Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Arheiðsloysið veksur aftur Í oktober fingu 414 fólk útgoldið hjálp frá Almannastovuni VARA arbeiðsloysi Arbeiðsloysið, sum sam- bært tølini frá Almanna- stovuni og Tórshavnar Kommunu, minkaði mun- andi tíðliga í heyst, tykist aftur at vinda uppá seg. Í oktober fingu 414 fólk forsorgarhjálp vegna ar- beiðsloysi frá Almanna- stovuni ella tilsamans stív- liga 2,3 milliónir. Í hesum tólum er Havnin ikki við. Har eru tey enn ikki liðug at telja upp fyri síðsta Talið á fólki, sum fingu arbeiðsloysishjálp frá Al- mannastovuni hava verið um 400 hvgnn mánaðan. Mest í mai tá 468 fólk fingu hjálp hagani. Men tíðliga í heyst tókt- ust hesi tøl at minka munandi. Í august fingu 298 fólk arbeiðsloysishjálp frá Almannastovuni, í september vóru tey 347 í tali, men nú er talið komið uppaftur har, tað lá um í vár og summar. ; tór.- Trúboðari vitjar Evangeliihúsið Í kveld kl. 19 byrjar bíbliuskeiðið hjá Evan- geliihúsinum í Havn og heldur á alla vikuna. Tað er norski trúboðarin, Tom Erlandsen, sum stendur fyri bíbliuskeið- inum, sum verður hvert kvøld kl. 19. Leygardagin byrjar bíbliuskeiðið tó kl. 16. I kvøld fer sangkórið hjá Evangeliihúsinum at syngja. Á bíbliuskeiðinum mikukvøldid syngur ung- dómskórið Hosianna. Hós- kvgldið syngur kórið hjá Filadelfia, friggjakvøldid luttekur sangkórið hjá Saron í Vestmana og leygarkvgldið fer sang- kórið hjá Betania í Skopun at syngja í Evangelii- húsinum. Sunnudagin kl. 11 verður meti i Filadelfia, og kl. 18 verður aftur meti í Evangeliihúsinum, saman við norska trúboðaran- um. Tom Erlandsen er kend- ur trúboðari, og hevur verið fyristóðumaður í Stavanger í fleiri ár. Seinastu árini hevur hann starvast í Tróndheimi. tór.- æ i Norski trúboðarin hevur bíbliuskeið í Evangelii- húsinum alla vikuna Nr. 205 — 5. november 1991 Tingmenn taka undir við sam- starvi við Japan - men spyrja hvat vit fåa afturfyri Tingmenn taka i høvdusheitum væl undir vid, at vit gera avtalu vid japanskt felag um at loyva japansk- um skipum at royna eftir svartkjafti vid Føroyar. Men teir vóru nógvir sum spurdu, hvat vit fáa afturfyri. Jógvan I. Olsen minti á, at tá vit gera fiskiveidu- avtalur við onnur lond, fáa báðir partar nakað aftur í sín part, og helt ikki, at avtalan við japanska felagið átti at vera nakað undantak í so máta. Hann segði, at hann sum landsstýrismaður hevdi fingið at vita frá Kaj Egede, grønlendska fiskimåla- ráðharranum, at japanarar høvdu fingið eina konga- fiskakvoto í Eysturgrønlandi, og hesa rindaðu teir 2,50 kr. fyri kg. Hann vildi við hesum siga, at japanarar ikki eru óvanir beinleiðis at gjalda fyri fiskirættindi. Eins og aðrir tingmenn mælti hann til at neyvar treytir verða settar við japansku fiskiveiðuni undir Føroyum. Hendrik 'Old helt tað eisini vera avgerandi at neyvar treytir verða settar, og mælti eisini landsstýr- inum til, at japanska veiðan ikki órógvaði føroyska fiskiskapin. Fleiri tingmenn hildu eisini, at tað kundi hava stóran týdning hjá okkum at læra av japanarum, og hetta skuldi ligið væl fyri, tí okkum stendur í boði, at hava tvey eftirlitsfólk umborð á hvgrjum skipi, sum neyvan verða fleiri enn tvey í fyrstu syftu. Eftir umrøduna á tingi hósdagin, varð málið beint í Marknadarnevndina. tór.- Fleiri tingmenn hildu, at vit kunnu læra nakað av Japanska fiskiskapinum við Føroyar Strandferðslan híligari at reka Rakstrarlánið til Strandferðsluna, sum landsstýrið hevur biðið um, er eingin eykajáttan til stovnin, men fyri at gera tað loyvt, sum, uttan heimild, hevur verið gjórt í fleiri ár, segði Svend Aage Ellefsen, landsstýrismaður nar Eftir at fleiri tingmenn i drúgva tíð høvdu tosað um fíggjarliga hallið hjá Strandferðsluni, kom landsstýrismaðurin í sam- ferðslumálum á løgtingsins rødarapall og gjørdi ting- monnum greitt, at teir høvdu misskilt alt úr einum enda í annan. Hann harmaðist tí um, at hann ikki var hin fyrsti at taka orðið. Málið, sum var til 1. við- gerð, var at loyva Strand- ferðsluni at taka 10 milli- ónir í lán til rakstur. Hetta hevði einki við akra eykajáttan til Strandferðsluna at gera, sum fleiri uingmenn annars vildu vera við. Svend Aage Ellefsen segði, at Strandferðslan, fyri fleiri árum síðani, gjørdi avtaiu við peninga- stovn, um at fáa ein tríggjar millióna stóran kassakreditt. Talan var bert um eina avtalu, sum onga lógarheimild hevði. Landsstýrismaðurin visti eisini at siga, at einaferð í vár var hesin kassa- kredittur yvirtrektur við 20 milliónum. Nú er hann nakað niðurgoldin. Tað, sum landsstýrið vildi við hesum uppskotinum var, at Strandferðslan fekk loyvi til at taka upp 10 milliónir í rakstrarláni, so stovnurin ikki hevði ta stóru mora- rentuna at dragast við. Svend Aage Ellefsen upplýsti annars, at í ár fer stovnurin at kosta 7,9 milliónir meira enn ætlað. Annað var ikki væntandi, tí ikki bar til at seta ætlaðu sparingarnar í verk, fyrr enn liðið var langt út á árið. Men næsta ár verður betri. Tá fer Strandferðslan at kosta 14 milliónir minni enn hon fer at gera í ár, segði landsstýrismaðurin. tór.-