plaga vit at
taka til, tá ið eitthvørt
dregur út, ella okkara tol av
avísumorsøkum skal standa
sína roynd. Um nakrar dag-
ar hevur tú verið har á
sjúkrahúsinum í tveir mán-
aðar, og hóast bæði tú og eg
og børnini eru við góðum
toli, so er saknurin stórur,
og stundum kennast dagar-
nir so tómir. Eg haldi, at
lítli beiggi so smátt er givin
við at spyrja: nær kemur
babba heim? – Men í tínum
seinasta brævi, sum eg fekk
í gjár, ert tú lættur og bjart-
skygdur, tí yvirlæknin við
serkunnleika í tínari sjúku
hevur uggað teg við, at tín
sálarstyrki, títt góða sinna-
lag og dugnalig sjúkrahús-
hjálp gera sítt til, at tú um
nakrar vikur aftur er heima
saman við okkum, og at tú
um einar 2 til 3 mánaðar
leggur frá landi at troyta
mið og grunnar, sum er títt
hálva lív.
Um eg hevði torað at
flogið, vildi eg komið niður
til tín beinanvegin, men
sum tú veist, so eri eg so
býttislig ikki at hava álit á
flúgvingini, av tí at útbygg-
ingin av flogvøllinum, sum
skuldi verið gjørd fyri fleiri
árum síðan, ikki er gjørd,
og tólini til endamálið hava
ligið øll hesi árini óútpakk-
að í onkum pakkhúsi, og
mær er fortalt, at einki fer
at verða útbygt ella gjørt
við flogtrygdina, tí at loys-
ingarmenn ella teirra poli-
tikkur er orsøkin til óskilið.
Hvat fara teir at siga –
Hann straffi mín munn –
tann dagin ólukkan er hend.
Mær er fortalt, at meira enn
100.000 fólk ferðast um
flogvøllin um árið. Tað var
ikki meira enn sjálvsagt, at
landsstýrismaðurin
við
flogferðslu
um
hendi
greiddi okkum frá hesum
álvarsmáli. Og álvaratos
góði Jógvan, eg vildi ikki
verið hann. Eg havi í dag
bílagt mær pláss við nýggju
"Norrønu" um einar 3 vik-
ur, tí tá koma eg og lítli
beiggi niður at vitja teg, og
vit verða saman við tær í
eina heila viku. Eg gleði
meg ómetaligt.
Tíðin fellur mær long
serliga náttin, tí svøvngáv-
urnar eru ikki so góðar,
sum tær hava verið. Men
hetta hevur tó tann fyrimun,
at tá friður er undir lonini,,
og alt arbeiðið er fingið frá
hondum, kann eg sita ofta
út á náttina og lesa. Allar
tínar bøkur, sum eg í mong
ár ikki havi haft stundir at
lesa, eri eg so smátt farin at
blaða í. Í løtuni lesi eg tann
russaran, sum tær dámar so
væl, og hóast hann er tung-
ur og krevur umhugsan, so
gerast torskildu orðini so
livandi og sonn. Hann
skrivar einastaðni nakað
soleiðis, (tú hevur óivað
lisið bókina fyri langt síð-
ani, og tær líkt hevur tú
kanska lisið hana meira enn
einaferð):
"Okkara samfelagspoli-
tikkur manglar haldgóð
fundamentir, sum eru neyð-
ug til andaligan og handa-
ligan tryggleika, ið gevur
mannsømiliga tilveru hjá
øllum, sum í hesum landi
búgva. Okkum tørvar aðrar
tónar og onnur orð, ikki um
nýggjar samfelagsteoriir,
ideologiir og trúfrøði men
orð og tónar, sum avdúka
stirðnaðar
og
óektaðar
religiøsar trúarlærur og
allar ideologiir sum iva-
samar. Hesi nýggju orð og
tónar koma ikki ítøkiliga til
sjóndar, tey verða ikki søgd
beinleiðis, men gera vart
við seg sum ósagdir pá-
standir um, at uttan at sýna
hvør øðrum virðing verður
lívið marra og líðing við
øvund, illgitingum, hat og
girnd."
Bert 40 ár eftir at bókin,
sum eg siti og lesi, kom út,
varð Russland díkt undir og
fólkið niðurbundið av eini
fanatiskari rørslu við støði í
nationalismu, sum í 70 ár
kostaði ótaldar milliónir av
fólkum lívið.
Góði Jákup, eg eri so
býtt, men hvussu heldur tú,
tað fer at síggja út í Føroy-
um um nøkur ár. Vit hava
nú í longri tíð hoyrt enda-
leyst tos um framburð og
frælsi, um sjálvberandi bú-
skap, um og-so-víðari-pa-
tentloysnir og mannmink-
andi tiradir um danska ol-
mussu til sjúk, gomul,
avlamin og ung lesandi. Er
hesin orðvavstur og hendan
eyðmýking av flest øllum
føroyskum heimum støðið.
ið vit og okkara børn skulu
byggja á? Hetta ger meg í
ørviti og ótrygga, tí um er
tað so galið, sum hesir
fólkavaldu pota í okkum
dag og dagliga, og her
hugsi eg serliga um sjúkra-
hjálpina til tín á sjúkrahúsi í
Keypmannahavn
og
til
lesturin hjá Jákupi á uni-
versitetinum í Aarhus, at vit
fáa olmussuhjálp úr Dan-
mark, so er tað betri at bæði
tú og sonurin koma heim
sum skjótast. Vit kunnu so
trálesa bókina hjá Eiðis
lækna um gomul føroysk
heimaráð, og kanska har
finna tíni sjúkaeyðkenni og
soleiðis
fáa
heilsubót.
Jákup má so fáa sær eitt og
hvørt arbeiði at liva av, tí
tann
útbúgvingin,
sum
hann ætlaði sær at fáa í
Aarhus, ikki fæst í Føroy-
um. Ja, Jógvan, nú fór blóð-
trýstið í so høgt upp.
Tað gongst væl við les-
ingini hjá lítla beiggja. Nú
ein dagin sat hann so huga-
góður og stavaði seg ígjøg-
num ævintýrið hjá H. C.
Andersen, "Nýggi búni
keisarans". Eg kom tá at
hugsa um okkara oljumála-
ráð við ráðharra, embætis-
fólkum og starvsfólkum,
sum í 5 ár hava arbeitt við
ongari olju. Hetta átti at
komið í Guinnessbókina.
Men kanska fara øll hesi
fólk ein skjønnan dag at
hoyra eitt lítið barn siga:
"Pápi, ráðharrin er nakin"?
Og Harrin viti, hvussu
nógvar 100-tals milliónir
tað hevur kostað okkum
skattaborgarum at spæla
oljusjeikadømi.
Í einum av mínum brøv-
um fortaldi eg tær um løg-
tingsmann, sum er av teirri
áskoðan, at ein kiosk átti
sín leiklut, tá ð skriðibakk-
in leyp, og vit øll endaðu á
blámanum orsakað av løg-
tingslógum við ongari um-
siting og umsiting við ong-
um løgtingslógum. Nú er
hesin sami maðurin aftur í
bløðunum íblástur við po-
litiskari
skizofreni
og
paranoia. Eg sendi tær sum
avtalað
bløðini
hvønn
leygardag, so kanst tú sjálv-
ur lesa greinina.
Eitt kvøldið hevði lítli
beiggi og 3 aðrir smá-
dreingir verið á seiðabergi
á Skarvhellu, og teir komu
aftur við 22 stórum seiðum,
tveimum berggyltum og
einum stórum reyðfiski,
tað var ikki meira enn, at
teir knógvaðu fongin til
hús. Hetta kvøldið fingu vit
stoktan seið, breyð og
seiðalivur. Ja, nú rennur úr
tonnunum, kann eg ætla.
Góði Jógvan, nú er song-
artíð, farið er um miðunátt,
og ikki mugu vit falla í fátt,
tí nú er niðurteljingin, tá ið
farið verður umborð á
nýggju Norrønu "bound
for" Ríkishospitalið, byrj-
að.
Eg gleði meg!!"
Kærar heilsur frá
okkum 5, kona tín
Brot úr brævi (II)
VIÐMERKINGAR
Hallur Hjalgrímsson
Ikki er tað ofta, at eg komi
úr songini á morgni, fái
mær kaffi, seti meg at lurta
eftir Útvarpi Føroya, og
síðani fái marruna. Vanligt
er jú, at um man fær marr-
una, ja so er tað sum oftast
áðrenn man fer úr songini.
Men Mikumorgunin 26.03.
var tað altso øvugt.
Eg sat framman fyri
telduni kannaði postin og
annars bara nýtti friðin.
Morgunsendingin var í
luftuni og alt var gott. Nú er
tað so, at morgunsendingin
hevur tað við at enda. Tað
skal hon jú, tí ikki hevði tað
verið stuttligt at hoyrt
morgunsendingina
allan
dagin. Men hendan morg-
unin hevði tað nokk verið
best, í øllum førum fyri
meg, um hon ikki endaði.
Útvarpsmaðurin segði:
Klokkan er 3 minuttir yvir
9 og nú kemur sendingin
"Føroyar í dag", Sigmar
Bláberg leggur til rættis.
HURRA! Norrøna
kemur! c",)
Lat meg siga alt fyri eitt, at
tað ikki var "Føroyar í dag",
ið nakað var galið við, men
tað var innihaldið, ið gav
mær kaldasveitta.
Norrøna kemur! Øll eru
so glað, spent, rørd og ikki
minst stolt. Alt gott um tað,
men eg fekk marruna,
kaldasveitta, og ikki at
gloyma, eg setti kaffi í
hálsin.
Innihaldið í sendingini
hendan morgunin, var um
tað ferðslukaos, ið fer at
standast av, at nýggja
Norrøna um stutta tíð fer í
fasta sigling.
Eg havi sagt fyrr, at
ferðsluruðuleikin longu nú
er veruleiki. Og tað sær
ikki út til, at støðan fer at
batna, tá ið "ferjan mikla"
kemur á Havnina fyrstu
ferð, nú 10´inda í næsta
mánaði. Og eg má siga, at
útlitini eru ræðandi. Fólk
vóru beinleiðis rádd til at
halda seg burtur frá keiøki-
num, ímeðan Norrøna var í
nánd. Hvat er tað fyri
nakað? Er tað veruliga
meiningin, at vanlig fólk
ikki kunnu nærkast keiini,
tá ið Norrøna liggur har?
Politiið veit heldur ikki
síni livandi ráð!
Tosað varð við fleiri fólk,
ið á ymiskan hátt skuldu
syrgja fyri, at ferðslan
skuldi ganga so væl sum
gjørligt. Har varð greitt frá,
at teir, ið stóðu fyri arbeið-
inum at út byggja Tórs-
havnar havn, soleiðis at
Norrøna kundi leggja at,
bert tóku hædd fyri tí
ferðsluruðuleika, ið vildi
taka seg upp niðri á Eystaru
bryggju, sum um at tað
hjálpir nakað uppá ferðsl-
una í restini av býnum.
Ein var tó, ið veruliga
lýsti støðuna soleiðis sum
hon er. Jón Klein Olsen,
vara
politiinspektørur.
Hann segði beinrakið, at
trupulleikin
ikki
bara
verður niðri á Eystaru
bryggju, har Norrøna skal
leggja
at,
men
eisini
aðrastaðni í býnum. Hann
vísti á, at politiið hevur sæð
tær kanningar og metingar,
ið gjørdar eru í sambandi
við útbyggingina av havna-
lagnum, og um eg skilti tað
rætt, so eru hesar kanningar
ikki rættuliga nakað, ið
politiið kann brúka. Tí um
teir skulu kunna fyrireika
seg best møguligt, so er
neyðugt við einari heildar-
mynd av ferðsluni í øllum
býnum.
Telefonsvararin hjá
Smyril line!
Eg má siga at, eg ikki fekk
navnið á talsmanninum hjá
Smyril line við, men tá ið
hann bleiv spurdur, um
Smyril line hevði tikið
hædd fyri tí ruðuleika, ið
fór at vera um allan býin,
hvørja ferð í Norrøna legði
at bryggju í Havn, fekk eg
ta fatan, at tað høvdu teir
ikki. Tó so, Smyril line
vildi vera við til at hjálpa
alt tað, ið teir kundu. Hann
greiddi frá, at Smyril line
fór at byrja eina tænastu,
har fólk kundu ringja inn til
ein tlf-svarara og har fáa
kunning um, nær Norrøna
væntandi var á Havnini og
nær hon fór avstað aftur.
Eg vil við hesum "takka"
Smyril line fyri teirra
vælvilja, men álvara tos,
meina tit veruliga, at hatta
er loysnin? Eg meini so í
øllum førum ikki, at tað er.
Hatta er eftir mínari metan
at leggja stein omaná
byrðu. Tí at tað, sum Smyril
line leggur upp til, er, at
Havna borgarar, hvørja
einastu ferð teir skulu út
um dyrnar, skulu ringja til
telefonsvararan hjá Smyril
line, fyri at kunna seg, um
tað man vera ráðiligt at seta
seg í bilin ella um best man
vera at bíða til Norrøna er
farin. Hvat tramin er mein-
ingin? Skulu vit,sum búgva
í Havn, nú vera slavir hjá
einum telefonsvarara hjá
Smyril line? Nei tit, um tit
vilja hjálpa, so flyta tit
atløgubryggjuna
á
eitt
annað og meira hóskandi
pláss! Eg veit ikki, hvussu
tað er við deplinum hjá
Hans Mortensen inni á
Sundi, men tað er so eitt
boð.
Hvussu er og ikki, so er
tað heilt ótrúliga løgið, at
ikki fleiri lata við seg
koma.
Spreingja Tinganes?
Røddir hava nú guð hjálpi
mær eisini verið frammi
um, at nesið, sum allir
rættir havnarborgarar eru
so stoltir av, skal spreingj-
ast burtur, so at betur pláss
verður hjá vinnulívinum at
búleikast á Eystaruvág.
Hvat sørin er galið við
fólki? Tit, ið bara hava
givið hesum tanka eitt lítið
pláss í tykkara huga ....
skamm fáið tykkum. Eg eri
vísur í, at verður Nesið
sprongt burtur, ja so er tað
ikki bara Nesið, ið fer í
luftina, men eg kann hugsa
mær,at tað vera eisini meira
enn ein borgari í Havnini,
ið ger tað sama.
Hvat við einum
borgarafelag?
Sjálvur haldi eg, at tíðin er
komin til, at vit borgarar í
Havn taka okkum saman í
eitt felag. Tí at tað er heilt
greitt, at vit verða ongantíð
spurd um nakað sum helst.
Heldur vera vit sperd.
Lat okkum taka tvey
dømi: Tá ið Strendur og
Runavíkin løgdu saman,
vórðu borgararnir í báðum
kommunum spurdir, við
eini fólkaatkvøðu. Men tá
ið Havnin og Kollafjørður
skuldu leggja saman, ja so
vóru tað bara fólk í Kolla-
firði, ið vórðu spurd. Ikki
tí, eg havi einki ímóti sam-
anlegging, men hví vórðu
vit í Havn ikki spurd?
Latið okkum tí við einum
felag taka okkum saman
fyri at verja okkara Havn,
ímóti gribbunum, ið vilja
køva hana.
Eg, marran, ÚF, Norrøna og Havnin!
C
M
Y
K
11
10