týsdagur 5. november 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 205 — 5. november 1991
+
Handverkarafelagið fer møguliga at blokera øll
-
arbeiði hjá Havnar Kommunu
Fleiri skúlatænarar
sendir heim uttan
vanliga uppsøgn
-Hetta vil Havnar Handverkarafelag ikki finna seg i, sigur Høgni
Højgaard, formaður
Tad er ein løgin og ikki
sørt ódámligur starvsfólka-
politikkur, Havnar Komm-
una rekur. Tað heldur
millum aðrar formaðurin í
Havnar Handverkarafelag,
Høgni Højaard, og sipar til
viðurskiftini hjá skúla-
tænarunum í kommununi.
-Á Eysturskúlanum hava
verið tveir skúlatænarar.
Teir hava arbeitt á skúla-
num í trý og fýra ár. Høgni
Højgaard sigur, at tíðliga í
vár frættist, at starvsfólk
hjá kommununi skuldu
niður í arbeiðstíð og harvið
løn eisini, og eitt sindur
seinri fingu hesir báðir
skúlatænarar at vita, at teir
skuldi í minsta lagi niður í
hálva tíð. Tað vóru ikki
nóg mikið av pengum á
kontoini at løna báðum
monnunum, varð sagt.
Teimum stóð í boði, sjálvir
at gera av, hvussu teir
vildu býta hetta eina starv-
ið millum sín.
Formaðurin í Handverk-
arafelagnum sigur, at
felagið fór síðani at spyrja
seg fyri um hesi viðurskifti
hjá hesum báðum monnun-
um, sum báðir vóru limir í
felagnum. Tað skiltist, at
skúlastjórin avgjørdi sjálv-
ur, hvussu peningajáttanin
til skúlan skuldi nýtast. Tá
høvdu hesir menninir
sjálvir gjørt av at arbeiða
aðru hvgrja viku.
Fáa als ikki løn
-Herfyri fekk eg at vita,
at als eingin løn verður
útgoldin til menninar, og
vóru menninir á hendan
hátt trýstir til at siga upp
uttan vanligan uppsagnar-
hátt, sigur Høgni Højgaard
og leggur aftrat, at upp-
sagnartíðin hjá teimum
eigur at vera 14 dagar.
Síðsti arbeiðsdagurin hjá
Á Eysturskúlanum hava
tey ikki longur ráðtil, at
hava skúlatænarar
ødrum skúlatænaranum
var fríggjadagin, og Høgni
Hgjgaard sigur, at hin
hevur frætt, at hann skal
sama veg.
-Handverkarafelagið
strekkir seg vanliga ógvu-
liga langt, sigur formaður-
in men heldur, at nú er
ovboðið, og fer at boða til
limafundar seinri í vikuni.
Høgni Højgaard sigur, at
nevndin er sannførd um, at
einasta, sum nú er at gera,
er at blokera alt arbeiði hjá
kommununi, men hetta
skal limafundurin taka
> stóðu til.
Einki eindømi
Formaðurin í Handverk-
arafelagnum sigur, at hetta,
sum nú hendi á Eystur-
skúlanum er einki ein-
dómi. Hann vísir til, at
nakað tað sama hendi
Síða 7
eisini á Kommunuskúlan-
um, har báðir skúlatæn-
ararnir onga løn fingu í
fleiri vikur. So knappliga
fingu teir tað teir áttu
tilgóða, men fingu sam-
stundis at vita, at teir
skuldu ikki koma aftur.
tór.-
Tórfinn Smith,
skrivar f f
Øll eru vit so ymisk.
Nøkur meira brådræsin
enn onnur. At taka
skjótar avgerðir kann
vera dygd, men við-
hvgrt kann eftirtíðin
sannað, at betur varð.
um ein hugsaði seg eitt
sindur betur um.
Okkurt dómi høvdu vit
í farnu viku um skjóta
avgerð. ;
Týsdagin fyrrapart
fór undirritaði til
Suðuroyar í
arbeiðsgrindum. Sum
býráðslimur skal ein jú
síggja til, at meta til
fundir, og tí kunnaði eg
meg frammanundan
um, um nakar fundur
fór at vera teir báðar
dagarnar, eg skuldi
verið úr Havn. Nei,-
fundur bleiv ongin,
varð sagt av býráðnum.
Men eg kom at
sannað nakað heilt
annað. Hendan
týsdagin átti Havnar
Kommuna fimm skúlar,
og tá eg kom heimaftur
hósmorgunin, vóru bert
fýra eftir. Býráðsfor-
maðurin hevði fingið
tað geniala hugskot, at
selja Eysturskúlan, og
um hetta varð eyka-
býráðsfundur
innkallaður týsdagin
seinrapart. At íkki allir
býráðslimir fingu
fundarboð, er sum
skilst ein so mikið lítil
detalja, sum neyvan er
verd at taka upp á tung-
una.
Ikki eri eg ein av
teimum, sum á nakran
hátt kundi hugsa mær
at kravt, at býráðslimir
skulu eiga nøkur frami-
hjárættindi framum að-
rar borgarar, men nokk-
so praktiskt, um ikki
annað, hevði verið at
frætt, áðrenn partar av
kommununi verða
bodnir út til sólu. Tað
er ikki meira enn eg
tori at lata útvarpið upp
longur, tí eingin veit
nær býráðsformaðurin
aftur fer at hava útsølu.
Sagt verður, at lands-
stýrið skal keypa Eyst-
urskúlan. Við hesum
keypi sleppur lands-
Tað gongur skjótt fyri seg
stýrið undan at gera
stórar iløgur í nýggjan
Maskinskúla. Í sær
sjálvum ógvuliga skila-
gott, men hetta hevur
sum skilst gjørt, at
landsstýrið hevur fingið
ein nýggjan trupulleika
at dragast við. Ílegu-
ætlanin má gerast av
nýggjum, ti vandi er
fyri, at pengar fara at
loypa av, og tað er
sjálvandi tað ringasta,
sum hugsast kann.
Skattaprosentini hjá
teimum ymisku komm-
ununum eru nú við at
verða ásett. Nógvar
kommunur síggja sær
ongan annan møgu-
leika, enn at fara eitt
sindur djúpri niður í
lummarnar hjá býar-
børnum sínum, men
hetta sleppur Havnin
undan. Býráðsformað-
urin dylur kortini ikki
fyri, at Havnin skal
spara. Fólk sigast upp,
deildir niðurleggjast, og
eitt og annað fer upp á
tilboð, men hetta er ikki
tí, at pengar tróta. Spar-
ingarnar munnu helst
vera meira at kalla til
stuttleika, skilst.
Eftir skakandi tíðind-
ini úr Klaksvík fyrst í
farnu viku, um hin
blóðtysta Miðgarðs-
ormin, sum var sloppin
leysur, komu tey gleði-
igi tíðindini tveir dagar
seinri, at ódjórið varð
afturfunnið aftan fyri
eitt køliskåp. Kønir
menn halda, at hendan
slangan var ikki nærtil
so vandamikil sum allar
tær, sum á fleiri ár hava
ligið niður í lands-
Í vikuni frættu vit
eisini, at arbeitt verður
enn við fullari megi við
ætlanunum um undir-
sjóvartunnilin undir
Vestmannasundi. Hin-
vegin er líkt til, at ong-
an kanningar verða
gjørdar í samband við
undirsjóvartunnil til
Sandoynna, fyrr enn
Gamla Rætt er liðug.