Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-11-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 1991síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri Utróðurin eigur at hava framtíð fyri sær Línuveiðan verður fyrst rakt av vånaligari stovnsrøkt. Fortreytin fyri eini endur- reisn av útróðrinum er, at fiskastovnarnir sleppa at koma fyri seg aftur - Royndirnar hjá Jákupi Joensen og Nordsøka eru í góðum samsvari við tær stovnsmetingar, sum eru gjørdar. Hetta sigur Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri i Tinganesi, í viðmerking til innslagið í SvF fríggja- kveldið um støduna hjá línuveiðuni í heild. Ringt at sleppa Framvegis leiklut Fiskivinnustjórin sigur, at bæði toska og hýsustovn- arnir eru í botni, og tá stovnsrøktin er vánalig, so rakar hetta fyrst línu- veiðuna. - Hon verður ov út- reiðslutung í mun til veið- una, sigur Kjartan Hoydal. Í almenna orðaskiftinum um fiskivinnuna hevur Kjartan Hoydal vanliga verið roknadur sum "linu- maður". Og hann heldur framvegis, at útróðurin kundi spælt ein týðandi leiklut í búskapinum og heldur meira enn minni týdning. - Karl Andreasen, sáli, gjørdi i 1986 útrokningar, sum vísa, at útróðrarveiðan geviur størdtu nettotjóðar- årtøkuna, og hetta er fram- vegis galdandi, vísir Kjart- an Hoydal á. Serligan útflutning Trolararnir vóru og eru best egnaðir til hópfram- leiðslu, meðan útróðrar- bátarnir eru best egnaðir til tað, ið skal flytast út feskt ella skal viðgerast til serlig vørusløg, ið skal hava serliga hagreiðing. Kjartan Hoydal vísir í hesum við- fangi á, at flutningsmøgu- leikarnir eru betri og helst eisini fara at verða betri enn áður. - Hóast flestu tiltøkini síðstu árini hava verið ætl- að útróðrinum til frama, so hevur ikki verið gjørt nóg nógv fyri at halda fiska- stovnarnar á einum stødi, har útróðurin kann klára seg. Nú verður roynt at fáa veiðutrýstið niður, og tað er einasta gongda leiðin, Sigur fi--.svinnustjórin. Hugvekjandi - Tað ber ikki til at noyða menn at rógva út, men tað ber til at gera tað lokkandi, og tað hevði gagnað bæði búskapinum og búsetingini í landinum, sigur Kjartan Nr. 205 — 5. november 1991 Hoydal, ið leggur aftrat, at tað hugvekjandi at hugsa sær, at øll danska fiski- vinnan burtursæð frá idn- aðarflotanum er grundað á ein útróðrarflota, ið als ongan studning fær. ówh Ringu tíðirnar merkjast eisini hjá teimum sum fåast við at selja kjøt. Fa. H.J. Niclasen hevur í mong ár keypt seyð frá bøndunum, flett og síðan selt víðari, men í ár hevur gingið striltið at sloppið av við kjøtið. --Vit hava keypt 50 seyðir í ár, men tað gong- ur striltid at sleppa av við kjøtið. Nú verður eisini flett upp í oynni, tí vit sleppa ikki at flyta livandi seyð og tí er eisini ringt at sleppa av við avroðini, sigur Hans Jacob Nicla- sen. Eg haldi, at tíðin hjá millumhandlarum er farin. Vit eru út fyri eini keðiligari kapping. Bønd- urnir selja kjøt úr hjall- inum fyri sama prís sum vit keypa kjøtið fyri. Og Skulu vit hava eitt sindur av peningi fyri stríðið, so koma vit at selja dýrari enn bóndurnir og tá er ikki lætt at kappast, sigur Hans Jacob Niclasen. jústinus Tíðin hjá millum- handlarum er farin. Myndin er tikin tá vit vitjaði í Hesti herfyri. Persónurin á myndini hevur einki við um- talaðu prískappingina Í greinini at gera. . . Mynd; Kalmar - Føroya Skipara- og Navigatørfelag Yviri vid Strond 3 - 100 Tórshavn - TIf. 16973 Skrivstovutíðin broytt Vit hava nú opið frá kl. 9.30— 15.30 mánadag — friggjadag. Føroya Skipara- og Navigatørfelag Grikkaland Drakmur VALUTAKURSIR USA Dollari .. Bretland Pund .. V-Týskland Markur . Svøriki Króna Noreg Króna Frakland Frankur . Belgia Frankur . Svejts Frankur . Holland Gyllin .. Ítalía Liri ..... Finnland Markur Ísland Króna .. Eysturríki — Skillingur Spania Pesetas . Portugal Escudos Kanada Dollari .. Japan Yen .... Írland Pund .. Kelda: Føroya Sparikassi siahir Ultimo 411 síðsta mán 637,30 650,20 1126,75 1130,83 387,53 388,05 106,23 106,48 — | 98,88 99,01 | 113,34 113,60 — | 18,812 18,844 439,97 441,80 343,95 344,46 | 0,5169 0,5181 | 159,25 159,07 | 10,86 10,93 — | 55,073 55,148 | 6,155 6,168 | 4,5060 4,5150 ! 56902 579,24 | 4,9167 4,9618 | 1035,55 1037,65 ; 3,4530 3,4670