týsdagur 5. november 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 205 — 5. november 1991
Elsa Beskow:
Forlagið Nýlendi hevur í
hesum degum givið út
eina sera forvitnisliga
svenska barnabók í fer-
oyskari týðing. Tað er
myndabókin Baldur í
Berjaríki eftir svensku
listakonuna og ævintýra-
hevundin Elsu Beskow,
sum legði lunnar undir ta
stóru negd av fyrsta floks
myndabékum, sum
svensk listafólk hava
skrivað og teknað seiastu
hálvthundrað árini.
Baldur í Berjaríki er ikki
fyrsta bókin eftir Elsu
Beskow, sum út er komin
á føroyskum. Framman-
undan hava vit Resku
Anniku, Óli vitjar Vetur,
Páll fær vovin klæði,
Áborrin Snarpi, Hatthús-
ið, Bernini í Vættrabyrgi
og Sólareggið.
Henda bókin er eins og
tær fyrru einar 32 síður til
steddar, og evnið er tikið
úr svensku náttúruni.
Hóast tað eru liðin níti ár,
síðan henda bókin kom út
á fyrsta sinni, so verður
hon eins og hinar bekur
hennara prentað uppaftur
við jøvnum millumbili.
Bókin snýr seg um, at
feðingardagurin hjá
mammuni stundar til, og
tí setir Baldur sær fyri at
fara út í skógin við tveim-
um kurvum, sum hann
ætlar sær at henta ber
uppí. Tað er hansara gáva
til mammune.
Men tað gongst Balduri
ikki so væl, fyrr enn hann
hittir berjakongin, sum er
ein pinkalítil skeggabbi,
ein vættur.
Skeggabbin prikar
Baldur, og tá verður Bald-
Baldur í Be
ur líka lítil sum skeggabb-
in. Og so byrjar ævintýrið,
og íkornarnir taka kurvar-
nar upp á bakið. Alt tykist
nú so stórt, tí Baldur er
vorðin so lítil. Trella-
kambarnir eru hegir sum
stór tre. Kongurin í Blá-
berjaríkinum er bæði blíð-
ur og týður, og hann vísir
Balduri berjaríki sítt. Tá
ið Baldur sær bláberini,
heldur hann tey vera blá
súrepli. Tá smílkar kong-
ur.
Men stuttligast hevur
Baldur tað saman við
teimum sjey synum
kongs, sum vísa honum
alt meguligt stuttligt, og
sum síðan fylgja honum
til reyðberjamammuna.
rjaríki
Fin dazin for Baldur í
skogin
m kun am. Hann ætti
Epp í ber av bersm
liva spentur, ti
Reyðberjamamman er
eisini blíð, hon hevur fitt-
ar detur, sum taka væl í-
móti teimum, og Baldur
fær so nógv ber, sum hann
orker at eta, og so fylla
tey honum báðar kurvar-
nar.
Men genturnar sleppa
ikki at spæla sum dreing-
irnir. Tær mugu hjálpa
mammuni at vaska berini
og súlta tey.
Bókin endar við, at
Baidur fer lættur í huga
til gongu við báðum kurv-
unum rokaðum av berum.
Og tú kanst lítið ætla,
hvussu glað mamman var,
tá ið hon sá tær rokaðu
kurvarnar. Nú var feðirg-
ardagurin bjargaður!
Baldur i Berjariki er
bundin inn i stiva kåpu og
samprentad i Leipzig i
Tysklandi. Jákup í
Skemmuni hevur umsett,
og Norðurlendski råb
harra stovnurin hevur
veitt styrk til útgávuna.
Baldur í Berjaríki er —
eins og hinar bøkurnar hjá
Elsu Beskow — ein sjálv-
søgd sega, bæði til stór og
smá, og hon hóskar sera
væl til foreldur við smáum
bernum.
Bókamiðselan í Havn
avgreiðir bókina, sum
fæst í øllum bókabúðum
fyri 79 krónur.
Nýggj Dávids-
stjórna!
Felagið Feroyar-Ísrael
ynskir at gera vart við
at nýtt nummar av Dá-
vidsstjørnuni nú er út-
komið.
Ætlanin er at gera
meira burtur úr blað-
num framyvir og at tað
skal koma regluligari
út.
Í blaðnum stendur
m.a. at Feroyar gerast
kendari í Ísrael orsak-
að av virksemi felag-
sins. Evnið jødad6mur
og kristindómur verða
eisini vidgjørd. Greitt
verður frá byrjanini
upp á triðju viðarlund-
ina, sum úrslit av
vinarsambandinum.
Harumframt er grein
um vandamiklu steð-
una í Miðeystri vegna
vatntrot, sum kann
elva til kríggj.
Sum nakað nýtt er
eisini opið hjá einum
og hverjum at skriva
til Dåvidsstjørnuna
fyri at viðmerkja,
koma við atfinningum,
rósi ella at koma við
uppskotum til nevnd-
ina at arbeiða við.
Adressan er: Dávids-
stjørnan, v/ Felagið
Feroyar-Ísrael, Oman
Viðarlund 11, 100 Tórs-
havn.
Dåvidsstjørnan kost-
ar 20 krónur í leysa-
selu.
Fundur um fjølmiðlar
Ein nevnd hevur fyri
landsstýrið skrivað nýtt
fjølmidlaålit.
f hesum sambandi
skipar Suðurstreym-
oyar Sjálvstýrisfelag
fyri fundi um framtíðar
fjølmiðlar í Føroyum.
Fundurin verður á
Landsbókasavninum
mikukveldið 6. novemb-
er kl. 19.30.
— Hverjar eru
fremstu skyldu fjølmidl-
anna?
— Skulu fjølmidlarnir
liberaliserast?
— Ein stovnur ella
tveir?
— Fylgisveinafjølmidl-
ar?
Hesir og aðrir spurn-
ingar stinga seg javnan
upp eisini í hesum
nýggja álitinum.
Við á fundinum verða
Jógvan Jespersen, út-
varpsstjóri, Jógvan As-
bjørn Skaale, sjónvarps-
stjóri, Torbjørn Poulsen,
ið umsitið hevur fjøl-
miðlamál og Helena
Dam á Neystabe, ting-
kvinna.
Øl] eru vælkomin á
fund.
Í seinastu viku gjørdi
politiið í Eysturoynni
ferðslukanningar, og
fríggjadagin var
ferðslupolitiið í Havn
eisini við og kannaði.
Heilt nógvir bilar
vórðu steðgaðir, bæði
fyri eitt og annað. Bilar
í ringum standi, eini
ljós, bilfgrarin hevði
ikki koyrikortið hjá
sær, øll sótu ikki í
trygdarbelti, og so vóru
tað tey, sum koyrdu ov
skjótt. Onkur bilur var í
so vánaligum standi, at
hann verður kallaður
inn til sýn.
Tað er serliga á
Skipanesi og í Gøtu-
gjógv, at fleiri verða
skrivað fyri at koyra ov
skjótt. Har verða eisini
oftast ferðkanningar
gjørdar. At ov skjótt
verður koyrt í Gøtudali
hevur óivað sambandi
við, at nógv hava tað
við at vera í seinna lagi,
tá tey skulu við Ternuni
av Leirvík.
Fleiri brot á
ferðslulógina
Innbrot á Kamsdali
Síða 9
Í kafeteriuni á Kambs-
dali er ofta innbrot, og
so var aftur leygarnátt-
ina.
Politiið heldur, at
tjóvarnir eru farnir inn
gjøgnum eina neyðhurð
eystaru megin.
Nakað av góðgæti og
sigarettum er tíkið.
Hetta kundi sagt frá, at
tey, sum hava verið
inni, eru nokkso ung.
Politiið í Havn veit enn
ikki, hví eldur seinna-
partin leygardagin kom
í ein bil, sum stóð á
Ternuryggi.
Hetta var ein
rættiliga nýggjur bilur,
og hann fór nokkso illa.
Bileftirlitið hevur
fingið bilin til kanning-
ar fyri at finna brand-
orsøkina.
randi