Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Býráðið demt a Her var ætlanin, at Føroya Arbeiðarafelag skuldi byggja nýtt vallaraheim og hóli til skeiðvirksemi, men býráðsformaðurin steðgaði byggingin, hóast arbeiðsrafela hevði fingið byggiloyv: DAX hríð fi ; PR Boð DYrdÓsformansin k SI 301 kommunukas , rig ir millioni! kr M: i Føroya Arheiðarafelag triggjar milliónir Hetta var rokningin fyri at býráðsformaðurin steðgaði bygging- ini eftir at Føroya Arbeiðarafelag hevði fingið byggiloyvið Thi kendes for ret: Tórs- havnar Býráð skal rinda Føroya Arbeiðarafelag 2.853.498,68 kr. umframt rentur frå mai mánað í fjør, umframt 108.000 krónur í sakarkostnaði. Hetta var tað, boðini frá býráðsformanninum, hann gav arbeiðarafelagnum um ikki at byggja, hóast felagið hevði fingið øll neyðug loyvi til bygging, kostaðu. Dómur fall í málinum í síðstu viku, sum gav Føroya Arbeiðarafelag vidhald i kravi sinum mótvegis byrådnum. Føroya Arbeidarafelag keypti fyri tiggju årum síðani Ferðamannaheimið Fráhald í Stoffalág. Í 1985 fór arbeiðara- felagið at fyrireika seg at byggja ein meira tíðar- hóskandi bygning ístaðin fyri tveir av teimum eldru, sum stóðu á ognini, og kommunan varð spurd, um hetta var møguligt. Svarið var játtandi, og tí vóru gomlu bygninganir tiknir niður. Í august mánað árið økti Føroya Arbeið- ig um útgravingar- il nytt vallaraheim i til skeiðvirksemi. Hetta loyvi fekk arbeiðara- felag skjótt eftir. Eitt sind- ur seinri fekk Føroya Arbeiðarafelag eisini loyvi til at stoypa stødi til byg- ningarnar, samstundis sum býráðið segði frá, at málið var sent til ummælis hjá grannunum. „ft og Grannar mótmæltu Nakrir av grannunum hjá Føroya Arbeidarafelag mótmæltu at felagið fekk loyvi at byggja, og fundur varð hildin, á staðnum. Seinri hevði Byggi- og Bý- arskipannarnevndin fund, sum avgjørdi, at geva arbeiðarafelagnum byggi- loyvi - galdandi í eitt ár. Hesi boð fekk arbeiðara- felagið 17. februar 1987. Grannarnir kærdu málið til landsstýrið, sum ongan- tíð svaraði grannunum. Eftir at Føroya Arbeið- arafelag hevði fingið byggiloyvi kom býráðsfor- Nr. 205 — 5. november 1991 maðurin Poul Michelsen sjálvur upp í máli. Føroya Arbeiðarafelag fekk í mars skriv frá býráðnum, har býráðsformaðurin biður arbeiðarafelag um at steðga við byggingini til hann kom heim aftur av uttanlandsferð. Fundur varð so millum býráðið og Føroya Arbeið- arafelag í anril. har býráðið beyð sær til at útvega arbeiðarafelagnum annað stað at byggja á. Býráðið bjóðaði Føroya Arbeiðara- felag eitt øki við Stoffalág- vegin, men á hesum kundi ikki byggjast fyrr enn ásetingarnar fyri gkið vóru broyttar. Annað tilboð hevði býráðið ikki, hóast sakførarin hjá arbeiðara- felagnum fleiri ferðir minti býráðið á hetta, og varð tí avgjørt at stevna býráðnum eftir umleið trimum milliónum krónur í endurgjaldi. Í nidurstødu síni sigur rætturin, at einki er at ivast í, at býráðsformaðurin steðgaði byggingini. Uttan mun til um hann hevði rætt til tað hevur Føroya Arbeiðarafelag handlað í góðari trúgv og steðga byggingini, tí eini boð frá almennum myndugleika mugu takast fyri fult. Tí má eisini áleggjast komm- ununi endurgjaldskrav, heldur rætturin, sum dømdi Tórshavnar Komm- unu at gjalda umleið. triggjar milliónir. tór.- Ungdómshús í Lopra Enn eiga Vit bert tveir stólar -ella kanska rættari hálvan annan, men nú vit hava fingið hús, skulu stólarnir eisini koma, sigur Heidi Lisberg, kassameistari í ítróttarfelag- num Leiti Hóast bygdirnar Lopra og Akrar eru av teim smæstu, hevur ungdómurin har tað, ungdómar og mongum ødrum bygdum uttan iva kundu hugsað sær. Eitt ungdómshús. Í hesum báðum bygdum er eitt ítróttarfelag. Ítrótt- arfelagið Leiti, við sínum 40 limum. Kassameistarin eitur Heidi Lisberg, og hon hevur, mótvegis flest øll- um kassameistarum, einki ímóti hesum álitisstarv- inum. Hetta er spennandi og avbjóðandi og tað besta av gllum,- fólk taka sera vær Í va UI ultøkum, sum felagið skip- ar fyri tå pengar skulu fáast til vega. Ikki minst bingospølunum. Og so mikid væl hevur gingist at lata i kassan, at felagið herfyri var ført fyri at keypa stór sethús í Lopra at nýta sum ung- dómshús og annars tað. Heidi Midjord greiðir frá, at tey keyptu húsini fyri 650.000 krónur, og nakað skal brúkast at umvæla og broyta okkurt smávegis. Innbúgvið er ikki nógv. Tveir stólar. Annar toluliga heilur og hin brotin, men um einar SOMikið a MNDuUgvi, á tey kunnu bjóða fólki innar, sigur Heidi. Enn er tómligt í Ítróttarliga virksemi hjá felagnum er eitt kvinnulið í triðju deild í flogbólti, men nú tosa tey eisini um at skipa eitt fótbóltslið. tór.- ungdómshúsinum í Lopra, men Heidi Midjord roknar við, at tey hava so mikið av innbúgvi um einar fjúrtan dagar, at tey kunnu bjóða fólki innar. Mynd: Kalmar