týsdagur 5. november 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Skráseting
sum amboð
Mikukvóldið kl. 20. fer Pál
Weihe, yvirlækni, at
halda
fyrilestur í Nóatúni um at skrá-
seta heilsuviðurskifti á teldu
r
Pål Weihe, yvirlækni å
arbeidsmeidsmedisnari,
fer i almenna fyrilestri
sínum mikukvøldid í
Nóatuni at geriða frá,
hví hann heldur, at
sjúkrahúsverkið skal
skal skráseta meira á
teldu
Ávís måtstøda hevur verið
millum læknar og leikfólk
móti at skráseta upplýsingar
um sjúklingar á teldu.
Summi hava ført fram, at
hetta forðar fyri, at sjúkl-
ingarnir kunnu ver ano-
nymir.
Men Pál Weihe, yvir-
lækni á deildini fyri arbeiðs-
og almannaheilsu, hevur
aðra fatan. Hann heldur, at
slík skráseting tænir bæði
læknavísindaligari gransk-
ing og fyrisitingini, tí við
teldum ber til at halda skil á
og kanna tað ógvuliga stóra
tilfar, sum starvsfólk i
heilsuverkinum dagliga
framleiða, um heilsuviður-
skifti.
- Uttan teldur tekur hetta
arbeiði so nógva tíð, at tað
ofta ikki verður gjørt. Tað r
spell, tí væl kundi tað hent,
at okkurt serstakt heilsu-
fyribrigdi fanst hjá før-
oyingum, sum hava bú-
leikast her rættiliga av-
byrgdir frá umheiminum,
og sum hava havt serlig
lívskor, sigur Pál Weihe.
Pál Weihe sigur, at tá
Fróðskaparsetrið heitti á
hann um at halda fyrilestur
um telduskráseting í heilsu-
verkinum, kundi hann ikki
annað enn játta, tí hann
kendi ábrygd av ti skrå-
seting, sum so smått er byrj-
að.
Pál Weihe leggur íkki
fingrarnar ímillum at hann
er fyri at skráseta á teldu, tí
skråsetingin er hent arbeids-
amboð í sjúkrahúsverki-
num. Skrásetingin skal bara
haldast innan fyri teir
karmar, sum lógin um al-
mennar skráir setur, og vit
Skulu hava eitt væl virkandi
skrásetingareftirlit, heldur
Pál Weihe.
P-talið
Ikki er loyvt at nýta p-taið í
skrásetingini. Tað hevði
verið betri, heldur Pál
Weihe, tí sjúklingarnir eru
væl torfgrari at kenna aftur,
tá teir verða skrásettir undir
einum tali enn undir navni.
- Skrásetingin hevur einki
atgera við at fáa at vita, hvat
ávísum persóni bagir. Skrá-
setingin kann meira nýtast
fyri at fáa meira at vita um
heilsuvidurskiftini í land-
inum. Sum arbeidsmedi-
sinari hevði eg hildið tað
verið gott at kunna fingið
upplýingar um t.d. ryggja-
skaðar, sum eftir míni fatan
er størsti heilustrupulleikin
hjå føroyingum. At kunnad
sæd, hvørjar trupuleikar i
åvisum yrkjum hava o.a. Vit
vilja ikki skråseta fyri at
sneyta men fyri at fåa upp-
lysingar um heilsuvidur-
skiftini sum heild samfel-
agsiliga, sigur Pål Weihe.
Heilsuverkid skråsetir i
vanligum journalum hópin
av upplýsingum um ein-
staklingar, men her verdur
nógv minni parturin í mun
til grannalondini lagdur inn
á teldu. Norðurlond er
annars sera frammaliga, og
onnur lond misunna teimum
hetta. Í Týsklandi ber einki
til, og nú er vandi fyri, at tað |
fer at koma EF-boð, sum
hava týsku lógina sum
fyrimynd.
Pál Weihe ætlar at tosa
aftur og fram um alt hetta,
hvør skráseting er her í
muntil aðrastaðni, fyrimun-
ir og vansar vid skråseting,
og hvussu hann kundi
hugsað sær skrásetingina í
Føroyum.
- Men eg haldi ikki fyri-
lesturin sum læknastjøri
men sum privatpers6nur og
fakmaður, sigur hann.
randi
Nr. 205 — 5. november 1991
A TN ng 0Í Í
Kristina, Jon-Erik, Merete og Karsten, sum koma úr framhaldsskúla í Oslo, exu væl nøgd við vitjanina í Føroyum, sjålvt
um tiltakið kundi verið betur fyrireikað
Strangari í Noregi
|- Vit koma higar fyri at læra um Føroyar, siga norsku ungfólkini
Jon-Erik, Kristina, Merete og Karsten, sum í tríggjar vikur skulu
ganga í studentaskúlanum í Hoydølum
Mánadagin 21. oktober
komu fýra norskir 16 og 17
ára gamlir skúlanæmingar
til Føroya. Her skulu tey
verða til 11. november.
Hesi fýra eru tey útvaldu,
sum í ár fingu høvi at koma
gjøgnum norðurlednsku
Nord Plus Junior skipanina
til Føroya. Nord Plus Junior
er eitt royndartiltak, sum
Norðurlendski Rådharra-
stovnurin figgjar. Nord Plus
Junior er fyri aðru ferð í år,
og fyribils er samtykt at
hava tiltakið fram til 1993.
Endamálið er at geva ung-
| dómi møguleikan at seta
| seg imn í vidurskiftini í
gørum norðurlandi.
Í fjør vóru fýra føroyskir
skúlaungdómar í Íslandi, og
íslendingar í Føroyum.
Samstundis sum tey fýra
eru komin úr Noregi, eru
fýra føoingar í Noregi.
Merete, Jon-Erik, Kar-
sten og Kristina ganga øll í
framhaldsskúla í Olso.
Meðan tey eru í Føroyum
gangatey ávikavist í 1.og 2.
g í Hoydglum.
Teimum fýra dámar væl í
Føroyum. Floksfelagarnir
tóku væl ímóti teimum, og
eingin teirra hevur kett seg á
vitjanini.
Men sum skilst, er tiltakið
heldur illa fyrireikað. Hvør
so ábyrgdina av tí.
Tá tey komu til Føroya,
vóru tey ikki greið yvir, at
flogvøllurin lá so langt frá
Havnini, hagar tey skuldu.
Tíbetur vóru vertsfólkini
hjá einum teirra komin á
flogvgllin at taka ímóti, og
hesi kundu so siga teimum,
at tey skuldu fara við bussi
til havnar, har hini verts-
fólkini stóð til reiðar at taka
ímóti.
Og tá tey komu í Hoy-
dalar, var onkur lærari, sum
als ikki visti, at norskir
næmingar skuldu koma i
flokkin at ganga i tríggjar
vikur.
Tey fýra eru kortini væl
nøgd, sjålvt um tað hevi
verid betri at verid betur
fyrireikad.
Væl måttikin
Men væl gekk at falla ul í
Hoydglum. Útlendingar,
sum koma higar at ganga í
skúla, hava ein trupuleika,
sum føroyingar ikki hava, tá
teir fara til Noregs, Sørikis
ella Danmarkar, nevniliga
málið. Men floksfelagarnir
í Hoydglum hava verið
beinasamir og hava hesar
dagarnar tosa danskt í tím-
unum, so tey eisini kunnu
fáa nakað við í undirvísing-
ini. Tey hava fylgt undir-
vísingini í teimum flestu
tímunum, men onkrir tímar
-€ru, sum ikki siga teimum
nakað. Tá plaga tey at lesa
uppá tað, tey missa við at
vera burtur frá skúlanum í
Oslo.
Strangari í Oslo
Skúlin her er nógv ødrvisi
enn í Oslo, halda tey. Taðer
nógv strangari hjá teimum í
Oslo. Har ber t.d. ikki til at
koma dreivandi ov seint í
skúla. Men okkurt er betri
her. Eftir teirra tykki tosa
lærarar og næmingar fríari
saman her, sjálvt um tað
kann vera ymist frá lærara
til lærara. Tey halda annars
ikki, at nógv verður gjørt
her við at diskutera. Tað eru
tey von heimanifrá.
Taðer eitt sindur avmark-
að, hvcat tey hava upplivað
út yvir skúlagongina i
Hoydølum. Tey hava verið í
Kirkjubø, ein hevur verið í
Saksun, og ein á Sandi, har
tey høvdu flet. Tað hevur
alt verið saman við teimum,
sum tey búgva hjá.
Um kveldið plaga tey
fýra at vera saman. Lítið og
einki hava tey verið í
býnum saman við føroysku
floksfeløgunum. Tey hava
verið til konsertir í Norð-
urlandahúsinum, men lítið
er at fara til í býnum, halda
ley, so ofta hava tey bara
sitið heima og prátað, sæð
onkran videofilmar.
Ein av vertsfamiljunum
hevur syrgt fyri, at tey fáa
høvi at hitta Maritu Peter-
sen, landsstýriskvinnu i
skúlamálum.
- Tað hevði veri betri, um
onkur skrå var løgd, so vit
fingu meira at vita og lærdu
meira um landið. Men tað
bilar kortini ikki. Tað ræður
bara um at vera opin og
sjálv taka sær um reiggj fyri
at læra nakað, halda tey.
Annars halda tey tað vera
eitt sindur harmiligt, at
føroysku skúlaungdómar-
nir eru íi Noregi, meðan tey
eru her. Tað hevði verið
betri, um føroyingamnir
kundu farið til Noregs, tá
tey fara heim aftur, tí so
kundu tey lært meira av
hvørjum ødrum.
Men saman um tikid eru
tey nøgd vid vitjanina. Tað
verður óivað eitt tak at faa
floksfelagarnar í Oslo aftur
í skúlatingum, tí tey hava
mist nakað við at vera
burturi. Men so hava tey
lært nakað annað í staðin.
Og tað fara tey at siga frá í
skúlanum, har tey skulu
halda fyrilestur og vísa
myndir, tá tey í næstu viku
koma aftur í sína vanligu
skúlagongd.
randi