Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

… Nr. 205 — 5. november 1997 Avgerðin hj »Fyri meg er eingin ivi um hetta mál, og tað undrar meg, at Líkningarráðið ikki hevur tveitt svørdid fyri langari tíð síðani. Skal Líkningarráðið lasta Mal- uni Vilhelm fyri, at Líkn- ingarráðið og bygdaráðið í Kunoy - tveir almennir myndugleikar - ikki kunnu koma ásamt, so eru vit óluksáliga langt úti!<. =Yvirlegið< So bersøgin var Jógvan Andreasen, sorinskrivari, tá hann skuldi meta um “tað yvirlegna svarið" sum Líkningarráðið hevði givið Maluni Vilhelm, festara í Kunoy; Líkningarráðið hevur í fleiri ár noktað fyri at skatta Maluna Vilhelm fyri seg, men hevur flutt inntøku hennara av gardin- um yvir å mannin. Hóast bygdaráðið hevði svarað Líkningarráðnum, at Malan Vilhelm sjálv røkti garðin, so hevði ráðið kortini latið mann hennara skattað av inntgkuni av garðinum. - Tað vil siga, at man veit betri í Havn, hvat hendir í Kunoy enn mynd- ugleikarnir í Kunoy, stað- festi Bjórn á Heygum spískt og vildi hava at vita, hvat tað so var, ið Líkn- ingarráðið bygdi sína av- gerð á. Hvat byggja tit á? Í hesum viðfangi kom fram, at avgerðin bygdi á eitt rundskriv frá 1978 við- víkjandi konum í sjálv- stødugari vinnu, ið vísir til núverandi grein 4 stykki 2 í skattalógini. Manna- gongdin var og er at ganga út frå, at konufólk er ikki ført fyri at reka ein bónda- garð sjálv. - Hetta er einki annað enn fasthaldan av eini gamlari, avoldaðari skipan, segði Bjórn á Heygum, ið helt, at meinti Líkning- arráðið, at festarin ikki rak garðin, so var tað tess upp- gáva at prógva tað. I Føroya Rætti greiddi Malan Vilhelm frá, at hon sjálv stendur fyri gllum arbeiðnum á garðinum. Treyðugt so: eins og mannligir festarar, so fær hon ein dugna frá mannin- um, soninum, fjallmonnum og røktingarmonnum. Hevdi ikki gjørt vart vid seg! - Men uttanhysis-hjålpin fær øll samsyning fyri tað arbeiðið, ið verður gjørt, segði Malan Vilhelm í síni frágreiðing ul rættin í gjár. Bjórn á Heygum, ið førdi málið fyri kunoy- arfestaran, vísti á, at maður hennara eisini hevdi eitt fulltíðararbeiði, sum hann als ikki hevði kunna rgkt, skuldi hann eisini rgkt garðin fyri konuna. Julianna Klett, advok- atur fyri Líkningaráðið, segði, at tað var ikki ein spurningur um konufólk ella ikki, men ein spurn- ingur um, hvat lógin segði. Julianna Klett vísti á, at tað var ikki nóg mikið, at Malan Vilhelm var festari: hon mátti sjálv gera vart við, at talan var um sjålvstødugt virksemi. Tað hevði hon ikki gjørt: hon ikki hevði sent inn sjálv- stødugan roknskap fyri garðin fyri at prógva, at hon hevði sjålvstødugt virki, og hon hevði hvorki mótmælt álíkningini skriv- liga til ráðið ella kært hana til landsskattanevndina. Ber bara kaffi! - Og viðvíkjandi spurning- inum, hvør tað er, sum ger arbeiðið á garðinum, so hava vit bara hoyrt um, hvat onnur gera. Tað ein- asta vit hava fingið at vita um arbeiðið hjá Maluni Vilhelm er, at hon ber monnunum kaffi á rættina, Síða 3 já Líkningarráðnum um kvinnuliga festaran í Kunoy | SÓPAÐ AV BORÐINUM $ 4. Giftur maður verður skattaður av all- ari inntøku síni og inntøku konu sinari, tå andi, um bæði maður og kona eru skatt- skyldug her í landinum eftir 1. 8. 2. stk. Kona, sum samskattað er við mannin, 7 sett í skatt fyri seg av teimum inntøkun? - LER eru undir a), b) og c): etta er tó D rt gald- a) sjålvstødugum virki ella vinnu uttan rn VINNU og VIFKI mansins SISS b) avlamis- og fólkapensjón, eftirløn, ar- beiðsloysisstuðli, peningi, c) uppihaldspeningi, gávum, samsýningum o.tl. sjåkraløn og dag- haldi, studningi, , sum bert verður veitt henni, og sum ikki verður latið av manni hennara, sum hoh býr saman við. tá teir koma aftur av fjalli, segði Julianna Klett. Men sama gjørði. Sorin- skrivarin legði dent á, at Líkningarráðið ongantíð hevði innkallað festaran um hesi viðurskifti og kundi tískil ikki taka sær rætt til uttan víðari at skúgva úttalilsið frá lokalu myndugleikunum frá sær. Ikki ókent - Fyri at kvinnuligur festari skal kunna skattast av sjålvstødugum virki, er tað ikki ein fortreyt, at hon kropsliga ger arbeiðið. Spurningurin er, um hon rekur garðin ella ikki, har- undir ein spurningur um, hvørt hon samsýnir fyri arbeiðið, ið gjørt verður, segði Jógvan H. Andrea- sen, ið helt tað verða burturvið at pástanda, at konufólk ikki kunnu reka ein garð. - Tað hava kvinnur í Føroyum gjørt i øldir og tad kenni eg frå minum egna umhvørvi, segdi sori- nskrivarin. ówh Nýggir lestrar- vegleiðarar Fríggjadagin fingu 15 lestrarvegleiðarar á mið- námsútbúgvinum prógv frá skeiði, sum Lands- skúlafyrisitingin hevur staðið fyri. Skeiðið, sum byrjaði í 1988, hevur verið fimm ferðir eina viku. Aftast frá vinstru: Terji á Lakjuni, Róland í Skorini, Hans Andreas Joensen, Bjórg Róin, Jákup Eyðun Joensen, Jákup Stróm og Bo Jórgensen. Fremst frá vinstru: Bozena Rasmussen, Mina Reinert, Inger Fló Jørgen- sen, Egon Øregaard, Hol- ger Arnbjerg, Eyðgunn Samuelsen, Ingun Winther Olsen og Tummas í Dali.