Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 205 — 5. november 1991 Fiskaarbeiði í Hesti Enn hava vit ikki boðið á uppboði --Og lítil fiskur kemur á land í løtuni, sigur Hans Jacob Niclasen Hestbygd er ein kend útróðrabygd og gjøgnum gldir hava hestmenn rgkt miðini. Bygdin liggur væl fyri og stutt er at sigla bæði eystur og vestur á fiskimiðini. Men hóast miðsavnan og stór flaka- virkir hevur hetta ikki órógvað hestmenn, teir avreiða framvegis í bygd- ini. Og kjarnan í øllum vinnuliga bygdalívinum í Hesti er gamla fyritøkan Fa. H.J. Niclasen, sum keypir tað ein kann selja í Hesti og selur tað ein hevur brúk fyri. Frá skinnum til stóran tosk. Ræstur fiskur Ræsti fiskurin úr Hesti er kendur um alt landið. Og fiskurin er ein tíðandi táttur í fiska- framleiðsluni í Hesti. Vit hanga allan fiskin undir 60 sentimetrar upp. Fiskurin verður vaskaður og greipaður og síðan hanga vit hann upp á turkiløgum norðanfyri bygdina, sigur Hans Jacob Niclasen, sum er leiðari á fiskahúsinum. --Tað gongur væl at selja fiskin, so væl at vit ikki klára at nøkta tørvin. Vit selja til heilsølur og handlar kring landið. Okk- urt árið hava vit hongt eini 50.000 pund upp, sigur Hans Jacob Nicla- sen. —Vit hava fyrr selt ræstan fisk til privat fólk, men hetta eru vit ikki so glað fyri longur. Tað gongur striltið at fáa pengarnar inn. Tí loysir tað seg best at selja í stórum, sigur hann. --Ein av orsøkunum til at vit hanga smáa fiskin upp er, at tað kemur so lítið uppá land, at tað loysir seg ikki at keypa flakaskerimaskinur. Og tá fólk vilja keypa ræsta fiskin, so er ein meining í hesum, sigur hann. Saltfiskur --Hýsan sum kemur uppá land um summarið verður skorin við hond. Vit pakka hana og síðan verður hon send til Havn- ar. --Fiskurin yvir 60 sentimetrar verður flaktur og saltaður. Men fiski- skapurin er smáligur og tað sum kemur uppá land er smáttfallandi, tí verður ikki nógvur fiskur saltaður í løtuni. Fyrr var húsið onkuntíð fult av saltfiski, sigur Hans Jacob Niclasen. Bygt uppí Fiskahúsið í Hesti er broytt. Nú er bygt uppí húsið og tað er vorið munandi rúmsáttari. Tann gamli kjallarin verður nú bert nýttur til at goyma saltfiskin. Eitt nýtt rúm er bygt til frystari og at skera fiskin. Vanliga arbeiða mill- um 4-7 fólk á virkinum. Tey arbeiða frá tveimum til átta tímar um dagin Tríggir til fýra bátar rógva út úr Hesti, sigur hann. --Tað er eitt sindur buldrasligt hjá okkum at arbeiða nú havnagerðin fer fram. Men vit fáa munandi betri umstødur tå havnin verður liðug, sigur Hans Jacob Niclasen. jústinus Síða 5 Hans Jacob Niclasen sigur at tað væl at sleppa av við ræsta Kalmar fiskin RONngur Mynd Sjóverjan og vaktar- tænastan undir Føroyum verdur vånaligari aftanå 25 novembur. Tå fer danska sjóverjuskipið Mallemukken úr Før- oyum fyri seinastu ferð og einki nýtt skip verður sett í staðin. Verður sjóverjan í Føroyum á sama stýðið aftaná at Maagen verður tíkin úr sigling? —Vit skrivaðu í pressuskrivinum at, "at inspektionskapasitet vil í store træk blive bevaret" tá skipini av Thetis-slag- num, sigur Per Muller, pressuovasti á Færgernes Kommando. --Men stóru sjóverju- skipini kunnu ikki rgkja vaktartænastuna í sama mun, á firðunum og nær- hendis land. Og nú Malemukken fer, er heldur einki skip á feltinum, tá hitt skipið liggur í Havn, sigur Per Muller leiðis, at Maagen hevur tikið sær av føroysku skipunum, meðan størra skipið hevur tikid sær av útlendsku, heita arbeiðið skal nú vera gjørt av einum skipi, sigur Per Muller. Mallemukken ein plága Mallemukken hevur røkt sjóverju og vaktar- tænastu í Føroyum sein- astu 31 árini og hann hevur í hvussu er verið effektivur seinastu árini. Á hvgrjum sumri hev- ur hann ansað eftir trol- bátunum á landleiðini. Og hetta hevur hann gjørt væl, tí bátarnir á landleiðini siga, at sjó- verjan er so effektiv at tað næstan darvar fiskarinum. Og tað er eitt herðaklapp at: fáa.“hjá' ,einum . vakt rskin SK he TRITON kemur Fyrst í januar mánað kemur Triton til Føroya og hann verdur tad fyrsta av skipunum av Thetis- klassanum, sum skal røkja sjóverju og vaktartænastu við Føroyar Mallemukken og Maagen verða tiknir úr sigling aftaná eina poli- tiska avgerð um sparingar í donsku verjuni. Skipini verða antin seld ella høgd upp. --Í Grønlandi eru eisini tvey smá verjuskip. Hesi eru nýggjari og enn eru ongar ætlanir um at taka tey úr sigling, sigur Per Muller, pressuovasti á Færøernes Kommando. justinus Nú verður Malle- mukken ikki longur at síggja 'vid føroysku Sjoverjan vånaligari