týsdagur 5. november 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fiskastovnarnir
og flotin
TAÐ var ikki sørt skelkandi at
hoyra ein royndan útróðrar-
mann úttala seg í sjónvarpin-
um fríggjakveldið. Sambært
útróðrarmanninum stendur
tað sera illa til við fiskastovn-
unum, og hetta merkja nú
serliga línumenn fylgjurnar
av. Teir fáa so gott sum einki,
hóast teir trároyna tær ann-
ars góðu fiskileiðirnar.
IKKI er tað hugaligt — í hes-
um ringu tíðum — nú aftrat at
skula frætta, at sjálvt tilveru-
grundarlagið — fiskastovnar-
nir — rillar. Vit hava brúkt tíð
og orku til at tosa um alt ann-
að enn støduna hjá fiska-
stovnunum. Og nú rakna vit
bráddliga við við kaldan
dreym: línubátarnir drepa ikki
livandi.
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
HETTA er eitt varskó til okk-
um øll, um tað ikki longu er
ov seint. Tá illa stendur til við
stovnunum eru tað línubátar-
nir, sum fyrst merkja hetta.
Síðani kemur hin parturin av
flotanum. Um tað stendur so
illa til sum útróðrarmaðurin
av Eiði vildi vera við, fer
Sosialurin at taka upp í grein-
um í blaðnum í dag og kom-
andi dagar.
MEÐAN grannar okkara ís-
lendingar í mong ár hava sett
rættiliga umfatandi tiltøk i
verk fyri at verja hóttar fiska-
stovnar, so hevur tað í Føroy-
um gingið beint »derudadk.
Hverja ferð fiskifrødingar eru
komnir við ávaringum, eru
teir antin tagdir í hel ella teir
eru gjørdir til dómadagspro-
fetar. Ja, okkurt skulu teir
liva av og so finna teir bara
upp á at gera støðuna so og
so ringa. Nakað soleiðis
skrivaði málgagnið hjá ver-
Útgevari: P/f Sosialurin Bústaður:
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent: P/F Pressan 1981 Teleton:
andi fiskimálaráðharra fyri
ikki so langari tíð síðani.
VÓNANDI eru tíðindini av
Eiði um støðuna hjá toskinum
ein áminning um, hvgnn veg
tað ber og ikki ein deyðadóm-
ur yvir henda fiskastovn. Nú
eiga so fiskifrødingar, fiski-
menn og okkara politikarar at
taka henda ålvarsama spurn-
ing til viðgerðar.
TÁ nomið verður við eitt mál
sum fiskastovnarnar undir
Føroyum, so eiga vit eisini at
viðgera spurningin, hvussu
okkara framtíðar floti skal
síggja út. Nógv hevur verið
sagt í seinastuni um, at vit
eiga at leggja okkum eftir at
góðska fiskin meira og/ella at
fáa fyrsta floks feskan fisk á
europeiska marknaðin. Men
her manglar so júst hetta við
samansetingini av flotanum í
tað kjakið. Hvørji skipasløg
skulu vit leggja okkum eftir
110 Tórshavn
Telefax: 14720
fyri at fåa optimalt burtur år
fiskinum! Í hvussu stóran
mun skulu vit útbyggja línu-
flotan fyri at liva upp til krgv-
ini og ynskini um at brúka
fyrsta floks fisk til okkara
dýrastu liðugvgrur, og hvønn
leiklut skal trolaraflotin hava í
framtíðar | veiðimynstrinum
og framleiðsluni.
SPURNINGAR okkara til
landsins myndugleikar eru tí
hesir: hvussu álvarsama meta
tit støðuna vera hjá fiska-
stovnunum, og hvørji tiltøk
fara tit at seta i verk til tess at
tryggja stovnarnar! Og:
hvussu ætla tit, at framtidar
fiskifloti okkara skal vera
samansettur! Nú verður so
áhugavert at vita, hvat okk-
ara fiskifrgðingar hava at siga
um støduna hjá fiskastovnun-
um. Hetta fáa lesararnir vón-
andi meira at vita um í blað-
num í vikuni.
Dagblað og
Miðeystur
Dagblaðið halgar Mið-
Blaðið dylur ikki sína
stóðu til spurningin um
frið í Miðeystri. Blaðið
tekur 100% undir við
øllum tí, sum ísraelska
hegrastjórnin stendur fyri
og metir alt, sum hevur
við palestinar og arabar at
gera vera tann reina
tramanskap. Sambart
blaðnum eru øll, sum seta
spurnartekin við
politikkin hjá ísraelsku
høgrastjørnini, rasistisk
og antisemittisk. Blaðið
leggur eftir ST. Løgid at
Dagblaðið ikki nevnir
hvørki USA og Ongland.
Báðir uttan-
ríkisráðharrarnir, sum
Dagblaðið annars trúliga
hevur brúkt, tá tað hevur
snúð seg um at vera ímóti
sosialistum, kommunist-
um 0.g, verða ikki
nevndir við einum orði.
Og tað er kanska heldur
ikki so løgid, tí nú passa
meiningar teirra bráddliga
ikki inn í krammið hjá
Dagblaðnum og politiska
ritstjóra tess. Men lat
okkum fyri ordans skyld
siga lesarunum frá, at júst
Baker og Hurd hava
harðliga átalað Ísrael fyri
framhaldandi bú-
setingarpolitikk tess í
teimum hersettu gkjunum.
Men tað mugu lesarar
blaðsins ikki fáa at vita.
Men tíbetur kunnu
lesararnir av Dagblaðnum
í dag fáa eina rættiliga
sakliga og breiða
upplýsing um
viðurskiftini í Miðeystri
við at lurta eftir frálíku
sendinginum hjá BBC.
Tøkk til teir, sum syrgdu
fyri, at í hvussu er
havnarfólk sleppu at
síggja BBC yvir
felagsparabolin. Einoygda
propagandaiin í Dag-
blaðið verður tá púra fyri
ongum.
Tað er ov bíligt og
barnsligt fyri ikki at siga
tápuligt og vamlisligt so
flott at skýra øll, sum
hava atfinningar móti
politikkinum hjá stjórnini
í Ísrael fyri rasistar og
antisemittar. Tá eru
leiðarnir í USA og
Bretlandi, flestu
limalondini í ST tað
eisini. Og hetta er jú gagg.
Sjálvandi skuiu
føroyingar hava loyvi til
at vera góðir við Israel og
virða landið og fólkið.
Men harfrá og so til at
binda bind fyri síni egnu
egnu og oyru og loka úti
alla sakliga upplýsing er
eitt sera langt lop.
Álvaratos. Latið okkum
fáa nøkur ting uppá pláss.
Flestu av okkum fegn-
aðust um, tá ST við USA
og Onglandi á odda,
tvingaðu Saddam Hussein
úr Kuwait. At nú ST og
somu lond vilja brúka
sama principp mótvegis
Ísrael - her verður sipað
til tey hersettu gkini - tað
kann ikki vera annað enn
nátúrligt og rætt. Ísraelar
hava fingið sítt land, men
harfyri hava teir ikki rætt
til at nokta palestinum
rættin til land ella at
tvíhalda um gki, teir hava
hersett. Palestinar eru
annað enn yvirgangs-
kroppar í PLO. Nettup at
tað ikki eru harðrendir
PLO-talsmenn, sum eru
við á fridarrådstevnuni í
Madrid vísir, at palestinar
vilja vísa sín góða vilja: at
fáa frið við Ísrael, og
haraftrat at fáa aftur rættin
til sítt land. Fyrr enn
Ísrael viðurkennir rættin
hjá palestinum og fyrrenn
landið gevst við búseting-
arpolitikkinum og tekur
seg aftur av hersettu gkj-
unum, verður eingin var-
andi friðarloysn í Mið-
eystri. Hesum kunnu
hvørki israelar ella grann-
ar tess liva vid. Tad, sum
fsrael f dag tørvar, er ein
meira hóvlig stjórn, sum
kann fáa nakað ítgkiligt
burtur úr við at tosa við
hóvlig umboð fyri pale-
stinar.
Tá so Dagblaðið skriv-
ar, at okkara miðlar mið-
víst mála eina svarta
mynd av israelum og lika
so bjarta mynd av arab-
isku búrkroppunum, so
vilja vit enn einaferð vísa
lesarum Dagblaðsins og
fyri tað okkara til frálíku
sendingarnar í BBC.
vo /4
= TILL.
El-trukkar 1-4 tons
Diesel trukkar
El-stáplarar
Lyftivognar
Útgerð, eykalutir
og tænasta
=.Kaj Andreasen
Akranesgeta 5 ku
Tlf. 15600
Prestar og blød
Prestarnir og trúðboðar-
arnir hjá Heimamissión-
ini í Suðuroynni eru
farnir undir at geva út
eitt blað. Sambart Dag-
blaðnum í gjár er
ætlanin ikki, at blaðið
skal vera nakað
kjakforum, men tað skal
vera við til at fáa tættari
tilknýti millum kirkjuna
og kirkjufólkið. Alt gott
um hetta og vónandi er
nýggja tiltakið
kærkomið. Men tá sagt
verður, at blaðið ikki
skal vera nakað kjak-
forum, so fær hetta
nakrar klokkur at ringja.
Nevniliga tær hví prestar
og prædikumenn skulu
vera SO varnir at geva
sitt ikast til
samfelagskjakið annars.
Hesi góðu fólk, sum eru
so væl skorin fyri
tungubandið - og sum
hava eina so lívsjáttandi
og stóra útbúgving, hví
kunnu tey ikki eisini
taka lut í samfelags-
kjakinum. Hetta okkara
hjartasuff hevur ikki
beinleiðis nakað við
umrødd blad at gera,
men tá tað verður nevnt,
Sø
at tad ikki er ætlad sum
kjakforum, so verdur her
nomið vid ein sera týð-
andi og kanska oftani
eyman spurning: hví
prestar ongantíð kunnu
siga sína hjartans hugsan
um ymisk viðurskifti í
samfelagnum. Hetta áttu
teir at gjørt í bæði i
prædikkum sínum í
nógv stórri mun enn i
dag, og hetta áttu teir
eisini at gjørt í tí
gerandis orðaskiftinum,
sum er í fjølmidlunum
og aðrastaðni. Vit ynskja
umrødda blað góða
eydnu, men vilja um
somu tíð eftirlýsa eini
meiri virknari presta-
stætt, tá tá snýr seg um
at vera ein livandi og
mennandi partur av tí
almenna kjakinum, bæði
innan kirkjugátt og utt-
anfyri.